Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mars 2002Nr. 26
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
”Tó verður grundupphæddin til fólkapensjón ikki javnað.”
2) § 3 verður orðað soleiðis:
”§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru:
Upphæddir fyri ár 2002
Almannapensjónslógin
|
|
Árliga Kr. |
|
Grundupphædd til fólkapensjón – støk |
50.028 |
|
Grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør |
39.756 |
|
Grundupphædd til fyritíðarpensjón - støk |
52.032 |
|
Grundupphædd til fyritíðarpensjón - gift hvør |
41.352 |
|
Viðbót til fólkapensjón – støk |
28.224 |
|
Viðbót til fólkapensjón - gift hvør |
21.840 |
|
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk |
51.720 |
|
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - gift hvør |
46.704 |
|
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk |
16.788 |
|
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør |
14.568 |
|
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - støk |
15.852 |
|
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - gift hvør |
12.732 |
|
Hjálparviðbót |
25.956 |
|
Røktarviðbót |
51.804 |
|
Avlamisviðbót/avlamisveiting |
24.276 |
|
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar |
44.500 |
|
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólka- og Fyritíðarpensjónistar |
66.800 |
Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
|
|
kr. |
|
Upphædd til persónligan tørv |
8. 760 (árliga) |
|
Gjald fyri umlætting |
96 (um samdøgrið) |
Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
|
|
Árliga kr. |
|
Upphædd |
4.572 |
Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
|
|
Árliga kr. |
|
Barnagjald sbrt. § 5 |
9.360 |
|
Gjald í sambandi við føðing eftir § 6 |
540 (eingangsupphædd) |
|
Gjald til uppihald fyri og aftaná føðing eftir § 6 |
924 (eingangsupphædd) |
|
Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 |
9.360 |
|
Økt barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 |
(Tvær ferðir upphæddina |
3) § 5 verður orðað soleiðis:
”§ 5. Javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, tó ikki samdøgursupphæddir og eingangsupphæddir. Frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingunum fyri januar mánað 2002.
Tórshavn, 21. mars 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður