Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mai 2008Nr. 27
Løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 2013
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Um kirkjuráð
Kirkjusóknin
§ 1. Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.
Stk. 2. Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftunum.
Stk. 3. Próstadømisráðið hevur umsjón, og stiftsstjórnin hevur yvirumsjón við viðurskiftunum hjá kirkjuráðunum, sbrt. stk. 2.
§ 2. Nýggj kirkjusókn kann verða skipað, tá ið fíggjarkarmur fólkakirkjunnar rúmar tí. Kirkjusókn kann verða skipað í sambandi við, at nýggj kirkja verður tikin í nýtslu, ella tá ið onnur rímilig orsøk er at skipa nýggja kirkjusókn.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta biskupi, stiftsstjórn og kirkjuráði treytir, áðrenn loyvi verður givið. Treytirnar eru serliga í mun til tær fíggjarligu avleiðingar, ið standast av, at kirkjusóknin verður skipað.
§ 3. Verður kirkjusókn skipað, tekur nýtt kirkjuráð við, tá ið nýtt valskeið byrjar.
Stk. 2. Stiftsstjórnin kann skriva út serligt kirkjuráðsval, sum mannar verandi og nýggja kirkjuráðið av nýggjum.
Stk. 3. Serligt kirkjuráðsval verður hildið sbrt. reglunum um vanlig val til kirkjuráð.
§ 4. Við góðkenning frá stiftsstjórnini kunnu tvær ella fleiri kirkjusóknir í sama prestagjaldi skipa felags kirkjuráð.
Stk. 2. Við góðkenning frá stiftsstjórnini kunnu tvær ella fleiri kirkjusóknir í sama prestagjaldi leggja saman.
Kirkjuráðsfundir
§ 5. Nývalda kirkjuráðið skipar seg á fyrsta fundi. Fyrsti fundur er, áðrenn valskeiðið byrjar, og tá skal kirkjuráðið vera fullmannað. Fyrst valdi kirkjuráðslimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til formaður er valdur. Eru tveir ella fleiri limir valdir við eins nógvum atkvøðum, leiðir elsti teirra fundin.
Stk. 2. Berst kirkjuráðslimi frá at møta á fyrsta fundi, fær varalimur fundarboð. Varalimur verður boðsendur, tá ið kirkjuráðslimur hevur forfall. Varalimur tekur sæti í kirkjuráðnum, tá ið kirkjuráðslimur fer úr ráðnum ella doyr.
§ 6. Áðrenn nývaldur kirkjuráðslimur tekur sæti í kirkjuráðnum, skal hann á kirkjuráðsfundi vátta við trú og heiður at vilja inna tað starv, sum litið verður honum til, í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni, soleiðis at hon kann bjóða kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri.
Stk. 2. Stiftsstjórnin sær til, at kirkjuráðslimur verður kunnaður um arbeiðið í kirkjuráðnum og hvørjar skyldur áliggja honum.
§ 7. Kirkjuráðslimurin, ið hevur boðað til fyrsta fundin, skipar fyri formansvali. Valið er skrivligt og loyniligt. Valrætt og valbæri hava valdir limir í kirkjuráðnum.
Stk. 2. Tá ið formaður er valdur, skipar hann fyri næstformansvali. Valið fer fram sbrt. regluni í stk. 1. Er valdi formaðurin ikki á fundi, skipar næst valdi kirkjuráðslimur fyri næstformansvali.
§ 8. Formaður og næstformaður verða valdir fyri eitt ár í senn.
Stk. 2. Kirkjuráðslimur hevur skyldu til at taka við vali sum formaður ella næstformaður. Limur hevur tó einans skyldu til at taka við vali sum formaður í 4 ár.
Stk. 3. Fráfarandi formaðurin skipar fyri formansvali millum valdu limirnar í kirkjuráðnum, áðrenn formansskeiðið er runnið. Formaður og næstformaður verða valdir sbrt. § 7.
Stk. 4. Er serlig orsøk, kann kirkjuráðið eftir áheitan loysa formann ella næstformann úr starvi, tað ið eftir er av ávikavist formansskeiðnum ella næstformansskeiðnum. Fer formaður frá, áðrenn formansskeiðið er runnið, skipar næstformaðurin fyri nýggjum formansvali og um neyðugt eisini næstformansvali eftir reglunum í § 7, galdandi fyri restina av skeiðnum.
