Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mars 1994Nr. 28
Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 18. august 2017
Kapittul 1
Lógarøki, endamál og allýsingar v.m.
§ 1. 1) Lógin fevnir um vinnuligt at gagnnýta livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi á sjóleiðum uttanfyri føroysku landleiðirnar. Lógin fevnir somuleiðis um at gagnnnýta livandi tilfeingið í føroyskum áum og vøtnum. Lógin fevnir ikki um at gagnnýta hval, kóp, fugl og alifisk.
§ 2. 2) 3) Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.
Stk. 2. Viðvíkjandi stovnum, sum ferðast um fiskimark ella bert ferðast í altjóðasjógvi, verður dentur lagdur á millumlandasamstarv í samljóð við altjóða havrættin og á at samstarva við onnur lond um skipan fyri fiskiskapi á ávísum havleiðum og eftir ávísum fiskasløgum, fyri at tryggja somu endamál, sum nevnd eru í stk. 1 í hesi grein.
Stk. 3. Ein meginregla í umsitingini av tilfeingi, ið ikki er avmarkað av altjóða- ella øðrum avtalum, sum Føroyar er partur í, er at veita so frælsa atgongd til hetta tilfeingi sum gjørligt fyri fiskifør undir føroyskum flaggi.
§ 3. Rættindi til fiskiskap sambært hesi lóg fevna um veiðu við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir dýrum og plantum á føroysku landleiðunum og á havleiðum uttan fyri føroyskt fiskimark, og við fiskiførum undir fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum.
Stk. 2. Fiskirættindi latin sambært hesi lóg veita ikki einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt. Somuleiðis kunnu rættindi til fiskiskap takast aftur uttan endurgjaldsskyldu.
§ 4. 2) 5) 6) Føroyska ytra landleiðin er sjógvurin innan fyri linju, sum gongur 200 fjórðingar (1 fjórðingur = 1852 metrar) frá beinum grundlinjum, drignar gjøgnum hesi 18 støðini í tilskilaðu raðfylgju:
1. Sker í útsynning úr Munkinum
61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
2. Vestasti endi á Knúpi út fyri Fámara
61° 28’ 32’’.49 N - 006° 52’ 28’’.56 V
3. Vestasta hornið á Knikarsboða vestur úr Mykines vita
62° 05’ 45’’.35 N - 007° 41’ 35’’.08 V
4. Útnyrðingsendin á skeri millum Knikarsboða og Breiðufles í útnyrðing úr Mykines vita
62° 05’ 47’’.32 N - 007° 41’ 30’’.86 V
5. Vestasti endi á Breiðufles
62° 05’ 51’’.69 N - 007° 41’ 21’’.98 V
6. Vestasta hornið á Skeiðini í útnyrðing úr Mýlingi
62° 18’ 15’’.59 N - 007° 13’ 08’’.95 V
7. Landnyrðings hornið á Skeiðini
62° 18’ 17’’.61 N - 007° 12’ 59’’.66 V
8. Vestasta hornið á Risanum, norðan fyri Eiðiskoll
62° 19’ 25’’.00 N - 007° 06’ 16’’.52 V
9. Norðasta hornið á Risanum
62° 19’ 27’’.14 N - 007° 06’ 05’’.48 V
10. Norðasti endi á Rivtanga
62° 20’ 30’’.46 N - 006° 59’ 13’’.88 V
11. Útnyrðingshornið á Kalsfles, norður úr Kalsoynni
62° 22’ 24’’.60 N - 006° 48’ 27’’.55 V
12. Norðasti endi á Kalsfles
62° 22’ 24’’.84 N - 006° 48’ 20’’.02 V
13. Norðasta hornið á Flesini, norður úr Ennibergi
62° 23’ 42’’.42 N - 006° 33’ 52’’.71 V
14. Norðasta hornið á Skoparanum á Fugloynni
62° 21’ 14’’.91 N - 006° 18’ 15’’.08 V
15. Landnyrðingshornið við Hellurnar
62° 20’ 38’’.30 N - 006° 15’ 32’’.61 V
16. Eystasta hornið á Stapanum
62° 20’ 26’’.20 N - 006° 15’ 12’’.92 V
17. Eystasti endi á Flesjunum, sunnan fyri vitan á Akrabergi
61° 20’ 25’’.74 N - 006° 39’ 42’’.86 V
18. Sunnasti endi á Stórufles
61° 20’ 21’’.88 N - 006° 39’ 46’’.53 V
1. Sker í útsynning úr Munkinum
61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
Koordinatini frammanfyri vísa til Datum ETRS 89.
Stk. 2. Har minni enn 400 fjórðingar eru úr strondum Føroya til strendur Íslands, Noregs og Stórabretlands verður fiskimarkið, um serstøk avtala ikki er gjørd, avmarkað eftir tí linju, ið allastaðni liggur eins langt frá næsta punkti á grundlinjunum við nevndu strendur (miðlinjan).
Stk. 3. 5) 6) Innara landleiðin er sjógvurin innan fyri beinar grundlinjur drignar gjøgnum hesi 18 støðini í tilskilaðu raðfylgju:
1. Sker í útsynning úr Munkinum
61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
2. Vestasti endi á Knúpi út fyri Fámara
61° 28’ 32’’.49 N - 006° 52’ 28’’.56 V
3. Vestasta hornið á Knikarsboða vestur úr Mykines vita
62° 05’ 45’’.35 N - 007° 41’ 35’’.08 V
Útnyrðingsendin á skeri millum Knikarsboða og Breiðufles í útnyring úr Mykines vita
62° 05’ 47’’.32 N - 007° 41’ 30’’.86 V
4. Vestasti endi á Breiðufles
62° 05’ 51’’.69 N - 007° 41’ 21’’.98 V
5. Vestasta hornið á Skeiðini í útnyrðing úr Mýlingi
62° 18’ 15’’.59 N - 007° 13’ 08’’.95 V
6. Landnyrðings hornið á Skeiðini
62° 18’ 17’’.61 N - 007° 12’ 59’’.66 V
7. Vestasta hornið á Risanum, norðan fyri Eiðiskoll
62° 19’ 25’’.00 N - 007° 06’ 16’’.52 V
8. Norðasta hornið á Risanum
62° 19’ 27’’.14 N - 007° 06’ 05’’.48 V
9. Norðasti endi á Rivtanga
62° 20’ 30’’.46 N - 006° 59’ 13’’.88 V
10. Útnyrðingshornið á Kalsfles, norður úr Kalsoynni
62° 22’ 24’’.60 N - 006° 48’ 27’’.55 V
11. Norðasti endi á Kalsfles
62° 22’ 24’’.84 N - 006° 48’ 20’’.02 V
12. Norðasta hornið á Flesini, norður úr Ennibergi
62° 23’ 42’’.42 N - 006° 33’ 52’’.71 V
13. Norðasta hornið á Skoparanum á Fugloynni
62° 21’ 14’’.91 N - 006° 18’ 15’’.08 V
14. Landnyrðingshornið við Hellurnar
62° 20’ 38’’.30 N - 006° 15’ 32’’.61 V
15. Eystasta hornið á Stapanum
62° 20’ 26’’.20 N - 006° 15’ 12’’.92 V
16. Eystasti endi á Flesjunum, sunnan fyri vitan á Akrabergi
61° 20’ 25’’.74 N - 006° 39’ 42’’.86 V
17. Sunnasti endi á Stórufles
61° 20’ 21’’.88 N - 006° 39’ 46’’.53 V
1. Sker í útsynning úr Munkinum
61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
Koordinatini frammanfyri vísa til Datum ETRS 89.
Stk. 4. 5) Innara fiskidagaleiðin er sjógvurin innanfyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi tilskilaðu støð í hesi raðfylgju
1) 62°47'00"N, 07°12'00"W.
2) 62°47'30"N, 06°30'00"W.
3) 62°42'00"N, 06°00'00"W.
4) 62°28'00"N, 05°00'00"W.
5) 62°00'00"N, 04°30'00"W.
6) 61°30'00"N, 04°50'00"W.
7) 61°15'00"N, 05°00'00"W.
8) 61°15'00"N, 06°00'00"W.
9) 60°35'00"N, 06°09'00"W.
10) 60°26'00"N, 06°10'00"W.
11) 60°26'00"N, 06°32'00"W.
12) 60°35'00"N, 06°35'00"W.
13) 61°23'00"N, 07°30'00"W.
14) 61°25'25"N, 08°01'00"W.
15) 61°32'48"N, 08°20'30"W.
16) 61°49'00"N, 08°41'48"W.
17) 62°18'00"N, 08°45'00"W.
18) 62°38'00"N, 08°03'00"W.
Stk. 5. Ytra fiskidagaleiðin er sjógvurin millum 200 fjórðinga sjómarkið og innaru fiskidagaleiðina ásett í stk. 4, tó verður Føroya Banki ikki tikin við.
Stk. 6. Havleiðirnar uttan fyri føroysku landleiðirnar eru
1) NEAFC skipanarøkið, NAFO skipanarøkið og NASCO skipanarøkið og tær altjóðaleiðir, har Føroyska heimastýrið ikki hevur góðkent avtalur um skipan av fiskiskapi,
2) búskaparøkini hjá Kanada, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Russlandi, Estlandi, Lettlandi, Litavia og Europeiska samveldinum og øðrum londum, sum Føroyar hava sínámillum fiskivinnuavtalur við.
§ 5. 2) 3) 5) 7) Veiðuevnið hjá fiskifari er veiðitrýstið hvørt fiskifar fremur hvønn fiskidag.
Stk. 2. 8) Heildarkvota sambært hesi lóg er tann nøgd av ávísum fiskaslagi, ella fiskastovni, í tonsum, rund vekt, sum fiskifør undir føroyskum flaggi hava rættindi at veiða sambært antin kvotuskipan, sum landsstýrismaðurin ásetir við heimild í lógini, sambært árligum semjum í millumlanda fiskivinnunevndum, ella sambært árligum millumlanda avtalum við onnur lond.
Stk. 3. 1) 4) 5) 7) 9) Veiðiloyvi sambært hesi lóg fyri fiskifør, onnur enn tey, ið koma undir bólk 5 sambært § 28, stk. 1, er góðkenning, ið landsstýrismaðurin veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar.
Stk. 4. 4) 5) 9) Fiskiloyvi sambært hesi lóg er tann rættur, sum landsstýrismaðurin hevur latið eigara av ávísum fiskifari, sum hevur veiðuloyvi sambært stk. 3, at veiða ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd úr ávísum fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári. Fyri fiskifør, ið koma undir bólk 5 sambært § 28, stk. 1, krevst tó ikki veiðiloyvi fyri at fáa tillutað fiskiloyvi. Fiskiloyvi kann eisini verða latið eigara av fiskifari, sum ikki hevur veiðiloyvi sambært stk. 3, soleiðis at veitt verða fyribils ella avmarkað rættindi at veiða ávísa nøgd/dagatal úr fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári.
Stk. 5. 4) 10) Ein fiskidagur er hvørjar 24 tímar, fiskifarið hevur verið til fiskiskap í fiskiárinum. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr havn og at enda, tá komið er aftur í havn. Hvør byrjaður túrur telur tó minst 24 tímar. Fyri fiskifør í bólki 5 sambært § 28, stk. 1 telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er meir enn 24 tímar.
Stk. 6. 4) 5) Felags kvotupartur er tann partur av heildarkvotu av ávísum fiskastovni, ið landsstýrismaðurin setur av til at fiska hjá einum bólki av fiskiførum, undir einum.
Felags árskvota er felags kvotuparturin roknaður um til tons, rund vekt, av fiski.
Stk. 7. 4) 5) Egin kvotupartur er tann prosentpartur av felags árskvotu av ávísum fiskastovni, ið landsstýrismaðurin hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska. Egin árskvota er egni kvotuparturin roknaður um til tons, rund vekt, av fiski.
Stk. 8. 11) Felags kvota við hámarki er felags árskvota, sum landsstýrismaðurin hevur latið persóni ella felagi avmarkaðan rætt at veiða av.
Stk. 9. 4) 7) 11) Hjáveiðupartur er tann partur í prosentum, sum verður lutaður fiskiførum ella bólkum av fiskiførum til. Egin hjáveiðikvota er hjáveiðiparturin, ið landsstýrismaðurin hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska, roknaður um til tons, rund vekt, av fiski.
Stk. 10. 1) 4) 5) 7) 9) 11) Fiskidaganevndin. Landsstýrismaðurin velur eina Fiskidaganevnd, umboðandi vinnuna á sjónum, sum letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovninum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Nevndin og varaumboð verða vald fyri 4 ár í senn. Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess at útinna arbeiðssetningin. Landsstýrismaðurin velur formann og varaformann og setur skrivara.
Stk. 11. 4) 11) Fiskiveiðieftirlitið er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum og fremur eftirlit sum fyrisett í hesi lóg.
Stk. 12. 11) 12) Havstovan er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum og letur landsstýrismanninum upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum og vísindarligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í hesi lóg.
Stk. 13. 4) 11) Tons merkir Tonsatal Brutto (BT) ella Skrásett Brutto Tons (BRT), sum til eina og hvørja tíð tilskilað á skipsins málibrævi ella máliprógvi. Fiskifør kunnu ikki skifta høvuðsbólk sambært § 28, stk. 1, aftaná at henda áseting hevur fingið gildi.
§ 6. 13) Tann, ið ætlar sær at avreiða, skal søkja um fiskiloyvi. Um bert verður veitt til húsbrúks, krevst ikki fiskiloyvi.
Kapittul 2
Almennar reglur fyri fiskiskapi
§ 7. 2) 4) 5) 14) 9) 15) Vinnuligur fiskiskapur sambært hesi lóg kann bert fara fram við fiskiførum, sum sambært ognarviðurskiftunum til eina og hvørja tíð eru heimahoyrandi í Føroyum og hava veiðiloyvi eftir § 5, stk. 3, fiskiloyvi eftir § 5, stk. 4, 2. pkt., ella hvørs eigarar hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4, 3. pkt. Fyri at eiga fiskifar undir føroyskum flaggi krevst, at eigararnir eru:
1) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis, og sum lúka treytirnar í stk. 2, ella
2) feløg, sum lúka treytirnar í stk. 3.
Stk. 2. Eigararnir sbrt. stk. 1, nr. 1 skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum.
Stk. 3. Um eigararnir eru skipaðir í felagi, skal felagið lúka fylgjandi treytir:
1) Felagið skal vera partafelag, smáparta-felag, lutafelag ella partsreiðarí og skal hava fast tilknýti til Føroyar. Er talan um partafelag ella smápartafelag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv.
2) Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir parta-peninginum, umframt ábyrgdar-peninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2. Føroyska nevndarumboðanin skal í minsta lagi vera 2/3 av nevndini og lúka treytirnar í stk. 2. Skal felagið luta út vinningsbýti, skal føroyski parturin í minsta lagi fáa útlutað 2/3.
3) Eiga útlendingar í fiskifari, heima-hoyrandi í Føroyum, skal hetta góðkennast av landsstýrismanninum. Fara broytingar fram í ognar-viðurskiftunum, herundir parta-peninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skal hetta fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram, og landsstýrismaðurin skal góðkenna slíkar broytingar. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at lutfallið 1/3 og 2/3 broytist, og útlendski parturin harvið gerst størri enn 1/3, fellur veiðiloyvið burtur.
Stk. 4. Í sambandi við viðgerð av málum, sum metast at koma undir treytirnar í stk. 3, nr. 2 og 3 í hesi grein, kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá nevndarlimum, stjórn, eigarum, ráðgevum, fíggingarstovnum v.m. Landsstýrismaðurin kann krevja góðkenda føroyska týðing av hesum skjølum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann gera undantak viðvíkjandi treytunum til ognarviðurskiftini fyri fiskifør til royndarveiðu ella undirvísingar- og menningarætlanir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis gera tíðaravmarkað undantak til treytirnar um ognarviðurskiftini, tá tað snýr seg um at geva loyvi til fiskifar, sum skal nýtast fyri fiskifar, sum hevur veiði- og fiskiloyvi, men orsakað av bráfeingis óhappi ikki kann fara til fiskiskap.
Stk. 6. Persónar og feløg, sum hava rikið fiskifør í 1996 og áðrenn, kunnu halda áfram við virksemi sínum, hóast ásetingarnar í stk. 1-3, treytað av, at tey fiskifør, tey hava rikið, hava fingið veiðiloyvi frá landsstýrinum fyri árið 1996.
Stk. 7. Feløg, sum reka fiskifør, sum hava fingið veiðiloyvi/fiskiloyvi fyri árið 2007, og sum ikki lúka treytina í stk. 3 um nevndarumboðan, skulu fremja hesa á fyrstkomandi aðalfundi. Feløg, sum reka fiskifør, sum hava fingið veiðiloyvi/ fiskiloyvi fyri árið 2007, og sum ikki lúka treytina um vinningsbýti í stk. 3, skulu fremja broytingar í ásetingunum um vinningsbýti innan 3 ár.
Stk. 8. Eru treytirnar í hesi grein ikki loknar, kann landsstýrismaðurin nokta innflutnings-loyvi, at veiðiloyvi/fiskiloyvi verður flutt til annað fiskifar, ella krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist.
§ 7 a. 16) 17) 18) Feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis reka vinnuligan fiskiskap sambært hesi lóg, kunnu í mesta lagi hava rættin til:
1) Bólkur 2: Trolarar | 20 % av fiskidøgunum |
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons | 20 % av fiskidøgunum |
3) Bólkur 4A og 4B: Útróðrarbátar størri enn 15 tons | 20 % av fiskidøgunum |
4) Bólkur 4T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu | 30 % av fiskidøgunum |
5) Bólkur 6: Garnabátar | 25 % av fiskiloyvunum |
6) Verksmiðjutrolarar | 35% av kvotunum í toskavirði |
7) Ídnaðarskip | 35% av veiðiloyvunum |
8) Uppsjóvarfiskiskapur (nótaskip) | 25% av veiðiloyvunum. |
Stk. 2. 19) Hóast framman fyri standandi kunnu eigarar av fiskiførum avhenda fiskidagar, sbrt. § 14, stk. 1 og 2, fyri eitt ár í senn. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota, sbrt. § 15, stk. 1, kann somuleiðis avhendast fyri eitt ár í senn. Farið verður fram eftir vanligu reglunum í hesi lóg.
Stk. 3. 19) Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta, hvussu toskavirðið, sbrt. stk. 1, nr. 7, verður gjørt upp.
Stk. 4. 19) Nærstandandi, sbrt. stk. 1, eru hjúnafelagi, foreldur, omma, abbi, børn, barnabørn, systkin og hjúnafelagar hjá børnum, barnabørnum ella systkjum.
Stk. 5. 19) Virksemi, har feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, høvdu rætt til meira enn mest loyvda ásett í stk. 1, áðrenn henda lóg kemur í gildi, kann halda fram, men kann ikki økjast.
Stk. 6. 19) Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá ásetingunum í stk. 1.
Stk. 7. 19) Broytingar í ognarviðurskiftunum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um hámarkið í stk. 1, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag, fellur veiðiloyvið burtur.
Stk. 8. 19) Landsstýrismaðurin kann í sambandi við viðgerðina av málinum krevja allar neyðugar upplýsingar frá eigarum, nevndarlimum, ráðgevum, virkjum o.ø. um eigaraviðurskiftini og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í stk. 1 eru loknar.
§ 7 b. 15) Veiðiloyvi, latin sbrt. hesi lóg, hava gildi til 1. januar 2018.
Stk. 2. Tá veiðiloyvi fer úr gildi sbrt. hesi lóg, fella samstundis øll fiskirættindi burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sbrt. lógini.
Stk. 3. Hóast stk. 1 fær eigari av fiskifari, ið hevur fingið avmarkað fiskirættindi sambært § 7, stk. 5, bert tey í fiskiloyvinum fyribils ella avmarkaðu rættindini tað ávísa fiskiárið.
Stk. 4. Fiskiloyvi, latin í bólki 5, hava gildi til 1. januar 2018.
Stk. 5. Veiðiloyvi og fiskiloyvi kunnu ikki setast í veð.
§ 7 c. 15) Hóast ásetingarnar í § 7 b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi.
Stk. 2. Veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í 5 ár. Onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri endurnýggjan av fiskiloyvum til bólk 5, sbr. § 5, stk. 4 og § 7 b.
§ 8. 2) 4) 5) 7) 9) 20) Veiðiloyvi frá fiskifari kann eftir umsókn verða flutt til annað fiskifar uttan veiðiloyvi við somu ella minni fiskiorku ella til innflutt fiskifar við somu ella minni fiskiorku. Er talan um veiðiloyvi til uppsjóvar fiskasløg, rækjuveiði ella til fiskiskap uttan fyri føroysku landleiðirnar, kann landsstýrismaðurin gera undantak frá hesum kravi.
Stk. 2. 21) 9) 20) 22) 11) Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigaranum av fiskifari við veiðiloyvi tilsøgn um, at veiðuloyvið kann verða flutt til annað fiskifar við veiðuloyvi.Tó er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi millum høvuðsbólkarnar, ásettir sambært § 28, stk. 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at lata eigara av fiskifari, sum veiðiloyvi verður flutt á, at njóta rættindi samsvarandi við, at fiskiorkan ikki verður størri enn fiskiorkan tilsamans hjá fiskifarinum, sum veiðiloyvi verður flutt á, og fiskifarinum, sum veiðiloyvi verður flutt frá.
Stk. 3. 7) 21) 9) 23) 20) 22) Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigarunum tilsøgn um, at veiðiloyvi frá tveimum fiskiførum, kunnu verða flutt til annað fiskifar uttan veiðiloyvi ella til innflutt fiskifar. Tó er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 15 tons, til fiskifar størri enn 15 tons ella øvugt. Somuleiðis er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt. Landsstýrismanninum verður heimilað at lata eigaranum av fiskifarinum, sum veiðuloyvini verða flutt á, at njóta rættindi svarandi til, at fiskiorkan ikki verður størri enn fiskiorkan tilsamans hjá fiskiførunum, sum veiðuloyvini verða flutt frá.
Stk. 4. 6) Verður fiskifar við veiðuloyvi lagt med alla, er ræðisavmarking skrásett í skipaskránni, ella farið verður strikað í skipaskránni, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita eigaranum tilsøgn um veiðuloyvi til annað fiskifar ístaðin, sum skal verða skrásett í skipaskránni innan 2 ár frá tí degi, at tilsøgnin er givin. Fiskifarið, sum kemur ístaðin, skal lúka treytirnar í stk. 1 viðvíkjandi fiskiorku. Hevur persónur ella felag ikki gjørt nýtslu av einari sambært 1. punktum givnari tilsøgn, kann landsstýrismaðurin, tá fiskiár byrjar, tilluta bólkinum fiskirættindini.
Stk. 5. Landsstýrismanninum verður givin heimild til í serligum førum at víkja frá 2 ára tíðarfreistini sum ásett í stk. 4.
Stk. 6. 9) Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita persóni ella felag við tilsøgn um veiðuloyvi sambært stk. 4 tilsøgn um, at veiðuloyvið kann verða flutt til annað fiskifar samsvarandi stk. 2 og 3.
Stk. 7. 21) Fiskiorkan verður m.a. útroknað eftir miðalveiðutølum fyri hvønn brúktan fiskidag í hvørjum bólki sær, nevndir í §§ 28 og 29. Trolbátar í bólki 4 verða viðgjørdir fyri seg. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð reglur um, hvussu fiskiorka verður roknað út, og um mannagongd fyri samanlegging og umsiting sambært reglunum í stk. 1 – 5.
Stk. 8. 9) 10) Ásetingarnar í stk. 1,4 og 5 eru eisini galdandi fyri flyting av fiskiloyvi millum fiskifør í bólki 5 sambært § 28, stk. 1.
§ 9. 1) 2) 4) 5) 10) 24) Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at skipa fyri fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum og fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum og fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi uttanfyri landleiðirnar og kann landsstýrismaðurin m.a. gera reglur um:
1) Reglur verða gjørdar um hvussu fiskidagar á innaru fiskidagaleiðini verða býttir um við fiskidagar á ytru fiskidagaleiðini við neyvari tilskilan av kongafiski og svartkalva hjáveiðunøgd og fiskidagaskipan fyri fiskifør, sum hava serloyvir.
2) Fiskidagaskipan ella kvotuskipan á mið- og fjarleiðum.
3) Fiskidagaskipan ella kvotuskipan á føroysku landleiðunum, har hesi ikki eru býtt út til ávísar skipabólkar eftir hesi lóg.
4) Skyldu at lata veiðufráboðan til eftirlitsendamál
5) Skipan við veiðu- og fiskiloyvum og avgreiðslugjald í hesum sambandi og í sambandi við avhending av fiskidøgum og kvotum
6) Vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski.
7) Bann fyri at blaka veiði út aftur, og hvørji dýra- og plantusløg koma undir hetta bann.
8) Hvussu mótroknað verður, um veitt verður út um ásett fiskidagatal, ásett hjáveiðuprosent ella egna árskvotu og um hvussu virði í mótrokningini verður at nýta.
9) Reglur um hvør er at meta sum fult rikin og ikki fult rikin útróðrarbátur og reglur um inntøkumørk.
10) Reglur um veiðibann sunnu- og halgidagar.
11) Tíðaravmarkað veiðubann á ávísum leiðum við ávísum reiðskapi eftir tillagingartørvi fiskidagatalsskipaninnar.
12) Reglur um tilevning og nýtslu av fiskireiðskapi fyri at sleppa undan, at fuglur kemur í fiskireiðskapin.
13) Treytir um innrætting og útbúnað í samband við hagreiðing, virking og goymslu av veiðu umborð og krav um, at skip hava góðkendar tekningar av lastarrúmum og skipinum annars.
14) Treytir um skráseting av veiðu og merking av fiski og fiskaúrdrátti umborð, framleiðsludagbók, lastaplan o.tíl.
15) Skyldu at taka sýni av veiðu.
Stk. 2. 4) 25) 26) Landsstýrismanninum verður heimilað við kunngerð at áseta reglur um:
1) hvussu fiskiskapurin skal fara fram,
2) minstamát,
3) friðað øki og friðingartíðir,
4) fiskireiðskap og nýtslu hansara og veiðihættir.
Stk. 3. 4) Landsstýrismanninum er somuleiðis heimilað at skipa fyri fiskiskapi frá landi og í áum, vøtnum og løkum og í kunngerð áseta nærri reglur um minstamát, friðað øki, friðingartíðir, fiskireiðskap og nýtslu teirra, fiskihættir, avmarking av veiðinøgd, veiðiorku og onnur tiltøk.
Stk. 4. 4) 27) 28) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur, sum avmarka avreiðing av veiðu uttanlands til 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, og áseta treytir í sambandi við avreiðing av fiski í Føroyum og uttanlands, heruppií hvussu stórur partur skal fara um góðkendar uppboðssølur, og áseta krøv um skjalprógv, tá veiða verður útflutt til virkingar uttanlands.
§ 9 a. 4) 5) 25) 12) Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd í teimum í stk. 2-15 nevndu leiðum og tíðarskeiðum.
Stk. 2. Alt árið innan fyri linjur, drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, undantikið fiskifør, ið hava serloyvi til troling.
Stk. 3. Í øki B í tíðarskeiðinum frá 20. januar til 1. mars, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 61°10'00"N 09°35'00"V
b) 61°35'00"N 09°35'00"V
c) 61°35'00"N 09°20'00"V
d) 61°28'00"N 09°20'00"V
e) 61°10'00"N 09°28'00"V
f) 61°10'00"N 09°35'00"V
Stk. 4. Í øki C alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 61°44'48"N 07°43'18"V
b) 61°32'48"N 08°20'30"V
c) 61°49'00"N 08°41'48"V
d) 61°57'00"N 08°16'30"V
e) 61°57'00"N 07°59'30"V
Stk. 5. Í øki D alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 62°26'05"N 07°30'00"V
b) 62°30'00"N 07°30'00"V
c) 62°30'00"N 08°00'00"V
d) 62°35'00"N 08°00'00"V
e) 62°47'00"N 07°12'05"V
f) 62°47'00"N 06°30'00"V
g) 62°35'00"N 06°30'00"V
Stk. 6. Í øki E í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 62°25'00"N 05°52'00"V
b) 62°25'00"N 05°16'00"V
c) 62°03'00"N 05°18'00"V
d) 62°03'00"N 05°50'00"V
e) 62°00'00"N 05°50'00"V
f) 62°00'00"N 05°57'05"V
Stk. 7. Í øki F alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 61 ̊ 12´00´´N 06 ̊ 22´00´´V
b) 61 ̊ 03´00´´N 06 ̊ 17´00´´V
c) 61 ̊ 00´00´´N 06 ̊ 07´00´´V
d) 60 ̊ 42´00´´N 06 ̊ 11´00´´V
e) 60 ̊ 45´00´´N 06 ̊ 17´00´´V
f) 60 ̊ 45´00´´N 06 ̊ 36´00´´V
g) 61 ̊ 27´00´´N 07 ̊ 30´00´´V
h) 61 ̊ 32´30´´N 07 ̊ 27´00´´V
Stk. 8. Í øki G alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 61°37'00"N 07°33'00"V
b) 61°30'00"N 07°45'00"V
c) 61°26'00"N 07°45'00"V
d) 61°26'48"N 07°49'12"V
e) 61°27'18"N 08°04'00"V
f) 61°29'00"N 08°10'00"V
g) 61°30'30"N 08°13'00"V
h) 61°34'30"N 08°15'00"V
i) 61°36'00"N 08°10'00"V
j) 61°31'30"N 07°56'00"V
k) 61°41'00"N 07°38'30"V
Stk. 9. Í øki H í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum breiddarstigið 61°57'00"N og 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N 07°26'00"V).
