Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 30-04-2007
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2007 A - Hefti 8 A frá 30. apríl 2007
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2007Nr. 28

Løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Øki

§ 1. Lógin fevnir um spreingievni, kveikitráð, perlur o.l., sum verður:

1)   innflutt, handfarið á landi, nýtt í samband við spreingiarbeiði, goymt á goymslu og burturbeint,

2)   marknaðarført og selt v.m.,

Stk. 2. Lógin fevnir eisini um:

1)   framleiðslu av spreingievni á spreingistaði ella øðrum staði,

2)   tól og útbúnað at nýta í samband við spreingiarbeiði,

3)   maskinur, amboð og annan útbúnað at nýta til framleiðslu av spreingievni v.m. og

4)   spreingiarbeiði.

Stk. 3. Lógin fevnir ikki um:

1)   fýrverk (pyrotekniskar vørur)

2)   lóður til skotvápn

3)   flutning av spreingievni við flogførum

Kapittul 2

Innflutningur, framleiðsla, handfaring, marknaðarføring og søla

§ 2. Ikki er loyvt at innflyta, framleiða, handfara, marknaðarføra ella selja spreingievni, perlur, kveikitráð og útbúnað v.m., sum skal nýtast í samband við framleiðslu av spreingievni, útinnan av spreingiarbeiði v.m., sum ikki lýkur ásetingarnar í § 7.

§ 3. Innflutningur av spreingievni og útbúnaði v.m. kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um oyðubløð og nýtslu av teimum í samband við innflutning av spreingievni v.m.

§ 4. Framleiðsla av spreingievni kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytirnar fyri at framleiða spreingievni.

§ 5. Handfaring av spreingievni og útinnan av spreingiarbeiði kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2. Til tess at fáa loyvi eftir stk. 1, skal umsøkjarin lúka treytirnar í § 17.

Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 hevur gildi í mesta lagi í fimm ár frá dagfestingini av loyvinum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytirnar fyri at fáa loyvi og treytirnar fyri endurnýggjan av loyvinum, harímillum serligar reglur fyri fólk, sum hava útlendsk spreingiloyvi.

§ 6. Marknaðarføring, keyp ella søla av spreingievni v.m. og útbúnaði, kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um tær treytir, sum keyparin skal lúka.

Stk. 3. Seljari av spreingievni skal hvønn mánað geva Arbeiðseftirlitinum upplýsingar um slag og nøgd av spreingievni v.m., ið er selt.

Kapittul 3

Spreingievni og spreingiútbúnaður

§ 7. Spreingievni og spreingiútbúnaður v.m. sambært § 2 skulu vera tilgjørd, framleidd, útgjørd og røkt á ein tílíkan hátt, at tey eru trygg at handfara og nýta.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um spreingievni og útbúnað v.m., harímillum at góðkenna spreingievni og útbúnaðin og um krøv fyri góðkenningini. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta reglur um marknaðarføring, útlán og útleigu.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at spreingievni, útbúnaður v.m. skulu vera CE-merkt og skulu lúka tey krøv, sum eru ásett í viðkomandi ES Fyriskipan.

§ 8. Spreingievni, sum verða innflutt ella framleidd í Føroyum, og sum ikki hava tey í § 3, stk. 1, § 4, stk.1 og § 6, stk. 1 nevndu loyvi, leggur Arbeiðseftirlitið hald á.

Stk. 2. Spreingievni, sum verður funnið uttan eftirlit, ella sum er undir eftirliti av persóni, sum ikki hevur neyðug loyvi, leggur Arbeiðseftirlitið hald á.

Kapittul 4

Flutningur, goymsla og burturbeining

§ 9. Flutningur av spreingievni v.m. á landi skal leggjast soleiðis til rættis, at flutningurin kann fara fram á tryggan hátt.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um flutningin, har ímillum hvussu spreingievni verður støðað á flutningsfari og treytir fyri flutningi v.m.

