Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. apríl 2013Nr. 28
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 8. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 12, stk. 2 verður sum 2. pkt. sett:
“Landsstýrismaðurin kann eisini gera av, at onnur enn TAKS kunnu fáa loyvi til at avgreiða ferðagóðs til útflutnings, og í hesum sambandi at átekna faktura ella tax-free kekkar.”
2. Í § 21, stk. 4 verður “stk. 11” broytt til: “stk. 10”.
3. Í § 36 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Útlendskar sendistovur og útlendskir stjórnarsendimenn kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið á teimum í kunngerð nærri ásettum vørum og tænastum, keyptar í Føroyum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir nærri í kunngerð, hvørjar vørur og tænastur tey í 1. pkt. nevndu kunnu fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið fyri.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 24. apríl 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 113/2012