Stk. 10. Í øki I, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meira, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N 07°26'00"V) og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 62°30'00"N 07°45'00"V
b) 62°30'00"N 07°30'00"V
c) 62°26'05"N 07°30'00"V
Partrol ella dupulttrol er ikki loyvt.
Stk. 11. Í øki J, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meira, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar úr grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30'00"V og norðan fyri breiddarstigið 62°25'00"N. Partrol ella dupulttrol er ikki loyvt.
Stk. 12. Í øki K í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 60°54'00"N 06°04'00"V
b) 60°51'00"N 06°04'00"V
c) 60°51'00"N 05°56'00"V
d) 60°54'00"N 05°56'00"V
e) 60°54'00"N 06°04'00"V
Stk. 13. Í øki L í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 60°26'00"N 06°32'00"V
b) 60°35'00"N 06°35'00"V
c) 60°35'00"N 06°09'00"V
d) 60°26'00"N 06°10'00"V
Stk. 14. Í øki T alt árið innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 62°38,0 N 08°00,0 V
b) 62°29,8 N 08°00,0 V
c) 62°12,0 N 08°34,5 V
d) 62°12,0 N 08°46,0 V
e) 62°18,0 N 08°45,0 V
f) 62°38,0 N 08°00,0 V
Stk. 15. Í øki U alt árið innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 62°24'00"N 05°00'00"V
b) 62°30'00"N 05°06'00"V
c) 62°32'00"N 05°20'00"V
d) 62°28'00"N 05°20'00"V
e) 62°27'00"N 05°10'00"V
f) 62°24'00"N 05°06'00"V
g) 62°24'00"N 05°00'00"V
Stk. 16. Veiðibannið í stk. 1-15 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri.
Stk. 17. Hóast ásetingarnar í stk. 1-15 kann landsstýrismaðurin við kunngerð víðka um friðingarnar í stk. 1-15 við tíðaravmarkingum fyri allar veiðihættir hjá øllum fiskiførum.
§ 9 b. 12) Á Føroya Banka, øki A, er í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 60°50'00"N 07°57'00"V
b) 61°03'00"N 07°57'00"V
c) 61°15'30"N 08°16'00"V
d) 61°13'20"N 08°42'12"V
e) 61°00'00"N 09°11'00"V
f) 60°48'40"N 09°25'00"V
g) 60°24'00"N 09°07'00"V
h) 60°50'00"N 07°57'00"V
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 er, í øki a í tíðarskeiðinum frá 1. september til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, loyvt at veiða innan fyri linjur, drignar millum hesi støð:
a) 60°50'00"N 07°57'00"V
b) 60°57'20"N 07°57'00"V
c) 60°45'40"N 08°37'00"V
d) 60°36'30"N 08°45'00"V
e) 60°26'00"N 09°08'25"V
f) 60°24'00"N 09°07'00"V
g) 60°50'00"N 07°57'00"V
Stk. 3. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við kraftblokki.
Stk. 4. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri.
Stk. 5. Hóast ásetingarnar í stk. 1 kann landsstýrismaðurin við kunngerð loyva tíðaravmarkaðari veiðu við snellu, snøri ella tráðu.
§ 10. 2) 4) 5) Virking av veiðu umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi á føroysku landleiðunum er bert loyvd eftir góðkenning frá landsstýrismanninum . Virking umborð er, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.
Stk. 2. 4) Virking av veiðu á føroysku landleiðunum umborð á fiskiførum undir fremmandum flaggi kann bert fara fram við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 3. 4) 8) Før undir føroyskum flaggi kunnu bert umskipa, lata veiðu ella úrdrátt úr veiðu til annað far, ella taka ímóti veiðu ella úrdrátti úr veiðu frá øðrum fari við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 4. Tað er ikki loyvt at blaka veiðu fyri borð.
Stk. 5. 1) Á landleiðunum og í føroyskum havnum er tað bannað fiskiførum, sum eru undir fremmandum flaggi og fremmandum ríkisborgarum at reka vinnuligan fiskiskap yvirhøvur, herundir fáast við slíkt, ið stendur í samband við fiskiskap, so sum umskiping av fongi, virking, pakking ella onnur handfaring av fiski ella fiskavøru, umskiping av útgerð ella ankring við tí í hyggju at taka lut í umskiping av fiski ella taka inn útgerð.
Stk. 6. 1) 4) 5) Landsstýrismanninum er heimilað at gera undantak frá forboðnum í stk. 5 og at gera nærri reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 7. 1) 24) Bannað er førum undir fremmandum flaggi at koma í føroyskt sjóumveldi, ella í føroyska havn, hava tey framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hava tey stuðlað slíkum fiskiskapi, tó undantikið í skaðaleysari gjøgnumsigling ella í neyðstøðu. Eru førini komin í føroyskt sjóumveldi, ella í føroyska havn, kann bann setast fyri at veita teimum tænastur, eitt nú olju, útgerð, flutning av veiðu, manningarskifti, vistir og viðlíkahald. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um forboðið og um treytir og mannagongdir, tá før undir fremmandum flaggi koma í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn.
§ 11. 4) 5) 9) Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu ikki fara til vinnuligan fiskiskap uttan at hava veiðiloyvi og fiskiloyvi sambært § 5, stk. 3 og 4, ella fiskiloyvi sambært § 5, stk. 4, 2. pkt., ella uttan at eigarar tess hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4. Landsstýrismanninum er heimilað í fiskiloyvinum at seta nærri treytir viðvíkjandi t.d. fiskiskapinum og regluligum fráboðanum til Fiskiveiðueftirlitið.
Stk. 2. 2) 11) Til vinnuligan fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir fiskasløgum, ið koma undir fiskidagaskipan, kvotu- ella aðra skipan krevst ræði yvir fiskidøgum ella kvotum, sambært § 5, stk. 5-9.
Stk. 3. Fiskifør undir fremmandum flaggi kunnu bert veiða á føroysku landleiðunum við loyvi frá Fiskimálastýrinum, sambært sínámillum fiskiveiðuavtalum.
Kapittul 3
Reglur um fiskidaga- og kvoturættindi 2)
§ 12. 2) 4) 5) 9) 11) Bert persónar og feløg, ið eiga fiskifør, ið hava veiðiloyvi sambært § 5, stk. 3, kunnu fáa rættindi sambært § 5, stk. 4 – 9. Fyri fiskifør í bólki 5 sambært § 28 krevst tó ikki veiðiloyvi fyri at fáa rættindi sambært § 5, stk. 4 – 9. Eigari av fiskifari, ið hevur fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4, kann fáa rættindi sambært § 5, stk. 5 – 9.
§ 12 a. 11) Felags kvota við hámarki gevur eigara av ávísum fiskifari rætt at veiða í mesta lagi upp til eitt í fiskiloyvinum ásett hámark av tillutaðari felags árskvotu, sbr. tó § 18, stk. 1.
§ 13. 1) 2) 4) 9) 15) Fyri eigarar av fiskiførum við veiðiloyvi sbrt. § 5, stk. 3 og § 7 b hevur rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu somu gildistíð, sum veiðiloyvi sbrt. hesi lóg. Tá veiðiloyvi verða endurnýggjað sbrt. hesi lóg, verður rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu somuleiðis endurnýggjaður.
Stk. 2. 17 Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at rættur til egna hjáveiðikvotu kann verða latin fiskiførum í høvuðsbólki 6, sbrt. § 28, stk. 1, við somu gildistíð, sum veiðiloyvi sbrt. hesi lóg.
Stk. 3. Øll fiskirættindi fella burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sbrt. lógini, tá veiðiloyvi fer úr gildi sbrt. hesi lóg.
§ 14. 2) 4) 5) 7) 9) 29) 22) 11) 17) 18) Eigarar av fiskiførum í høvuðsbólki 2, 3 og 4 kunnu sínámillum í høvuðsbólkinum avhenda fiskidagar fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga. Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar, ætlaðir til húkaveiðu, til trolveiðu ella øvugt. Farið verður fram eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð. Avhendingin er treytað av, at partarnir lúka ásetingarnar í § 13, og at í minsta lagi 60% av tillutaðu døgunum, fiskiárið frammanundan, eru nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum. Fyri avhendan millum fiskifør skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievni.
Stk. 2. 30) 17) 18) Fiskidagar kunnu avhendast í sama fiskiári millum høvuðsbólkarnar, ásettir sambært § 28, stk. 1, undantikið til og frá høvuðsbólki 5, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum, eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð. Rættindahavari til húkaveiðu í høvuðsbólki 4 kann ikki avhenda fiskidagar til rættindahavara til trolveiðu í bólki 4. Fyri avhendan millum høvuðsbólkarnar skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievni.
Stk. 3. Fiskirættindi, svarandi til avhendaðar fiskidagar, verða løgd afturat rættindunum hjá fiskiloyvinum, sum tað er avhendað til. Fiskidagar, sum verða endaliga avhendaðir, skulu fylgja lutfalsliga vøkstri og niðurskurði í sama mun, sum ásetingin í § 29 fyri hvørt fiskiár broytist.
Stk. 4. Um upprunaligi loyvishavarin, sum hevur avhendað fiskidagar fyri eitt fiskiár, ikki lýkur ásetingarnar í § 12, tá nýtt fiskiár byrjar, verður fiskiloyvi ikki útskrivað, men kann landsstýrismaðurin býta fiskidagarnar lutfalsliga í avvarðandi undirbólki.
Stk. 5. Fiskiveiðieftirlitið skal hava fráboðan um avhending av fiskidøgum. Fráboðanin skal gerast skrivliga og skal váttast av báðum pørtum. Áður enn avhendaðu fiskidagarnir kunnu nýtast, skal Fiskiveiðieftirlitið við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at hann, sum avhendar fiskidagar, hevur ræði yvir so mongum fiskidøgum.
Stk. 6. Fiskidagar kunnu ikki setast í veð.
§ 15. 1) 2) 4) 5) 7) 9) 6) Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota kunnu avhendast í eitt ár í senn ella endaliga eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð. Hetta er treytað av, at partarnir lúka ásetingarnar í § 13, og fyri avhending av botnfiskakvotum í íslendskum sjógvi, ið ikki er endalig, at í minsta lagi 60% av tillutaðu kvotunum álmanakkaárið frammanundan eru nýttar til fiskikap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum.
Stk. 2 Fiskirættindi, svarandi til avhendaðar kvotur, verða løgd afturat rættindunum hjá fiskiloyvinum, sum tað er avhendað til. Kvotur, sum eru avhendaðar, skulu fylgja lutfalsliga vøkstri og niðurskurði í sama mun, sum felags árskvotan broytist hvørt ár.
Stk. 3. Um upprunaligi loyvishavarin, sum hevur avhendað kvotur fyri eitt álmanakkaár, ikki lýkur ásetingarnar í § 12, tá nýtt álmanakkaár byrjar, verða egin árskvota og egin hjáveiðikvota ikki útskrivað, men kann landsstýrismaðurin býta kvoturnar til onnur fiskifør.
Stk. 4. Fiskiveiðieftirlitið skal hava fráboðan um avhending av teimum í stk. 1 nevndu kvotum. Fráboðanin skal gerast skrivliga og skal váttast av báðum pørtum. Áður enn avhendaðu kvoturnar kunnu nýtast, skal Fiskiveiðieftirlitið við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at hann, sum avhendar kvotur, hevur ræði á hesum kvotum.
Stk. 5. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota kunnu ikki setast í veð.
§ 16. 1) 2) 4) 5) 15) (Strikað).
§ 17. 2) 4) 5) Um partur av heildarkvotu ikki er latin sum egin kvotupartur sambært § 5, stk. 7, ella kvotupartur verður latin Landsstýrismanninum inn aftur sum ónýttur, kann landsstýrismaðurin lata hann sum egna kvotupart til annað fiskifar.
§ 18. 1) 2) 11) Fiskiskapur skal steðga beinanvegin, tá kvota er uppfiskað, sbr. tó stk. 2, hámark er rokkið, ella fiskidagar hjá fiskifari ella bólki eru nýttir. Fiskiloyvi ella partar av hesum fella burtur av sær sjálvum, tá kvota er uppfiskað, hámark er rokkið, ella fiskidagar eru nýttir.
Stk. 2. 1) 4) 11) Um veiðan eftir einum ávísum fiskaslagi ger, at fiskiskapurin eftir øðrum fiskasløgum steðgar, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur fyri, hvussu fiskiskapurin eftir teimum fiskasløgum, sum ikki eru uppfiskað, verður at halda áfram
§ 19. 1) 4) 5) 27) 28) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at tal av nýttum fiskidøgum, ella nýtslan av egnari árskvotu, skal hækkast við upp til 30%, um meira enn 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan. Landsstýrismaðurin kann loyva øðrum skipum í bólkinum at veiða kvoturnar, sum verða roknaðar sum nýttar.
Stk. 2. 28) Tá avreiðing av veiðu uttanlands er avmarkað við heimild í § 9, stk. 4, og skip avreiða meir enn loyvdu nøgdina uttanlands, skal eigari av fiskifari, sum ikki er undir fiskidagaskipan, rinda avgjald. Avgjaldið verður roknað sum 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd ov nógv uttanlands.
Stk. 3. 28) Tá fiskidagar ella egin árskvota verða hækkað eftir reglum við heimild í stk. 1, verður hækkingin fyri seinasta uppgjørda tíðarskeiðið í einum fiskiári tikin av rættindunum hjá loyvishavara komandi fiskiárið.
§ 20. 12) 8) Havstovan hevur loyvi at fremja vísindaligar fiskirannsóknir, við egnum ella leigaðum fiskiførum, uttan mun til reglurnar í hesi lóg. Landsstýrismaðurin kann lata eigara av ávísum fiskifari rætt at veiða ávísa nøgd úr ávísum fiskastovni á ávísum leiðum í ávísum fiskiári sum samsýning fyri, at fiskifarið ger vísindaligar fiskirannsóknir fyri Havstovuna. Kvotan kann latast sum egin árskvota, sum ikki gevur rættindi sambært § 13 í hesi lóg, og sum ikki kann avhendast endaliga sambært § 15 í hesi lóg.
Stk. 2. 4) Royndarfiskiskapur krevur serstakt loyvi frá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta treytir fyri royndarfiskiskapi
Stk. 3. 4) Landsstýrismaðurin kann uttan mun til galdandi avmarkingar í vinnuliga fiskiskapinum annars, loyva fiskiskapi sum liður í einari undirvísingar- og/ella menningarætlan.
§ 21. 2) 4) 5) 9) Veiða úr stovnum, ið ikki koma undir kvotu- ella fiskidagaskipan ella skipan við serligum fiskiloyvi, er loyvd fiskiførum við veiðiloyvi og fiskiloyvi sambært § 5, stk. 3 og 4, fiskiførum við fiskiloyvi sambært § 5, stk. 4, 2. pkt. ella fiskiførum, hvørs eigarar hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4. Fiskiskapurin skal fara fram eftir teimum reglum, ið eru ásettar av landsstýrismanninum sambært § 9.
Stk. 2. 4) Tá loyvi verður givið til veiði sambært stk. 1, kann landsstýrismaðurin leggja dent á m.a. at bøta um trupul viðurskifti hjá persónum og feløgum, ið standast av kvotabýtinum.
Kapittul 4
Ásetan av veiðurættindum á føroysku landleiðunum hjá fiskifør undir føroyskum flaggi
§ 22. 2) 3) 4) 5) 7) 25) Við løgtingslóg verður ásett fiskidagatal fyri botnfiskaveiði á føroyska landgrunninum hvørt fiskiárið.
Stk. 2. 12) Á hvørjum ári fyri 15. juni skal Havstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið og, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
Stk. 3. Á hvørjum ári fyri 22. juni skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi veiði fyri fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið og, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin leggur uppskot fram til løgtingslóg sbrt. stk. 1, og gevur í viðmerkingunum til uppskotið frágreiðing við øllum upplýsingum av týdningi viðvíkjandi ásetingini av fiskidøgum.
Stk. 5. 31) Fiskiárið byrjar 1. september og endar 31. august árið eftir. Fiskiárið, sum byrjar 1. september 2017, endar 31. desember 2017, og ikki nýttir fiskidagar kunnu flytast yvir um ár og kunnu brúkast fram til 31. august 2018. Fiskidagar fyri komandi árið verða ásettir í seinasta lagi 18. august sama árið, fiskiárið byrjar.
Kapittul 5
Veiða á føroysku landleiðunum við fiskiførum, sum eru undir fremmandum flaggi
§ 23. 4) Hóast forboðnum í § 10, stk. 5 móti at fiskifør, sum eru undir fremmandum flaggi, og ríkisborgarar, sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, reka vinnuligan fiskiskap á føroysku landleiðunum, kann landsstýrismaðurin loyva tílíkan fiskiskap sambært sínámillum fiskivinnuavtalum við onnur lond.
Stk. 2. 4) Hóast kravið um, at bert fiskifør úr londum, sum Føroyar hava sínámillum fiskivinnuavtalu við, kunnu fáa loyvi at reka fiskiskap á føroysku landleiðunum, kann landsstýrismaðurin gera undantak frá hesi reglu, um tað tænir royndarendamálum ella er liður í royndum at menna nýggja veiði ella fiskavirking.
§ 24. Fiskifør undir fremmandum flaggi hava loyvi at veiða tær veiðunøgdir av ymiskum fiskastovnum undir Føroyum, sum eru avtalaðar millum myndugleikarnar í hesum londum og Føroya landsstýri á hvørjum ári.
Stk. 2. 4) Fiskifør undir fremmandum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á einum lista, sum heimland teirra hevur sent Fiskimálastýrinum við navni, skrásetingarnummari og øðrum neyðugum upplýsingum, áðrenn nýtt fiskiár byrjar. Broytingar kunnu gerast í listanum í fiskiárinum.
§ 25. 4) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um fiskiskap á føroysku landleiðunum hjá fiskiførum undir fremmandum flaggi við atliti at § 9 og sínámillum fiskivinnuavtalunum.
Kapittul 6
Veiðurættindi uttan fyri føroysku landleiðirnar hjá teimum, sum eiga fiskifør, sum eru undir føroyskum flaggi
§ 26. 2) 4) 5) Veiðunøgdirnar, sum fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu veiða uttanfyri føroysku landleiðirnar, verða ásettar fyri eitt ár í senn, sambært sínámillum fiskivinnuavtalum við onnur lond og semjum í millumlanda og altjóða fiskivinnunevndum. Landsstýrismaðurin kann luta hesar nøgdir út sum egnar kvotupartar, egnar árskvotur ella felags árskvotur. Har fiskirættindini eru ásett sum fiskidagar, kann landsstýrismaðurin lata fiskifør fiska av ásetta dagatalinum undir einum ella lutað dagarnar millum skipini. Egnir kvotupartar, egnar árskvotur og felags árskvotur koma undir reglurnar í kapittul 3.
Stk. 2. Reglur og treytir fyri fiskiskapi eru tær, sum eru galdandi í fiskivinnuøkinum hjá teimum londum, sínámillum fiskivinnuavtala er gjørd við. Í altjóðasjógvi galda tær reglur, sum avtalaðar eru í millumlanda og altjóða fiskivinnunevndum, og sum Føroyar hava góðtikið.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað, tá fýra mánaðir eru eftir av fiskiárinum, at flyta ikki nýttar partar av felags árskvotu hjá einum skipabólki til annan bólk, sum tørvar hesar, grundað á tilætlingina í hesi lóg.
Stk. 4. 5) Fiskiár í hesum kapittli er tað tíðarskeið, sum felags árskvotan er galdandi fyri.
Kapittul 7
Ymiskar ásetingar 1)
§ 27. 1) 2) 4) 7) 23) 32) 33) 34) 35) 36) 37) 38) 39) 40) 10) 41) 30) 42) 12) 17) 18) 43) 44) 45) 46) 47) 31) Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum frá 1. september til 31. desember 2017 fyri fiskifør undir føroyskum flaggi.
§ 28. 1) 2) 4) 5) 7) 23) 18) Veiðiflotin verður býttur upp í hesar høvuðsbólkar av fiskiførum á føroysku landleiðunum:
Bólkur 2: | Trolarar |
Bólkur 3: | Línuskip yvir 110 tons |
Bólkur 4: | Útróðrarbátar yvir 15 tons |
Bólkur 5: | Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu |
Bólkur 6: | Onnur veiða |
Stk. 2. 1) 4) 7) 10) 1) Rætturin til tilfeingið á føroysku landleiðunum verður roknaður vegleiðandi hvørjum høvuðsbólki sær eftir prosentbýti av teimum ymisku fiskastovnunum soleiðis:
| Toskur | Hýsa | Upsi | Kongafiskur |
Bólkur 2: Trolarar | 25% | 12,00% | 82% | 99% |
Bólkur 3: Línuskip | 37% | 45% | 0 | 0 |
Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 t. | 17% | 17,5% | 11,5% | 0,5% |
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 t. | 20% | 23,5% | 6 % | 0 |
Bólkur 6: Onnur | 1% | 2% | 0,5% | 0,5% |
§ 29. 1) 2) 4) 5) 7) 37) 38) 39) 40) 10) 41) 30) 42) 48) 12) 17) 18) 19) 43) 44) 45) 46) 47) 31) Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum vóru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at lagt verður upp fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4 A og 4 B í tíðarskeiðinum frá 1. september 2016 til 31. august 2017:
1) Bólkur 2: Trolarar:
a) Innara fiskidagaleið: 4.386 fiskidagar.
b) Ytra fiskidagaleið: 1.530 fiskidagar.
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 2.029 fiskidagar.
3) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 859 fiskidagar.
4) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 1.323 fiskidagar.
5) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 1.178 fiskidagar.
6) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 8.879 fiskidagar.
Stk. 2. 4) Fyri Føroya Banka verður landsstýrismaðurin heimilað at áseta fiskidagaskipan eftir somu skipan sum fyri landgrunnin, tó við atliti at, hvussu Føroya Banki til eina og hvørja tíð er friðaður fyri ymsar veiðihættir.
Stk. 3. 4) 5) 17) 18) Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk sær er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, tó undantikið fiskidagar, ásettir fyri ytru fiskidagaleið í høvuðsbólki 2, sbrt. § 28, stk. 1. Ásetta fiskidagatalið fyri høvuðsbólk 2 á ytru fiskidagaleið kann bert nýtast til fiskiskap á ytru fiskidagaleið. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um umbýti av fiskidøgum frá innaru til ytru fiskidagaleið. Verður fiskað á ytru fiskidagaleið, uttan fráboðan til Fiskiveiðieftirlitið um umbýti av døgum frammanundan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagatalinum, tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið.
Stk. 4. 4) 5) Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at gera reglur fyri, at fiskidagatalið tillutað hvørjum fiskifari í høvuðsbólki 4 kann roknast um í lutfallinum 1:2, um fiskað verður við snellu. Fiskidagatalið fyri høvuðsbólk 5 verður nýtt sambært áseting frá landsstýrismanninum fyri eitt hálvár í senn.
Stk. 5. 4) 5) 7) Fiskifør í bólki 4, sum ikki hava roynt við troli eftir 1. januar 1995, kunnu ikki fáa fiskiloyvi til trolveiðu. Landsstýrinum verður heimilað at gera undantøk frá hesum, um verandi fikiloyvi til trolveiðu verður flutt til annað fiskifar í hesum bólki, har fiskiorkan verður tann sama ella minni.
Stk. 6. 4) Fiskifør, ið ikki eru undir fiskidagaskipan jvb. stk. 1 og stk. 2 í hesi grein og fiskifør við serloyvum, hava bert loyvi at veiða á føroysku landleiðunum eftir skipan við hjáveiðuparti, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 7. 5) Fiskifør, sum trola á leiðum, har loyvt bert verður troling við motororku undir 500 HK, verða flokkað í høvuðsbólk 4.
Stk. 8. 5) 17) 18) Fiskifør í høvuðsbólki 2, sbrt. § 28, stk. 1, hava loyvi at nýta lemmatrol ella partrol.
Stk. 9. 4) 5) Landsstýrismanninum verður heimilað, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum, at flyta ikki brúktar fiskidagar innanfyri ein høvuðsbólk, ella til ein annan høvuðsbólk, sum tørvar hesar, grundað á tilætlingina í hesi lóg.
Stk. 10. 10) 17) 18) Landsstýrismaðurin kann fyri høvuðsbólk 2 tilluta 169 fiskidagar og fyri høvuðsbólkarnar 3 og 4 tilluta ávikavist 105 og 167 fiskidagar tilsamans millum tey fiskifør, sum avreiða livur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.
Stk. 11. 47) 31) Umframt fiskidagar sambært stk. 1 verða ásettir fiskidagar fyri tíðarskeiðið frá 1. september til 31. desember 2017 soleiðis:
1) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 179 fiskidagar.
2) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 76 fiskidagar.
3) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 117 fiskidagar.
4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 104 fiskidagar.
Stk. 12. 47) 31) Fiskiførini í hvørjum av undirbólkunum 3, 4 A, 4 B og 4 T, sambært stk. 1, kunnu eftir 1. oktober 2017 brúka av fiskidøgunum sambært stk. 11, tá fiskidagarnir, ið eru tillutaðir fiskifarinum við støði í ásettum fiskidøgum sambært stk. 1, eru brúktir.
Stk. 13. 47) 31) Fiskidagar, ið verða avhendaðir sambært § 14, stk. 1 ella 2, 1. september 2017 ella seinni, verða sambært stk. 12 í hesi grein ikki roknaðir sum brúktir fiskidagar.
Stk. 14. 47) 31) Hvørt fiskifar í undirbólkunum 3, 4 A, 4 B og 4 T, sambært stk. 1, kann í mesta lagi brúka lutfalsligan part av ásetta fiskidagatalinum fyri bólkin, sum ásett sambært stk. 11. Lutfalsligi parturin fyri fiskifarið verður roknaður sum tal av brúktum fiskidøgum sambært stk. 1 og stk. 11 hjá fiskifarinum fiskiárið 2016/2017, íroknað brúktir fiskidagar avhendaðir frá øðrum, sambært § 14, stk. 1, býttir við talinum av brúktum fiskidøgum tilsamans í undirbólkinum, sambært stk. 1 og stk. 11, fiskiárið 2016/2017. Um eitt ávíst fiskifar ella manning tess hava verið fyri óhappi, ið beinleiðis hevur avmarkað raksturin av fiskifarinum í 2016/2017, kann landsstýrismaðurin gera undantak fyri, hvussu talið av brúktum fiskidøgum verður roknað hjá fiskifarinum fyri fiskiárið 2016/2017. Í hesum førum kann útrokningin grundast á eitt 12 mánaðar tíðarskeið frammanundan tí degi, at viðkomandi óhapp er staðfest. Hjá teimum fiskiførum, ið hava roynt á fjarleiðum av kvotum, sum føroyskir myndugleikar hava sambært avtalu við Grønland og í altjóða sjógvi, verða uppí brúkta fiskidagatalið roknaðir dagarnir til fiskiskap á fjarleiðum frá tí, at skip fer úr havn, til tað aftur er í havn, í lutfallinum 3:1. Fiskidagarnir, ásettir sambært stk. 11, kunnu ikki avhendast sambært § 14.
§ 30. 2) (Strikað).
§ 31. 2) Talið av veiðiloyvum, ið koma undir fiskidagaskipan og skipan við hjáveiði eftir botnfiskasløgum á føroysku landleiðunum í hvørjum bólki av fiskiførum undir føroyskum flaggi, er talið av veiðiloyvum, sum varð útskrivað frá landsstýrinum 1. januar 1995.
Stk. 2. 9) 6) Heimilað verður landsstýris-manninum í kunngerð at áseta nærri reglur fyri umsiting av fiskiloyvum í bólki 5, sbr. § 5, stk. 4, 2. punktum.
Kapittul 8
Hagtøl v.m.
§ 32. 4) 24) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at fiskiførum undir føroyskum flaggi og fiskakeyparum og øðrum, sum taka veiðu ella fiskavøru inn á goymslu, til umskipingar ella til at føra til avreiðingar uttanlands, verður álagt at lata inn veiðutøl, dagbøkur, vektarseðlar, upplýsingar um avreiðingar og aðrar upplýsingar um fiskiskap til hagfrøðilig og eftirlitsendamál. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at upplýsingarnar skulu skrásetast og sendast myndugleikanum elektroniskt og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.
Stk. 2. 4) 24) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at allar upplýsingar, sum verða kravdar eftir stk. 1, eisini skulu latast inn, tá veiða hjá útlendskum skipum verður løgd upp, fyribils goymd ella umskipað í Føroyum til at flyta víðari. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at upplýsingarnar skulu skrásetast og sendast myndugleikanum elektroniskt og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.
Stk 3. 4) 5) 12) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at Havstovan kann gera neyðugar kanningar av øllum landingum í Føroyum í samband við stovnsmetingar av fiskastovnum.
Kapittul 9
Fiskiveiðueftirlitið
§ 33. 4) Fiskiveiðueftirlitið fyrisitur fiskiveiðueftirlit á sjógvi og landi sambært hesi lóg. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiveiðueftirlit og um skipan av fiskiveiðueftirlitinum, herundir um eygleiðaraskipan.
