Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2021Nr. 28
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya
(Leingjan av tíðarskeiðnum, ið ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroya)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 139 frá 29. september 2020 um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 189 frá 18. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður “1. oktober - 31. mars 2021” broytt til: “1. oktober 2020 til og við 31. august 2021”.
2. Í § 4, stk. 1 verður aftan á “1. oktober 2020” sett: “og fer úr gildi 1. apríl 2022”.
3. Í § 4 verður sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Um kravið um kanning við komu verður slept áðrenn 1. januar 2022, verður avgjaldstíðarskeiðið, sum er nevnt í § 1, stytt samsvarandi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu henda broyting verður framd í verki.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 26. mars 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 92/2020