§ 9. Kirkjuráðið velur millum valdu limir sínar kirkjuverja og kassameistara. Valrætt hava valdir limir í kirkjuráðnum. Formaðurin kann ikki verða valdur kassameistari.
Stk. 2. Kirkjuráðið velur millum limir sínar ein skrivara.
Stk. 3. Kirkjuráðið ger starvsskipan fyri starvsøkini hjá kirkjuverja, kassameistara og skrivara.
Stk. 4. Eru bert tríggir valdir limir í kirkjuráðnum, kunnu teir býta álitissessirnar sínámillum við friðarvali.
Stk. 5. Kirkjuráðið velur millum valdu limir sínar ein, sum fær heimild saman við formanninum at skriva undir skjøl viðvíkjandi keypi, sølu og øðrum fyriskipanum í sambandi við fastogn og upptøku av láni.
Stk. 6. Til at virka sum kassameistari ella kirkjuverji kann kirkjuráðið tilnevna kirkjufólk, sum ikki eru í kirkjuráðnum. Tey kunnu møta á fundi; men hava ikki atkvøðurætt.
Stk. 7. Valini sambært stk. 1, 2, 5 og 6 eru fyri valskeiðið.
§ 10. Kirkjuráðið sendir, um próst, biskupi fráboðan um, hvussu tað hevur skipað seg. Kirkjuráðið sendir somuleiðis fráboðan um broytingar í kirkjuráðnum, sum fara fram seinni.
Stk. 2. Undir gudstænastuni eftir fyrsta kirkjuráðsfundin kunnger sóknarprestur, hvørji eru vald í kirkjuráðið, og hvussu kirkjuráðið hevur skipað seg. Er lestur, lesur deknur kunngerðina.
§ 11. Kirkjuráðslimur, sum flytur úr kirkjusóknini í valskeiðinum, kann halda fram restina av valskeiðinum, um kirkjuráðið heitir á hann um at halda fram.
Stk. 2. Vil limur sleppa frá, krevst samtykki frá kirkjuráðnum.
Stk. 3. Fer kirkjuráðslimur úr kirkjuráðnum, tekur varalimur sæti. Er eingin varalimur, kann stiftsstjórnin góðkenna, at kirkjuráðið heldur fram restina av valskeiðinum uttan at vera fullmannað.
§ 12. Eru fortreytirnar fyri at vera limur í kirkjuráðnum ikki longur til staðar, ella noktar kirkjuráðslimur framhaldandi at røkja sínar skyldur sum limur í ráðnum, kann kirkjuráðið gera av, at viðkomandi skal fara úr kirkjuráðnum.
Stk. 2. Avgerðin hjá kirkjuráðnum skal vera skrivlig og kann verða kærd til landsstýrismannin innan 2 vikur, uttan tá ið kirkjuráðslimurin hevur mist valbærið til Løgtingið. Kæra hevur ikki steðgandi virknað.
Kapittul 2
Virksemið hjá kirkjuráðnum
§ 13. Formaðurin fyrireikar fundirnar í kirkjuráðnum og gevur kirkjuráðslimum og sóknarpresti, sum hevur skyldu at virka sum sóknarprestur í kirkjusóknini, fundarboð.
Stk. 2. Í góðari tíð fyri fundin kunnar formaðurin limirnar um dagskránna og tryggjar, at tilfar er tøkt til størri mál, ið ráðið skal taka avgerð um.
Stk. 3. Formaðurin leiðir fundirnar og atkvøðugreiðslurnar.
§ 14. Kirkjuráðið tekur avgerð á fundi. Kirkjuráðið hevur í minsta lagi 5 fundir um árið.
Stk. 2. Kirkjuráðið tekur avgerð við vanligum meiriluta. Kirkjuráðið er viðtøkuført, tá í minsta lagi helmingurin av kirkjuráðslimunum er á fundi. Stendur á jøvnum er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 3. Kirkjuráðið ger av, í hvønn mun fundirnir skulu vera almennir. Á hvørjum ári verður roknskapurin hjá kirkjuni almannakunngjørdur í kirkjusóknini.
Stk. 4. Kirkjuráðið kann gera starvsskipan, sum stiftsstjórnin góðkennir. Kirkjuráð, ið er mannað við fleiri enn 6 valdum limum, skal gera starvsskipan. Er ikki semja um innihaldið í starvsskipanini, ella hvørt starvsskipan skal verða gjørd, kann málið verða lagt fyri stiftsstjórnina til støðutakan.
§ 15. Skrivarin førir avgerð í fundarbók.
Stk. 2. Fundarbókin vísir, hvussu hvør limur hevur atkvøtt í máli, sum kann hava stóran fíggjarligan ella meginregluligan týdning.
Stk. 3. Beint sum fundur er lokin ella í seinasta lagi, tá næsti fundur byrjar, skriva teir kirkjuráðslimir, sum vóru á fundinum, undir fundarbókina.
Stk. 4. Kirkjuráðslimur kann, áðrenn fundurin er lokin, krevja at fáa serstøðu sína førda í fundarbókina. Er talan um avgerð, ið verður send øðrum myndugleika, skal serstøðan verða send við.
Virkisøki
§ 16. Kirkjuráðið umsitur inntøkur og útreiðslur kirkjunnar og stjórnar føstu ognunum hjá kirkjuni.
Stk. 2. Kirkjuráðið ger uppskot til fíggjarætlan fyri kirkjukassan og sendir próstadømisráðnum uppskotið.
§ 17. Kirkjuráðið ger av:
1) nær regluligu gudstænasturnar skulu verða,
2) viðurskifti viðvíkjandi konfir-masjón eftir ásettum reglum,
3) brúk av nýggjari góðkendari sálmabók.
Stk. 2. Kirkjuráðið skal geva samtykki til:
1) innsavning undir gudstænastu,
2) um aðrar góðkendar liturgiir, onnur góðkend ritualir ella aðrar góðkendar sálmabøkur kunnu verða brúktar við regluligu gudstænastuna og aðrar kirkjuligar tænastur.
Stk. 3. Sóknarprestur tekur ikki lut í atkvøðugreiðslu í máli sbrt. stk. 1 og 2.
§ 18. Kirkjuráðslimur tekur lut í vali av biskupi og próstadømisráði og tekur eisini lut í vali av limi til stiftsstjórnina.
Stk. 2. 1) Kirkjuráðið ger tilráðing til leys prestastørv og tilnevnir kirkjutænarar og hjálparfólk hjá kirkjuni.
§ 19. Áðrenn kirkjuligi myndugleikin tekur avgerð í spurningum, sum serliga viðvíkja einari kirkjusókn, skal viðkomandi kirkjuráð hava høvi at gera viðmerkingar. Kirkjuráðið ummælir mál, sum kirkjuligu myndugleikarnir leggja fyri ráðið.
Stk. 2. Kirkjuráð kann leita sær ráð og vegleiðing frá kirkjuligu myndugleikunum.
Stk. 3. Stiftsstjórnin ásetir neyvari reglur um virksemið hjá kirkjuráðunum
Gegni
§ 20. Kirkjuráðslimur boðar kirkjuráðnum frá, heldur hann iva kunna verða sáddan um gegni sítt.
Stk. 2. Kirkjuráðið ger av, um kirkjuráðslimur hevur slíkan áhuga í máli, at hann ikki kann taka lut í viðgerðini og atkvøðugreiðsluni av málinum.
Stk. 3. Kirkjuráðslimurin kann tó vera við í viðgerðini av gegnisspurninginum og atkvøðugreiðsluni um spurningin. Avgerðin kann innan eina viku verða løgd fyri biskup.
Stk. 4. Kirkjuráðslimur, sum er kendur ógegnigur, fer úr fundarhølinum, meðan málið verður viðgjørt og atkvøtt verður um málið.
Verkseting
§ 21. Formaðurin syrgir fyri, at avgerðirnar hjá kirkjuráðnum verða settar í verk.
Stk. 2. Formaðurin kann vegna kirkjuráðið taka óivasama avgerð, sum ikki kann bíða, til fundur verður. Formaðurin leggur kirkjuráðnum avgerðina til eftirtektar á næsta fundi.
§ 22. Formaðurin og kirkjuráðslimurin, sum eftir § 9, stk. 5 hevur fingið heimild til tess, skriva undir skjøl viðvíkjandi keypi, sølu og øðrum fyriskipanum um fastogn og upptøku av láni.
§ 23. Sóknarprestur er í embætisvirksemi sínum, eisini tá talan er um boðan og privata sálarsorg, óheftur av kirkjuráðnum.
Felags fundir - kirkjuliðsfundir
§ 24. Kirkjuráðini í einum prestagjaldi skulu hava felags fund, tá ið sóknarprestur, formaðurin í einum kirkjuráði, meirilutin í einum kirkjuráði ella í minsta lagi 1/3 av hvørjum av kirkjuráðunum krevja tað.
Stk. 2. Formaðurin í kirkjuráðnum í kirkjusóknini, har kirkjubóksførandi sóknarprestur býr, leiðir hesar fundir og syrgir fyri, at fundarfrásøgn verður skrivað í fundarbók.
§ 25. Fundur er í kirkjuliðnum í einari kirkjusókn, tá ið:
1) kirkjuráðsformaðurin biður um tað,
2) meiriluti í kirkjuráðnum biður um tað,
3) sóknarprestur saman við í minsta lagi einum valdum limi biður um tað,
4) 15% ella 25 av valføru limunum í kirkjuliðnum skrivliga biðja um tað,
5) tá ið kirkjuligu myndugleikarnir biðja um tað, ella
6) um tað annars er ásett í lóg
Stk. 2. Formaðurin í kirkjuráðnum boðar til kirkjuliðsfundar. Formaðurin ásetir, nær og hvar fundurin verður hildin, og kunnger, um serligt mál er á skrá, sum atkvøtt ætlandi verður um. Limir við valrætti til kirkjuráðið hava atkvøðurætt.
Stk. 3. Fundurin verður stjórnaður av orðstýrara, sum fundarfólkið velur. Orðstýrarin syrgir fyri, at fundarfrásøgn verður skrivað í fundarbók. Hevur atkvøðugreiðsla verið og er talan um avgerð, ið verður send øðrum myndugleika, verður býtið av atkvøðum og øðrvísi uppskot sent við.
§ 26. Felags fundur er í kirkjuliðunum í fleiri kirkjusóknum, tá ið:
1) kirkjuráðini á felags fundi, sbrt. § 24, eru samd um tað,
2) meirilutin í kirkjuráðunum biður um tað,
3) sóknarprestarnir í prestagjaldinum biðja um tað,
4) 15% ella 25 av valføru limunum í hvørjum kirkjuliði biðja um tað,
5) tá ið kirkjuligu myndugleikarnir biðja um tað, ella
6) um tað annars er ásett í lóg
Stk. 2. Til kirkjuliðsfundar í fleiri kirkjusóknum í sama prestagjaldi boðar formaðurin í kirkjuráðnum, har flest fólk búgva. Formaðurin ásetir, nær og hvar fundurin verður hildin, og kunnger, um serligt mál er á skrá, sum atkvøtt ætlandi verður um. Limir við valrætti til kirkjuráð í kirkjusóknunum hava atkvøðurætt.
Stk. 3. Fundurin verður stjórnaður av einum orðstýrara, sum fundarfólkið velur. Orðstýrarin syrgir fyri, at fundarfrásøgn verður skrivað í fundarbók. Hevur atkvøðugreiðsla verið og er talan um avgerð, ið verður send øðrum myndugleika, verður býtið av atkvøðum og øðrvísi uppskot sent við.
Kapittul 3
Um Próstadømisráð
§ 27. Í próstadøminum er próstadømisráð.
Stk. 2. Nývalda próstadømisráðið skipar seg á fyrsta fundinum. Próstadømisráðið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Próstur gevur fundarboð og skipar fyri skrivligum og loyniligum formans- og næstformansvali.
Stk. 3. Próstadømisráðið ásetir sjálvt fundarskipan.
§ 28. Próstadømisráðið tekur avgerð á fundi. Formaðurin er fundarstjóri.
Stk. 2. Próstadømisráðið tekur avgerð við vanligum meiriluta. Próstadømisráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi helmingurin av limunum er á fundi.
Stk. 3. Formaðurin kann vegna próstadømisráðið taka óivasama avgerð, sum ikki kann bíða, til fundur verður. Formaðurin leggur próstadømisráðnum avgerðina til eftirtektar á næsta fundi.
Stk. 4. Próstadømisráðið kann heimila prósti at avgreiða eitt ávíst mál ella ávís sløg av málum.
§ 29. Próstadømisráðið velur byggikønan, sum saman við prósti sýnar kirkjur, prestagarðar og aðrar fastar ognir hjá kirkjuni.
Stk. 2. Byggikøni kann ikki vera limur í próstadømisráðnum.
