7. mars 2000Nr. 27
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um ferðslu, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 59 e, verður sett sum nýtt stk. 2:
“Stk. 2. Er koyrirætturin frádømdur vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur tó leggjast fyri dómstólarnar, tá helvtin av frádømingartíðini - tó í minsta lagi 1½ ár - er fráliðið. Um koyrirætturin í sovorðnum førum er frádømdur fyri allar tíðir, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur í fyrsta lagi leggjast fyri dómstólarnar, tá ið 5 ár av frádømingartíðini eru fráliðin. Koyrirætturin kann einans fáast aftur, um viðkomandi í minst 1 ár frammanundan, at málið verður lagt fyri rættin, hevur yvirhildið eina eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Tórshavn, 7. mars 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður