30. mars 2009Nr. 28
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og afturbering landskassans
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtinglóg nr. 115 frá 21. mai 1993 um útreiðslur sjúkrakassanna til heiluvág og afturbering landskassans, sum broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 16. desember 1996, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 1 verður “75%” í tveimum førum broytt til “50 %”
2) § 1, stk. 3 verða orðini "ella 75%" strikað.
3) Í § 1 verður sett inn nýtt stk. 7, sum verður soljóðandi:
“Stk. 7. Sjúkrakassin rindar limum, ið eru terminalsjúklingar, 100% av útreiðslunum til heilivág, sum sambært lækna er neyðugur fyri at linna um støðuna hjá sjúklinginum.”
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2009 og er galdandi fyri allar forskriftir, sum eru latnar apoteksverkinum frá og við hesum degi.
Tórshavn, 30. mars 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 68/2008