§ 30. Próstadømisráðið førir fundarbók.
Stk. 2. Í fundarbókina verða allar avgerðir førdar og hvussu hvør limur hevur atkvøtt.
Stk. 3. Beint sum fundur er lokin ella í seinasta lagi, tá næsti fundur byrjar, skriva teir próstadømisráðslimir, sum vóru á fundinum, undir fundarbókina.
Stk. 4. Próstadømisráðslimur kann, áðrenn fundurin er lokin, krevja at fáa serstøðu sína førda í fundarbókina. Er talan um avgerð, ið verður send øðrum myndugleika, skal serstøðan verða send við.
§ 31. Próstadømisráðslimur kann ikki vera við í viðgerð og atkvøðugreiðslu í máli, sum viðvíkur kirkjusóknini, har hann er limur í kirkjuráðnum. Próstadømisráðslimurin hevur tó rætt til at greiða frá støðu síni í slíkum máli.
Stk. 2. Próstadømisráðslimur boðar ráðnum frá, heldur hann iva kunna verða sáddan um gegni sítt.
Stk. 3. Próstadømisráðið ger av, hvørt ein limur á annan hátt hevur slíkan áhuga í máli, sum ger, at hann ikki kann taka lut í viðgerðini og atkvøðugreiðsluni av málinum. Hesin limur hevur tó rætt til at taka lut í viðgerðini og atkvøðugreiðsluni um gegni sítt.
Stk. 4. Próstadømisráðslimur, sum er kendur ógegnigur, fer úr fundarhølinum, meðan málið verður viðgjørt og atkvøtt verður um málið.
§ 32. Varalimur tekur sæti í próstadømisráðnum, berst prósta-dømisráðslimi frá, og varalimur tekur fast sæti í ráðnum, fer limur úr ráðnum ella doyr.
Stk. 2. Er eingin varalimur, ger stiftsstjórnin av, eftir at hava fingið ummæli frá hinum limunum í próstadømisráðnum, um val skal verða av nýggjum limi, ella um bíðað verður til næsta vanliga val.
Kapittul 4
Felags ásetingar
§ 33. Hevur kirkjuráð ella próstadømisráð tikið avgerð, sum er ímóti lóggávuni, kann stiftsstjórnin ógilda avgerðina, er hon ikki útint. Undir viðgerðini av málinum kann stiftsstjórnin fyribils seta avgerðina úr gildi.
Stk. 2. Útinnir kirkjuráð ella próstadømisráð ikki lógarásettar tænastuskyldur, kann stiftsstjórnin áleggja teimum limum í ráðnum tvingsilsbøtur, sum standa til svars fyri, at ráðið var óvirkið.
Stk. 3. Avgerðin hjá stiftsstjórnini er endalig.
§ 34. Stiftsstjórnin kann reisa endurgjaldskrav móti kirkjuráðslimi ella próstadømisráðslimi, sum hevur ábyrgdina av, at kirkjukassin ella fólkakirkjan annars hevur verið fyri fíggjarligum tapi.
Stk. 2. Stiftsstjórnin kann sleppa einum endurgjaldssakarmáli, um so er, at ráðslimurin áðrenn eina ásetta freist rindar viðkomandi kassa ella grunni upphæddina. Stiftsstjórnin kann minka upphæddina, ið eigur at verða afturgoldin, við atliti til sýnda skuld, stødd á skaða og umstøðum annars. Játtar ráðslimur at rinda upphæddina, og rindar hann hana áðrenn ásetta freist, kann størri endurgjaldskrav ikki verða reist.
Stk. 3. Avgerðin hjá stiftsstjórnini er endalig.
§ 35. Limur í kirkjuráði ella próstadømisráði kann ikki sleppa sær undan ábyrgd við ikki at greiða atkvøðu.
§ 36. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 2008. Samstundis fara úr gildi §§ 1, 2, 11, 12 og § 14, stk. 2 - § 32 í Anordning nr. 232 af 25. mai 1981 om ikrafttræden for Færøerne af Lov om Menighedsråd.
Stk. 2. Próstadømisráðið verður sitandi sambært bekendtgørelse nr. 1045 af 28. oktober 2005 om valg af medlemmer til provstiudvalg på Færøerne i 2006, skeiðið at enda.
Tórshavn, 19. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Kristina Háfoss (sign.)
Lm. nr. 127/2007