Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. apríl 1999Nr. 26
Løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 17. mai 2004
(Kolvetnisskattalógin)
Kapittul 1
Almennar reglur
§ 1. Undir hesa lóg kemur skatting av inntøkum av øllum sløgum í sambandi við at forkanna, leita eftir og framleiðslu av kolvetni og av virksemi knýtt at hesum, millum annað at leggja rørleiðingar, útgerðartænastu og flyta framleidd kolvetni við skipum ella í rørleiðingum, tá ið inntøkurnar eru vunnar við at útinna slíkt virksemi, ella arbeiðið er gjørt
1) í Føroyum, millum annað í føroyskum land- og sjóøki og føroyskum meginlandsstøði;
2) í øðrum landi, millum annað í tess sjóøki og meginlandsstøði, soleiðis sum hetta viðvíkur kolvetni í einum øki, ið kemur undir nr. 1, og í øðrum landi, um so er at kolvetnisframleiðsla heilt ella lutvíst er undir føroyskum myndugleika sambært avtalu við tílíkt annað land;
3) í øðrum økjum enn teimum, ið nevnd eru í nr. 1, hvat viðvíkir at flyta kolvetni í rørleiðingum, tá ið kolvetni eru framleidd í einum øki, ið kemur undir nr. 1 ella nr. 2, tá skattingin er tilskilað Føroyum sambært avtalu við annað land.
Stk. 2. Inntøkan verður gjørd upp sambært vanligu reglunum í skattalóggávuni við teimum broytingum, ið henda lóg hevur við sær.
§ 2. Av inntøku sambært § 1 skal verða goldin persónsskattur, skattur í sambandi við deyðsbúgv, felagsskattur og annað sambært vanligu reglunum í skattalóggávuni við teimum broytingum, ið kapittul 2 og 3 hava við sær.
§ 3. Skyldu til at gjalda skatt eftir hesari lóg hava persónar, deyðsbúgv, feløg, sjálvsognarstovnar, felagsskapir og onnur, ið reka vinnu, sum kemur undir hesa lóg.
Stk. 2. Skattskyldug sambært hesi lóg, sum ikki eisini koma undir reglurnar í §§ 1 - 2 í skattalógini, kunnu bert draga frá tær útreiðslur, sum viðvíkja inntøkum, ið koma undir § 1. Er hin skattskyldugi eisini skattskyldugur sambært skattalógini, verður uppgerðin sambært hesi lóg tikin við í uppgerðini av øllum inntøkunum hjá skattskylduga, sbr. tó § 4.
Stk. 3. Annars vera reglurnar um skattskyldu í skattalógini nýttar.
Kapittul 2
Serligar reglur um at gera upp skattskyldugu inntøkuna
§ 4. Hin skattskyldugi verður settur í skatt fyri seg av hesum inntøkum:
1) inntøku av fyrstu sølu av framleiddum kolvetni;
2) inntøku, ið er ásett sum ein partur av framleiddum kolvetni ella virðinum á tí;
3) vinningi ella tapi við beinleiðis ella óbeinleiðis at lata frá sær loyvisbræv, loyvi ella rættindi til at forkanna, leita eftir ella at framleiða kolvetni;
4) vinningi ella tapi sum umrøtt í avskrivingarlógini §§ 4-5 og 12, tá ið tað snýr seg um ognir, sum koma undir reglurnar í § 7, stk. 3 og § 8;
5) vinningi sum umrøddur í § 25 í avskrivingarlógini, tá ið tað snýr seg um ognir, ið eru nýttar í sambandi við at framleiða kolvetni.
Stk. 2. Søluvirðið á tí kolvetni, sum hin skattskyldugi tekur til tilvirkingar ella til egna nýtslu, verður roknað við í inntøkuuppgerðina.
Stk. 3. Vinningur ella tap sambært stk. 1, nr. 3, verður uppgjørt sum munurin millum samsýning, ið fæst við at avhenda, og útveganarkostnaðin við frádrátti fyri avskrivingar, ið eru gjørdar sambært § 9.