§ 10. Løgreglan kann gera fyriskipanir til tess at tryggja, at flutningurin av spreingievni v.m. fer fram undir tryggum viðurskiftum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, har tað verður mett neyðugt við atliti til trygdina, at flutningurin av spreingievni skal fara fram eftir viðkomandi altjóða flutningsreglum fyri vandamiklum góðsi.

§ 11. Goymslur til spreingievni skulu vera góðkendar av Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2. Burturbeining av spreingievni skal fara fram á tryggan hátt.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um goymslur til spreingievni v.m., har ímillum reglur um bólking av spreingievni og krøv til umsjón við goymslum og um burturbeining av spreingievni v.m.

Kapittul 5

Spreingiarbeiði

§ 12. Útgerð og annar útbúnaður at nýta í sambandi við spreingiarbeiði skal verða kannaður av eigaranum og spreingimeistaranum hvørja ferð, hesi verða nýtt.

§ 13. Spreingiarbeiði skal fara fram undir leiðslu av einum spreingimeistara.

Stk. 2. Spreingimeistarin skal tryggja, at spreingiarbeiðið verður útint á tryggan hátt, eftir ásetingunum í hesi lóg ella eftir ásetingum, givnar við heimild í hesi lóg.

Stk. 3. Spreingimeistarin skal vera á staðnum, meðan gjørt verður klárt til spreinging og meðan sprongt verður. Eftir spreinging skal spreingimeistarin tryggja, at allar løðingar eru brostnar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um skyldurnar hjá spreingimeistara og um fyriskipan av spreingiarbeiði.

§ 14. Tá sprongt verður undir vatni ella tá sprongt verður í samband við vísindaligar kanningar, skal arbeiðið fara fram eftir skrivligari arbeiðslýsing.

Kapittul 6

Eftirlit og góðkenning

§ 15. Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi lóg verða hildnar, og kann krevja, at viðurskifti, sum eru í stríð við ásetingarnar, ella ásetingar, givnar við heimild í hesi lóg, skulu fáast í rættlag beinanvegin ella innan eina av Arbeiðseftirlitinum givnari, freist.

Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann góðkenna onnur serkøn virki til at gera royndir og hava eftirlit við tí í § 2 nevnda útbúnaði.

Kapittul 7

Afturtøka

§ 16. Loyvi, givið sambært § 3, stk. 1, § 4, stk. 1, § 5, stk. 1 og § 6, stk. 1, kann Arbeiðseftirlitið taka aftur, um treytirnar í givna loyvinum ikki verða hildnar, um fortreytirnar fyri loyvinum ikki longur eru til staðar, ella um loyvishavari ikki hevur fylgt ásetingunum í hesi lóg.

Stk. 2. Tey í stk. 1 nevndu loyvi kunnu verða tikin aftur fyribils ella endaligt. Við avgerðini um at taka loyvi skal fylgja kunning um rættin hjá viðkomandi persóni at fáa afturtøkuna roynda í rættinum og um freist fyri hesum sbrt. stk. 3

Stk. 3. Tann, sum fær loyvi tikið aftur, kann krevja, at afturtøkan verður løgd fyri rættin til avgerðar. Áheitan um hetta skal fráboðast Arbeiðseftirlitinum innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina at taka loyvi.

Stk. 4. Tá tann, sum fær loyvi tikið aftur, krevur, at afturtøkan verður løgd fyri rættin til avgerðar, skal Arbeiðseftirlitið leggja sakarmál móti viðkomandi.

Stk. 5. Áheitan um at leggja avgerð sbrt. stk. 3 fyri rættin, hevur steðgandi virknað.

Stk. 6. Arbeiðseftirlitið kann, nær tað skal vera, lata loyvi sbrt. stk. 1 aftur, tá umstøðurnar fyri at taka loyvi, ikki longur eru til staðar.

Kapittul 8

Loyvi, útbúgving, gjøld og kæra

§ 17. Fyri at fáa tey í § 3, stk. 1, § 4, stk. 1, § 5, stk. 1 og § 6, stk. 1 nevndu loyvi krevst, at umsøkjarin hevur nøktandi kunnleika um spreingievni og kunnleika til at útinna spreingiarbeiði.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytirnar fyri ástøðiligari og verkligari frálæru og eftiransandi roynd fyri at fáa tey í stk. 1 nevndu loyvi.

§ 18. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, at Arbeiðseftirlitið kann taka gjald fyri at skriva tey í § 17, stk. 1 nevndu loyvi og fyri at góðkenna goymslur eftir § 11 stk. 1 og serkøn virki eftir § 15, stk. 2.

§ 19. Avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

Stk. 2. Kæra er steðgandi, til kærumyndugleikin hevur tikið avgerð í málinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð leggja kærumyndugleikan eftir stk. 1 til annan fyrisitingarligan myndugleika og kann samstundis áseta, at avgerðir hjá kærumyndugleikanum ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Kapittul 9

Revsing, skiftisreglur og gildiskoma

§ 20. Um ikki strangari revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, hefti ella fongsli í upp til 1 ár, sum:

1)   fremur brot á § 2, § 3, stk. 1, § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og 3, § 7, stk. 1, § 9, stk. 1, § 11, stk. 1 og 2, § 12, § 13, stk. 1-3 og § 14,

2)   ikki fylgir boðum, givin sambært § 15, stk. 1,

3)   ikki fylgir boðum, givin sambært § 10.

Stk. 2. Revsingin kann verða økt til hefti ella fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella grovum ósketni.

Stk. 3. Tá revsing sambært stk. 1 og 2 skal ásetast, verður tað mett sum serliga herðandi umstøður:

1)   um brotið hevur havt við sær skaða á lív ella heilsu hjá persóni, ella um vandi hevur verið fyri hesum,

2)   um brotið hevur havt við sær skaða á lív ella heilsu hjá ungum undir 18 ár, ella um vandi hevur verið fyri hesum,

Stk. 4. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

§ 21. Revsing við bót og hefti kann ásetast í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini.

§ 22. Fyri brot á § 13, stk. 1-3 kann spreingimeistarin verða sektaður við bót, sjálvt um brotið ikki kann roknast framt við vilja ella av ósketni. Umskiftingarrevsing kann ikki verða ásett.

§ 23. Verður spreingimeistari dømdur sekur í at hava ábyrgdina fyri skaða á persónar í sambandi við útinnan av spreingiarbeiði, kann loyvi eftir § 5, stk. 1, um talan er um herðandi umstøður, verða frádømt fyri ávíst tíðarskeið, sum ikki má verða longri enn 5 ár, ella endaligt.

Stk. 2. Loyvi kann verða frádømt, um spreingimeistari av nýggjum fremur brot á ásetingarnar í hesi lóg, ella á ásetingar givnar við heimild í hesi lóg.

Stk. 3. Er loyvi frádømt longri enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa loyvi aftur áðrenn frádømingartíðin er farin, leggjast fyri rættin, tó í fyrsta lagi, tá 3 ár av frádømingartíðini eru farin.

Stk. 4. Rætturin at fáa loyvi aftur, áðrenn frádømingartíðin er farin, kann bert verða givin, tá serligar umstøður gera seg galdandi.

Stk. 5. Mál eftir stk. 3 verða løgd fyri rættin eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini.

§ 24. Málini verða viðgjørd sum politimál. Tey rættartiltøk, ið eru nevnd í kapittul 72 og 73 í rættargangslógini, verða brúkt í sama mun sum í statsadvokatmálum.

§ 25. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 68 frá 1. april 1912 fyri Føroyar um spreingievni.

Stk. 3. Tey loyvi, sum eru givin sambært § 1, § 2 og § 5 í tí í stk. 2 nevndu lóg, verða í gildi í 5 ár eftir, at henda lóg kemur í gildi.

Stk. 4. Reglur, ásettar við heimild í tí í stk. 2 nevndu lóg, eru galdandi við teimum í hesi lóg fylgjandi broytingum, til tær verða broyttar, settar úr gildi, ella til aðrar reglur, givnar við heimild í hesi lóg, verða settar ístaðin.

 

 

Tórshavn, 30. apríl 2007

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

/ Bjarni Djurholm (sign.)

Lm. nr. 105/2006