20. apríl 2006Nr. 26
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um læraraútbúgving
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 16 verður orðað soleiðis:
”§ 16. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi rektaran.
Stk. 2. Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk skúlans.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um førleikakrøvini hjá leiðslu og lærarum.”
2) Aftaná § 16 verður sett:
”§ 16 a. Landsstýrismaðurin kann víkja frá ásetingunum í §§ 15- 18, um útbúgvingarnar verða skipaðar saman við øðrum útbúgvingar-stovni”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 20 apríl 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 69/2005