Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. februar 2023Nr. 27
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 2. mai 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3 c, stk. 1, 2. pkt. verður strikað.
2. § 3 c, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Í 2023 og 2024 verða í mesta lagi kr. 70.000 endurgoldnar, í 2025 verða í mesta lagi kr. 52.500 endurgoldnar, í 2026 verða í mesta lagi kr. 35.000 endurgoldnar, og í 2027 vera í mesta lagi kr. 17.500 endurgoldnar eftir hesi grein. Í 2028 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið.”
3. Í § 3 c verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Fyri plug-in hybridakfør, PHEV verða til 31. august 2023 í mesta lagi kr. 35.000 endurgoldnar. At rokna frá 1. september 2023 verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.
4. § 3 c, stk. 3, sum verður stk. 4, verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjald eftir hesi grein skal plug-in hybridakfarið vera skrásett í seinasta lagi 30. juni 2023. Ravmagnsakfarið ella vetnisakfarið skal verða skrásett í seinasta lagi 31. desember 2027.”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 2-4 koma í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd og hava virknað frá 1. januar 2023.
Stk. 2. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. september 2023.
Í Tinganesi, 27. februar 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 41/2022