Stk. 2. 4) Eftirlitið á sjónum við hesi lóg útinnir fiskiveiðieftirlitið á sjónum. Fiskiveiðieftirlitið á sjónum er samansett av skipum frá Fiskiveiðueftirlitinum og flogførum og eftirlitsskipum frá donsku sjóverjuni. Samstarvið millum Fiskiveiðieftirlitið og donsku sjóverjuna verður útint eftir samstarvsavtalu.
Stk. 3. Tað áliggur fiskiveiðueftirlitinum at samskipa og gera avtalur við aðrar partar um at útinna allar fiskiveiðueftirlitsuppgávur eftir hesi lóg.
Stk. 4. Fiskiveiðueftirlitið hevur landsstýrisins vegna eftirlitið á landleiðunum við virksemi og viðurskiftum, sum kunnu ávirka møguleikarnar at reka fiskivinnu.
§ 34. Fiskiveiðueftirlitið ansar eftir, at reglurnar í hesi lóg og reglur ásettar við heimild í hesi lóg verða hildnar.
Stk. 2. 4) Tað áliggur Fiskiveiðueftirlitinum at hava eftirlit við øðrum uppgávum, sum landsstýrismaðurin leggur til Fiskiveiðueftirlitið at fyrisita.
§ 35. 1) 14) 6) Fiskiveiðueftirlitið á sjónum kann steðga fiskiførum og fiskaflutningsførum, fara um borð at gera tænastukanningar, herundir kanna skipsskjøl, manningarskjøl, skipsdagbøkur, kvotabøkur, lasta- og framleiðslubøkur og -uppgerð, reiðskap og veiðu og kann krevja, at reiðskapur og veiða verður tikin til nærri kanningar. Fiskifør kunnu eisini verða tikin inn í føroyska havn til nærri kanningar av reiðskapi og veiðu. Verður eigari av fiskifari og/ella skipari á fiskifari dømdur fyri lógarbrot ella góðtekur eina uttanrættarliga avgerð í sambandi við lógarbrot, grundað á kanningar, gjørdar í havn, skal eigarin av fiskifarinum gjalda kostnaðin av kanningunum.
Stk. 2. 49) Fiskifør og fiskaflutningsfør hava skyldu at hava umborð leytara til nýtslu, tá Fiskiveiðieftirlitið ynskir at koma umborð. Leytarin skal lúka somu treytir, sum regluverkið hjá Skipaeftirlitinum setur til loðsleytarar.
Stk. 3. 10) 49) Fiskiveiðueftirlitinum verður heimilað at áseta bráðfeingis veiðubann fyri ávísar veiðuhættir á ávísum leiðum á landleiðunum, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðubann kann lýsast fyri upp til 2 vikur hvørja ferð. Fiskiveiðueftirlitinum verður somuleiðis heimilað at loyva einstøkum fiskiførum at gera royndir á bráðfeingis stongdari leið til tess at staðfesta, um bráðfeingis veiðubann skal verða ásett av nýggjum. Bráðfeingis veiðubann verður lýst í Útvarpi Føroya.
Stk. 4. 1) 49) Fiskiveiðieftirlitið hevur til eina og hvørja tíð við hóskandi samleikavátttan og uttan rættarúrskurð atgongd til fiskifør og fiskaflutningsfør, sum liggja í havn, og harumframt á øllum støðum, har sum veiða ellar partar av hesi verða goymd, flutt og viðgjørd v.m.
Stk. 5. 1) 49) Fiskiveiðieftirlitið kann gera kanningar ella lata kannigar gera, herundir staksýniseftirlit og innvigingareftirlit, innheintað skjøl og upplýsingar, geva boð og forboð í tí vavi og á teimum økjum, har tað verður mett neyðugt fyri at fremja eftirlitið.
§ 35 a. 1) 4) Tey, sum hava ábyrgd av veiði ella partar av hesi, hava skyldu til at hjálpa Fiskiveiðieftirlitinum í tænastuliga kanningum sínum og hava rætt til at verða til staðar undir slíkum kanningum.
§ 35 b. 1) Nøgdir av veiði, sum er fiskað stríðandi ímóti reglum um fiskiskap, mugu ikki verða goymd, flutt ella viðgjørd v.m.
Stk. 2. 4) Keyparar ella móttakarar av tílíkum nøgdum av veiði ella partar av hesi, sum fiska stríðandi ímóti reglunum í stk. 1, ella hvørs innihald ikki er í samsvar við reglur um veiðisamanseting, kunnu bera seg undan ábyrgd við móttøkuni at siga Fiskiveiðieftirlitinum frá og uppgeva metta veiðinøgd og slag og samanseting við navni á tí, sum letur nøgdina, og bústaðir hansara. Fráboðað nøgd av veiði ella partur av hesi skal verða goymd soleiðis, at eftirlit kann fremjast og má ikki verða flutt ella verða viðgjørd uttan samtykki frá Fiskiveiðieftirlitinum.
Stk. 3. 4) Koma fyri nøgdir av veiði ella partar av hesi, veidd ímóti galdandi reglum, verður øll nøgdin at meta sum veidd soleiðis, uttan so at tann nøgd, sum er veidd stríðandi ímóti galdandi reglum, verður skild frá, meðan Fiskiveiðieftirlitið er á staðnum fyri at staðfesta, hvussu stór tann ólógliga veiðan er.
§ 35 c. 24) Skipari á fiskifari, fiskaflutningsfari og fiskaframleiðslufari undir føroyskum flaggi, hevur skyldu til at loyva eftirlitsmyndugleikum úr øðrum londum at koma umborð, og at samstarva og hjálpa hesum myndugleikum í tænastuligu kanningum sínum, tá eftirlit verður framt í fiskiveiðiløgdøminum hjá viðkomandi landi, ella tá eftirlit verður framt í altjóða sjógvi sambært altjóða avtalum ella sáttmálum. Eftirlitsfólk skulu frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð í tann mun, tað er neyðugt fyri at útinna starv teirra.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað við kunngerð at áseta nærri reglur um skyldurnar hjá skipara, tá eftirlitsmyndugleikar úr øðrum londum fremja eftirlit.
§ 35 d. 24) Upplýsingar, herundir trúnaðarupplýsingar, sum hava týdning fyri eftirlit við fiskiskapi og veiðu, kunnu, treytað av trygd og trúnaði, útflýggjast myndugleikum í øðrum londum, altjóða fiskiveiðifelagsskapum og økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum.
§ 36. 3) 4) 30) 8) Landsstýrismaðurin kann áleggja fiskiførum at hava umborð eygleiðarar frá Fiskiveiðueftirlitinum at gera kanningararbeiði í samband við fiskiveiðu við fiskiførum undir føroyskum flaggi á landleiðunum og uttan fyri landleiðirnar og fiskiførum undir fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum. Eisini kann landsstýrismaðurin áleggja førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu, at hava umborð eygleiðara frá Fiskiveiðieftirlitinum. Útreiðslur til kost og uppihald ber farið. Landsstýrismaðurin kann harumframt áleggja førunum at bera lønarkostnaðin. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Fiskiveiðieftirlitið og við aðrar myndugleikar.
Stk. 2. 3) Landsstýrismanninum verður í kunngerð heimilað at seta treytir um, at fiskifør undir føroyskum flaggi og fremmand fiskifør í føroyskum sjógvi skulu vera undir eftirliti um fylgisvein ella líknandi samskiftisskipan, sum til eina og hvørja tíð kann upplýsa um knattstøðu skipsins. Útreiðslurnar fyri útgerð ber fiskifarið.
§ 37. Fiskiveiðueftirlitið á sjónum kann krevja, at fiskifar verður verandi á eini knattstøðu í ásetta tíð til tess, at kanningar kunnu fremjast. Knattstøða og tíðarskeið skal so vítt gjørligt verða avtalað við skipara á avvarðandi fiskifari, tó soleiðis, at hetta ikki darvar fiskiskapinum óneyðugt.
§ 38. 4) Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur um at forða fyri, at veiða, sum er fiskað í stríð við hesa lóg ella reglum ásettar samsvarandi hesi lóg, verða yvirførdar til onnur før ella avreidd, herundir um
1) skyldu at fráboða veiðunøgd
2) forboð móti at taka ímóti veiðu frá persónum ella fiskiførum og feløgum v.m., sum ikki hava veiðurættindi, og
3) forboð at taka ímóti veiðu, tá kvotan er uppfiskað.
§ 39. Fiskifør skulu á landleiðunum hava allan fiskireiðskapin burturstúvaðan innanborða á sínum náttúrliga staði, tá tey eru stødd á eini leið, har tað ikki er loyvt fiskifarinum at fiska. Tað sama er galdandi, tá fiskifarið liggur í havn.
Kapittul 10
Revsireglur v.m.
§ 40. 1) 4) 7) 49) 11) 12) 24) Um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við bót, ið:
1) brýtur reglur, ásettar við heimild í § 9, stk. 1-4, § 9 a, stk. 1-15, § 9 b, og reglur, ásettar við heimild í § 25, viðvíkjandi skipanini av fiskiskapinum,
2) brýtur reglurnar í § 10, stk. 1-5,
3) brýtur reglurnar í §§ 7, 8, 14 og 15 og 11, § 18, stk. 1, § 19, § 21, stk. 1, 1. punktum, § 24, stk. 2, § 35, stk. 2, § 35 a, § 35 b, § 35 c og reglur ásettar við heimild í § 21 annars,
4) fylgir ikki treytum knýttar at loyvum latin eftir hesi lóg,
5) ger ikki eftir boðum ella forboðum givin sambært lógini ella reglum ásettar við heimild í lógini,
6) letur ósannar ella villleiðandi upplýsingar ella heldur aftur upplýsingum til nýtslu í próvførslu eftir lógini ella sum eru kravdar sambært lógini,
Stk. 2. Í kunngerðum gjørdar við heimild í lógini kann vera ásett revsing við bót fyri brot á reglur í hesum kunngerðum.
Stk. 3. Um brot verður framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við bót.
§ 41. Sektarpeningur, álagdur við heimild í hesi lóg, verður býttur eftir galdandi avtalu millum ríkisstýrið og landsstýrið.
