13. mars 2000Nr. 28
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. verður § 2, stk. 1, nr. 1, orðað soleiðis:
“1) Persónum, sum hava fingið játtað pensjón ávíkavíst 1. apríl, 1. juli og 1 desember.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.
Tórshavn, 13. mars 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður