Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. august 1955Nr. 26
Løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10. mai 2000
§ 1. 1) Stovnað verður Føroya Náttúrugripasavn. Savnið er ogn landsins.
Inn í savnið gongur tað djórasavn, sum H.A. Djurhuus og Niels á Botni hava fingið til vega, og plantusavnið hjá Rasmus Rasmussen (Herbarium Færoense), sum hann letur til endamálið.
§ 2. Virkisevni er:
a) at savna, varðveita og framsýna náttúrugripir, sum lýsa náttúru landsins,
b) at savna, varðveita og handfara náttúruvísindaligt tilfar.
§ 3. 1) 2) Savnið verður í 2 deildum:
1) Djórasavnið,
2) Plantusavnið,
undir leiðslu hvørt av sínum deildarleiðara, sum landsstýrið setir.
§ 4. Savnið liggur undir landsstýrinum, sum hevur eftirlit við tí, tess bygningum og ognum yvirhøvur.
§ 5. 2) Landsstýrið tilnevnir eftir umsókn ein av deildarleiðarunum til fyristøðufólk.
§ 6. 2) Landsstýrið ger ætlan yvir savnsins inntøkur og útreiðslur eftir tilmæli frá fyristøðufólkinum. Hon gongur inn sum deild í fíggjarlóg landsins, hevur sama roknskaparár, endurlit og góðkenning.
§ 7. 2) Fyristøðufólkið sendir fyri hvørt roknskaparár landsstýrinum frágreiðing um virki savnsins.
§ 8. Landsstýrirð ger reglugerð um stýri og virki savnsins.
§ 9. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1956.