§ 42. 1) 6) Fyri inndrátt eru reglurnar í borgarligu revsilógini galdandi. Veiða ella virði av veiðu kunnu tó verða inndrigin, hóast tað ikki er endaliga staðfest, at øll veiðan er fiskað ólógliga.
Stk. 2. Fyri brot á reglurnar um
1) veiðu við ólógligum reiðskapi, ásettar í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 2,
2) veiðu út um ásettari felags árskvotu, egnari árskvotu, loyvdum fiskidøgum sambært fiskiloyvi, egnari hjáveiðukvotu sambært § 18, stk 1, ella
3) loyvdari hjáveiðu, sambært kunngerð, kann øll veiða og reiðskapur verða inndrigið, herundir net, lemmar, vektir, veirar, elektronisk útgerð, sondir, sondikáplar, línur, uppstandarar, vørp, boyur, gørn v.m. líkamikið, hvørs ogn hetta er.
Stk. 3. 12) Hóast ásetingarnar í stk. 1 og 2 verður øll veiða og allur reiðskapur altíð at draga inn, tá
1. talan er um brot á reglurnar um útblaking, ásettar í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 1, nr 7,
2. talan er um veiðu á stongdari leið ella friðaðum øki sambært § 9 a, stk. 1-15 og § 9 b ella stongdum leiðum ella friðaðum økjum, ásett í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 2 ella veiðu uttan veiði- ella fiskiloyvi, sbr. § 7, stk. 1.
Stk. 4. Mál, sum viðvíkja brotum á lógina ella reglum, ásettar við heimild í lógini, kunnu verða avgjørd av løgregluni eins væl og av skiparanum á avvarðandi fiskiveiði-eftirlitsskipi í samráð við fútan, um bót, inndráttur og gjald av málskostnaði verða góðtikin.
Stk. 5. Verður málið ikki avgreitt eftir stk. 4, verður málið lagt fyri dómsvaldið. Áðrenn ein uttanrættarlig avgerð verður tikin, eigur at verða upplýst um rættin at leggja málið fyri dómsvaldið, og hvør freistin er. Áheitan um at fáa málið lagt fyri dómsvaldið skal boðast fútanum frá í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi.
Stk. 6. Viðvíkjandi góðtøku eftir stk. 4 verða reglurnar í rættargangslógini um innihald í ákæruriti í løgreglumálum at nýta í hesum sambandi.
§ 43. Verður komið fram á ólógligan reiðskap í sjónum ella reiðskap, sum ikki er merktur sambært galdandi reglum, verður reiðskapurin inndrigin, um tað ikki kann verða greitt, hvør eigur hann. Sama er galdandi fyri reiðskap, ið er settur ella latin eftir á plássum, har fiskiskapur við hesum reiðskapi ikki er loyvdur, ella á leiðum, har onnur hava einarætt til fiskiskap ella til ávíst slag av fiskiskapi.
§ 44. 1) 6) Øll skip, ið hava framt fiskiskap á føroyskum landleiðum undir slíkum umstøðum, at revsiábyrgd er staðfest eftir reglunum í § 40, kunnu haldast aftur av eftirlitsmyndugleikanum til falnar bótarupphæddir og sakarmálskostnaður eru goldin, ella til trygd er veitt fyri gjaldingini. Er ikki goldið 2 mánaðir aftaná, at málið er endaliga avgjørt, kann fullnaður verða tikin í skipinum.
Stk. 2. Um nevndu myndugleikar halda skip aftur, verða reglurnar í kapittul 72 í rættargangslógini um at leggja hald á lutir, ið tað verður hildið rætt at draga inn, at nýta samsvarandi. Afturhald kann bert fremjast, um tað er neyðugt fyri at tryggja, at nevndu upphæddir verða goldnar.
§ 45. 1) 4) 7) 6) Fiskiveiðueftirlitið kann beinanvegin taka inn fiskiloyvi, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í § 9, § 9a, § 10, § 18, um fiskifar hevur fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvi ella reglum, ásettar við kunngerð um fiskiskap á og uttanfyri føroysku landleiðirnar ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir, ásettar í fiskiloyvinum. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Hevur fiskifar fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvi, verður givið eigaranum tríggjar dagar freist at boða Fiskiveiðueftirlitinum frá, at hann við umsiting av fiskidøgum, egnari árskvotu ella egnari hjáveiðukvotu hevur lokið treytirnar. Landsstýrismaðurin kann haraftrat mótrokna nøgdina av mettu veiðuni, sum blakað er út aftur, í egnari árskvotu ella felags árskvotu.
Stk. 2. 4) 7) Landsstýrismaðurin kann taka aftur veiði- og fiskiloyvi fyri ávíst tíðarskeið, um skiparin á fiskifarinum er dømdur ella hevur góðtikið bót fyri brot á hesa lóg ella reglur, ásettar við heimild í lógini.
Fiskiveiðueftirlitið kann beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, um brot verða staðfest á reglurnar um vernd av ungfiski, ásettar sambært § 9. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.
Stk. 3. Veiðiloyvishavarin kann krevja, at avgerðin eftir stk. 1 og 2 verður løgd fyri dómsvaldið. Avgerðin skal innihalda upplýsing um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og kærufreist. Áheitan skal fráboðast landfútanum í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi. Málið verður lagt fyri dómsvaldið eftir reglunum í revsilógini § 78, stk. 3. Áheitanin frestar ikki tiknu avgerðina.
§ 46. 4) Brot á reglur ásettar við heimild í hesi lóg ella reglur um útinnan av embætisskyldu kunnu hava við sær, at landsstýrismaðurin kann taka aftur rættindi eftir hesi lóg endaliga ella fyribils.
Stk. 2. Tílíkar avgerðir kunnu innan 2 vikur skjótast inn fyri Føroya Rætt. Hetta frestar ikki tiknu avgerðirnar.
§ 47. 4) Brot á reglur fyri fiskiskapi við heimild í hesi lóg, ella brot á treytir í loyvum, kunnu hava við sær avmarkingar í rættinum at nýta givin loyvi og kvotur. Grov brot og endurtøka av brotum kunnu hava við sær, at givin rættindi verða tikin aftur. Slíkar avgerðir verða tiknar av landsstýrismanninum og kunnu áðrenn 2 vikur frá kunngerðardegi leggjast fyri Føroya Rætt.
§ 48. 4) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at avgerðir um at taka aftur veiðu- og fiskiloyvi, sum tiknar eru sambært § 45, ikki kunnu kærast til landsstýrismaðurin.
§ 49. Henda lóg fær gildi dagin eftir, hon er lýst. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiði á landleiðini, løgtingslóg nr. 77 frá 12. juni 1990 um fiskiveiðu á innaru landleiðini og í áum, løkum og vøtnum, løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond og løgtingslóg nr. 55 frá 22. september 1978 um regulering av føroyskum fiskiskapi uttan fyri landleiðina.
Stk. 2. Kunngerðir, sum eru settar í gildi við heimild í teimum lógum, sum fara úr gildi, hava framvegis gildi í tann mun tær ikki stríða ímóti ásetingunum eftir hesi lóg.
Føroya Landsstýri, 10. mars 1994
Marita Petersen (sign.)
løgmaður
/ Thomas Arabo (sign.)
1) Broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tó fáa broytingarnar nr. 14 og 15 ikki gildi fyrr enn frá 1. september 1995.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda lóg kemur í gildi 1.juli 1996.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 27. apríl 2001.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer allur tann danski teksturin í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum úr gildi.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 8. mai 2003.
7) Broytt við løgtingslóg nr. 133 frá 9. august 1997.
8) Broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 7. juni 2012.
9) Broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 26. mars 2002. § 2 í hesi lóg er soljóðandi: ”Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í § 1, nr. 13 kemur § 14, stk. 1, 4. pkt. og í § 1, nr. 14 kemur § 15, stk. 1, 2. pkt. tó ikki í gildi fyrr enn 1. september 2002. § 1, nr. 13 og 14 eru tó ikki galdandi fyri fiskidagar, egnar kvotupartar, egnar árskvotur og egnar hjáveiðikvotur, ið , áðrenn henda lóg kom í gildi, eru avhendar fyri meiri enn eitt ár í senn.”
10) Broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 19. august 2005.
11) Broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 25. mai 2009.
12) Broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 17. august 2009.
13) Broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 20. mai 1996.
14) Broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 10. mai 2000.
15) Broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 7. juni 2007.
16) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 7. juni 2007, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum í Løgtinginum.”
17) Broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 18. august 2010.
18) Broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 18. august 2011.
19) Broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 2. september 2011, har § 2 er soljóðandi: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. september 2011.”
20) Broytt við løgtingslóg nr. 114 frá 24. november 2003.
21) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 10. mai 1999.
22) Broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 23. mai 2005.
23) Broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 22. desember 1995.
24) Broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016.
25) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996.
26) Broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995.”
27) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 23. mai 2005.
28) Broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, har § 2 er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2010.
29) Broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. september 2004.
30) Broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 20. august 2007.
31) Broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 18. august 2017.
32) Broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 24. august 1994.
33) Broytt við løgtingslóg nr. 124 frá 8. august 1995.
34) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 18. apríl 1996.
35) Broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 17. august 1999.
36) Broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 17. august 2000.
37) Broytt við løgtingslóg nr. 115 frá 15. august 2001.
38) Broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. august 2002.
39) Broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 8. august 2003.
40) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 18. august 2004.
41) Broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. august 2006.
42) Broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 15. august 2008, sum broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009.
43) Broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 17. august 2012.
44) Broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 16. august 2013.
45) Broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 18. august 2014.
46) Broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 5. august 2015.
47) Broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 17. august 2016.
48) Broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009, har § 2 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri fiskiárið, sum ásett í § 27. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi § 1, nr. 4 í løgtingslóg nr. 76 frá 15. august 2008.”
49) Broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2008.