Stk. 4. Inntøkan eftir stk. 1, 2 og 3 verður gjørd upp sambært vanligum reglum í skattalóggávuni við teimum broytingum, ið standast av §§ 5-10. Tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp, kunnu bert tær útreiðslur verða drignar frá, sum viðvíkja inntøkum, sum eru nevndar í stk. 1 og 2. Ongin frádráttur verður givin fyri søluprovisiónir, avsláttir ella tílíkt av at lata kolvetni millum virki, ið mugu haldast at hava sínámillum áhugamál.
Stk. 5. Skattur, sum verður goldin av inntøku, sum nevnd í stk. 1 og 2, ognast landskassanum.
Stk. 6. Hin skattskyldugi verður fyrstu ferð settur í skatt fyri tað inntøkuárið, tá ið forkanningin og leitingin verður byrjað.
§ 5. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at normprísir skulu verða ásettir fyri framleidd kolvetni til at nýta í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni. Avgerast kann, at normprísir bert verða settir á flótandi kolvetni.
Stk. 2. Normprísurin skal svara til marknaðarprísin í sølu millum óheftar partar undir fríum marknaðartreytum. Normprísurin skal verða ásettur aftureftir fyri 3 mánaðir í senn.
Stk. 3. Eru normprísir ásettir sambært stk. 1, verður nevnda inntøka í § 4, stk. 1, nr. 1 og 2 og stk. 2, uppgjørd eftir tí normprísi, ið var galdandi, tá sølan fór fram, ella úttøka sambært § 4, stk. 2 varð framd, av tí framleidda kolvetni, við teimum broytingum, sum eru treytaðar av frávikum í dygd, latingarstaði, latingartreytum og gjaldstreytum fyri ta einstøku latingina.
Stk. 4. Uppgerðarháttur nevndur í stk. 3 skal verða nýttur uttan mun til, um tann veruliga inntøkan víkir frá tí ásettu inntøkuni.
§ 6. Ein nevnd, ið landsstýrismaðurin setur, setur normprísin. Í nevndini eru formaður og 4 aðrir limir umframt eykalimir fyri teir. Formaðurin verður settur eftir tilmæli frá sorinskrivaranum. Í nevndini skal vera umboðan við løgfrøðiligum, búskaparligum, roknskaparligum og tøknifrøðiligum serkunnleika. Í minsta lagi tveir av limunum skulu harumframt hava serstakan kunnleika til handil við kolvetni. Limirnir og tiltakslimirnir fyri nevndarlimirnar verða tilnevndir fyri 4 ár.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger starvsskipanina hjá nevndini.
Stk. 3. Avgerðir hjá nevndini kunnu ikki verða skotnar inn fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
§ 7. Í uppgerð av tí skattskyldugu inntøku nevnd í § 4 kunnu útreiðslur, sum eru hildnar í tilknýti til, at hin skattskyldugi rekur vinnu við framleiðslu av kolvetni, verða drignar frá. Eru útreiðslur hildnar, áðrenn hin skattskyldugi er farin at framleiða í einum øki, ið kemur undir hesa lóg, kann hin skattskyldugi í staðin nýta frádráttin yvir 5 inntøkuár við 20 prosentum um árið og fyrstu ferð draga frá í tí inntøkuárinum, tá hin skattskyldugi er farin undir tílíka framleiðslu.
Stk. 2. Selur ella letur hin skattskyldugi innaftur loyvisbræv, loyvi ella rættindi, ella tekur landsstýrismaðurin tað aftur, og rekur hin skattskyldugi eftir hetta ikki virksemi við atliti at framleiða kolvetni í einum øki, ið kemur undir hesa lóg, kunnu útreiðslurnar verða drignar frá í tí inntøkuári, tá søla, innlating ella afturtøka verður framd.
