20. apríl 2006Nr. 27
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 4, stk. 1, nr. 1 verður strikað.
2) Í § 4 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Kravið í stk.1, nr. 2 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans. Kravið í stk. 2 um, at felag ella stovnur skal hava heimstað í Føroyum, er ikki galdandi fyri feløg ella stovnar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum. Hoyvíkssáttmálin er Sáttmáli frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands øðrumegin og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin. “
§ 2
Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands øðrumegin og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin.
Tórshavn, 20. apríl 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður