Løgtingslóg nr. 28 frá 29. apríl 1964 um panting fyri skatt sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 15. november 1999.
§ 1. Panting fyri skatt, sum er álíknaður eftir løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, verður framd av persóni, ið stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya hevur heimilað til tess.
§ 2. Reglurnar í lóg nr. 85 frá 30. mars 1935 um inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m. og midlertidige bestemmelser nr. 26 frá 24. september 1945 um inddrivelse af personlig landsskatt verða eisini galdandi fyri teir í § 1 nevndu pantifútar.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 15. november 1999. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ” Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 28 frá 29. apríl 1964 um panting fyri skatt úr gildi.”