Stk. 3. Útreiðslur til at útvega maskinur, innbúgv og tílík rakstrargøgn, skip og bygningar, sum verða nýtt til forkanningar- og leitingarvirksemi, verða avskrivaðar sambært reglum í avskrivingarlógini. Boripallar vera avskrivaðir sambært reglunum í kapitli 1 í avskrivingarlógini, ið er galdandi fyri rakstrargøgn.
Stk. 4. Verða ognir, nevndar í stk. 3, lutvíst nýttar í sambandi við annað virksemi, verður avskrivingin sambært stk. 3 gjørd, grundað á tann partin av saldovirðinum, sum svarar til ta lutfalsligu nýtslu av ognini í forkanningar- og leitingarvirksemi. Tann lutfalsliga nýtslan av ognini í sambandi við annað virksemi er grundarlag fyri avskriving av ognini í uppgerðini av tí partinum av tí skattskyldugu inntøkuni, sum ikki kemur undir § 4. Avskriving sambært hesi reglu skal verða gjørd serstakt fyri hvørja ogn.
Stk. 5. Til hin skattskyldugi er farin at framleiða í einum øki, sum kemur undir hesa lóg, kunnu avskrivingarupphæddir sambært stk. 3 verða fluttar til frádrátt í inntøkuuppgerðini sambært regluni í stk. 1, 2. punktum.
§ 8. Framleiðsluútbúnaður, pallar og annar útbúnaður, millum annað rørleiðingar og útbúnaður knýttur at hesum, og onnur útgerð, sum verður nýtt í sambandi við at vinna inntøku, sum nevnd í § 4, nr. 1 og 2 ella stk. 2, verða avskrivað sambært reglunum um rakstrargøgn í kapitli 1 í avskrivingarlógini.
Stk. 2. Skip og bygningar, sum ikki koma undir stk. 1, skulu verða avskrivað sambært reglunum um hetta í avskrivingarlógini.
Stk. 3. Verður ogn, ið loyvd er at avskriva, lutvíst nýtt til annað virksemi, verður avskrivingin roknað sambært stk. 1 og 2, grundað á tann partin av saldovirðinum, sum samsvarar við ta lutfalsligu nýtsluna av ognini í sambandi við virksemi, sum nevnt í stk. 1. Tann lutfalsliga nýtslan av ognini í sambandi við annað virksemi er grundarlag fyri avskriving av ognini í uppgerðini av tí partinum av skattskyldugu inntøkuni, sum ikki kemur undir § 4. Avskriving sambært hesi reglu skal verða gjørd serstakt fyri hvørja ogn.
§ 9. Útveganarupphædd fyri loyvisbrøv, loyvir og rættindir sum nevnd í § 4, stk. 1, nr. 3, kunnu verða avskrivað við javnstórum árligum upphæddum yvir 5 ár.
Stk. 2. Selur ella letur hin skattskyldugi innaftur loyvisbræv, loyvi ella rættindi, ella tekur landsstýrismaðurin hetta aftur, kann tann ikki avskrivaði parturin sambært stk. 1 verða avskrivaður í tí inntøkuári, tá søla, innlating ella afturtøka verður framd.
§ 10. 1) Vísir skattskylduga inntøkan, nevnd í § 4, hall, kann hetta hall verða drigið frá í samsvarandi skattskyldugari inntøku fylgjandi árini. Frádrátturin kann tó bert verða fluttur til eitt seinni inntøkuár, um hesin frádráttur ikki kann rúmast í inntøkum í fyrri árum.
Stk. 2. Vísir skattskylduga inntøkan nevnd í § 4 hall, hevur hin skattskyldugi møguleika fyri heilt ella lutvíst at flyta hetta hall til frádrátt í aðrari inntøku.
Stk. 3. Hall í sambandi við aðra inntøku enn inntøku nevnda í § 4 kann ikki verða flutt til frádrátt í inntøku eftir § 4.
Kapittul 2a2)
Uppgerð av serskatti
§10 a. Serskatturin verður roknaður av inntøkuni frá hvørjari kolvetnisleið sær.
