Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mai 2008Nr. 28
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 13. juni 1995, verður gjørd hendan broyting:
1) Aftaná § 30 verður ásett.
“Kap. 6a
Serreglur um tænastumenn í fólkakirkjuni
§ 30a. Ásetingarnar í § 2, stk. 1, 2. pkt., § 5, stk. 5, § 6, § 7, § 10 og § 11, stk. 1 eru ikki galdandi fyri tænastumenn í fólkakirkjuni.
Stk. 2. Ásetingin í § 5 er ikki galdandi fyri størvini sum biskupur og próstur.
§ 30b. Tænastumaður í fólkakirkjuni hevur skyldu til í staðin fyri ella samstundis, sum hann røkir egið starv, at røkja fyribils tænastu í javnstillaðum ella hægri starvi enn hansara egna.
§ 30c. Tænastumaður í fólkakirkjuni hevur skyldu til at ganga undir tílíkar broytingar í tænastuviðurskiftunum og tænastuøki sínum, sum ikki broyta starvseyðkennið, og sum ikki gera, at starvið ikki longur kann haldast hóskandi fyri hann.
§ 30d. Eftir tilmæli frá biskuppi kann sóknarprestur verða sagdur úr starvi eftir § 29, vegna álvarsama ósemju millum sóknarprest og kirkjulið, ið hevur verið til munandi bága fyri kirkjuliga lívið og trivnaðin á staðnum.
§ 30e. Halda kirkjuráðini, at eingin av umsøkjarunum, ið hava søkt lýst starv sum sóknarprestur, er nóg væl skikkaður til starvið, ella eru ov fáar umsóknir komnar til starvið, kunnu kirkjuráðini heita á biskupin um at lata starvið lýsa leyst av nýggjum.”
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 19. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Karsten Hansen (sign.)
Lm. nr. 129/2007