1. mai 2024Nr. 28
Løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina, sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 14. september 2026
§ 1. Landsstýrisfólkinum verður heimilað at menna barsilsskipanini eina nýggja kt-skipan.
Stk. 2. Útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 13,5 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2028.
Í Tinganesi, 1. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 63/2023
1) Broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 14. september 2026.