Stk. 2.Tá eitt loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum verður longt við atliti at framleiðslu, verður tann ávísti kolvetnisfundurin avmarkaður av landsstýrismanninum. Hendan avmarking av kolvetnisfundinum verður nýtt sum grundarlag fyri at rokna serskatt av inntøkum frá kolvetnisframleiðslu sambært hesi lóg.
Stk. 3. Serskatturin verður roknaður av inntøkum og útreiðslum at rokna frá tí degi, leiðbyggiætlanin fyri viðkomandi kolvetnisfund verður góðkend. Ber tann góðkenda leiðbyggiætlanin í sær, at fleiri kolvetnisfundir verða troyttir undir einum, kann landsstýrismaðurin gera av, at hesir fundir skulu verða roknaðir sum ein kolvetnisleið serskattinum viðvíkjandi.
§ 10 b. Útreiðslur, sum eru hildnar undan góðkenning av leiðbyggiætlanini, kunnu ikki dragast frá. Tó kunnu dragast frá tær útreiðslur, sum hava beinleiðis samband við fund og meting av viðkomandi kolvetnisleið(um). Hesar útreiðslur kunnu dragast frá tað árið, leiðbyggiætlanin verður góðkend. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvørjar útreiðslur kunnu dragast frá.
§ 10 c. Útveganarpeningur fyri framleiðsluútbúnað, pallar, skip, bygningar og annan útbúnað, millum annað rørleiðingar og útbúnað knýttan at hesum, og fyri aðra útgerð, sum verður nýtt í sambandi við at vinna inntøku frá viðkomandi kolvetnisleið, sum nevnd í § 4, stk. 1, nr. 1 og 2, ella stk. 2, skal til fulnar dragast frá útveganarárið.
Stk. 2. Útreiðslur, ið eru hildnar fyri tær í stk. 1 nevndu ognir, sum við árslok eru í gerð fyri egnu rokning, kunnu tó dragast frá tað árið, tær eru hildnar.
Stk. 3. Verður sáttmáli gjørdur við byggiharra um bygging/útvegan av teimum í stk. 1 nevndu ognum, verður frádráttur loyvdur fyri ávegis gjøld av útveganarpeninginum sambært ásetingunum í avvarðandi sáttmála. Frádráttur verður tó ikki loyvdur fyri eina størri upphædd enn ta, sum er vanlig fyri avvarðandi vinnugrein, og frádrátturin kann ongantíð vera hægri enn útveganarpeningurin fyri higartil latna partin av ognini, tá goldið verður.
Stk. 4. Verður ogn, ið gevur loyvi til at draga frá útveganarpening, lutvíst nýtt til annað virksemi, verður tann skattligi frádrátturin roknaður av tí partinum av virðinum, sum samsvarar við ta lutfalsligu nýtsluna av ognini í sambandi við virksemi, sum nevnt í stk. 1.
Stk. 5. Verður ogn, hvørs útveganarpeningur er frádrigin eftir reglunum í stk. 1-4, seld ella nýtt til annað virksemi enn tað, sum nevnt er í § 8, skal tann lutfalsligi parturin av sølupeninginum ella handilsvirðinum, sum samsvarar við nýtsluna í sambandi við virksemi, sum nevnt er í § 8, teljast við í uppgerðina av serinntøkuni.
§ 10 d. Útveganarpeningurin fyri loyvisbrøv, loyvi ella rættindi, nevnd í § 4, stk. 1, nr. 3, og sum verða útvegað aftaná, at leiðbyggiætlanin er góðkend, skal dragast frá tað árið, útveganin fer fram.
§ 10 e. Tá serinntøkan verður uppgjørd, skulu fíggjarligar inntøkur og útreiðslur ikki teljast við.
Stk. 2. Tá serinntøkan verður uppgjørd, skal goldin skattur, sum er álíknaður eftir reglunum í kapitli 2, dragast frá. Stavar slíkur goldin skattur frá inntøkum frá fleiri kolvetnisleiðum, skal goldni skatturin býtast út á kolvetnisleiðirnar í tí lutfalli, tær hava givið íkast til tað skattliga avlopið, sum umrøddi goldni skattur er roknaður av.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri ta í stk. 2 umrøddu útrokning.
§ 10 f. Serskatturin er í trimum stigum, og verður hann fyri hvørt stigið sær roknaður sambært reglunum í stk. 2 – 4.
Stk. 2. 1. stig: Serinntøkan fyri kolvetnisleiðina verður uppgjørd ár um ár eftir reglunum í §§ 10a – e fyrstu ferð tað árið, leiðbyggiætlanin er góðkend. Negativ serinntøka verður síðan flutt fram ár um ár við einum ískoyti upp á 20% og mótroknað í positivari serinntøku frá eftirfylgjandi árum. Tann soleiðis uppgjørda serinntøkan verður skattað við 10%.
Stk. 3. 2. stig: Serinntøkan verður uppgjørd á sama hátt sum í stk. 2. Negativ serinntøka verður flutt fram ár um ár við einum ískoyti upp á 25% og mótroknað í positivari serinntøku frá eftirfylgjandi árum. Tann soleiðis uppgjørda serinntøkan verður skattað við 15%.
Stk. 4. 3. stig: Serinntøkan verður uppgjørd á sama hátt sum í stk. 2. Negativ serinntøka verður flutt fram ár um ár við einum ískoyti upp á 30% og mótroknað í positivari serinntøku frá eftirfylgjandi árum. Tann soleiðis uppgjørda serinntøkan verður skattað við 15%.
Stk. 5. Ganga fleiri enn 6 ár frá tí, at leiðbyggiætlanin er góðkend, til handilslig framleiðsla av kolvetni úr avvarðandi kolvetnisleið byrjar, verður negativ serinntøka frá árum, ið liggja meira enn 6 ár undan tí ári, handilslig framleiðsla byrjar, ikki framførd við ískoyti í meira enn tey seinastu 6 árini, áðrenn handilslig framleiðsla byrjar
Kapittul 3
Aðrar reglur
§ 11. Persónar, ið ikki koma undir reglurnar í §§ 1 og 2 í skattalógini um skattskyldu, og sum hava inntøku í samband við vinnuligt virksemi, ið kemur undir hesa lóg, gjalda bert inntøkuskatt til landskassan, 35 prosent av skattskyldugu inntøkuni. Undantikin er inntøka, sum er nevnd í § 4.
Stk. 2. Persónar, ið ikki koma undir reglurnar í § 1 í skattalógini, og sum arbeiða fyri ein arbeiðsgevara, sum ikki hevur heimating her á landi, gjalda ein endaligan skatt til landskassan, 35 prosent av bruttoinntøku, ið kemur undir hesa lóg. Undantikin er inntøka, sum er nevnd í § 4, og onnur sløg av inntøku av vinnuligum virksemi.
Stk. 3. 2) Persónar og feløg, sjálvsognarstovnar, felagsskapir, deyðsbúgv o.o., ið hava inntøku, sum er nevnd í § 4, stk. 1 og 2, gjalda umframt serskatt eftir kapittul 2a inntøkuskatt til landskassan av tílíkari inntøku við 27%. Inntøkuskatturin verður at rokna serstakt av inntøku, ið kemur undir § 4, stk. 1 og 2.
Stk. 4. Skattur, ið er goldin av feløgum, sjálvsognarstovnum, felagsskapum, deyðsbúgvum, o.ø., sum ikki koma undir reglurnar í §§ 1 ella 2 í skattalógini, og sum hava inntøkur, ið koma undir hesa lóg, undantiknar inntøkur, nevndar í § 4, fellur llur til landskassan.
Kapittul 4
Ígildissetan
§ 12. Henda lóg kemur í gildi framløgudagin, og er galdandi fyri inntøkur vunnar henda dag og eftir henda dag.
Tórshavn, 21. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður