Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. apríl 2005Nr. 29
Løgtingslóg um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
(Skuldarumskipanarlógin)
§ 1. Endamálið við hesi løgtingslóg er at umskipa skuld, ið fólk hava til landskassan.
§ 2. Reglurnar í hesi løgtingslóg fevna um skuld av:
1) Skatti/AM-gjaldi til landskassan, ið eru endaliga álíknað
2) Meirvirðisgjaldi
3) Tolli
4) Lønhæddaravgjaldi
5) Framleiðslugjaldi
6) Vinnulánum og veðhaldum givin av Føroya Landsstýri
7) Lestrarláni givið av Stuðulsstovninum
Stk. 2. Rentur, umsitingarligar sektir, gjøld og aðrar útreiðslur, tengdar at teimum í stk. 1 nevndu krøvum, eru somuleiðis fevnd av løgtingslógini.
Stk. 3. Reglurnar í hesi løgtingslóg fevna ikki um skuld til landsstovnar og -grunnar, ið ikki eru við á løgtingsfíggjarlóg.
§ 3. Skuld, ið er fevnd av § 2, kann eftir umsókn umskipast, um:
1) skuldarin prógvar, at hann ikki er førur fyri og innan fyri næstu árini eingi útlit hevur fyri at kunna lúka sínar gjaldskyldur til landskassan, og
2) viðurskiftini hjá skuldaranum og umstøðurnar annars tala fyri hesum.
Stk. 2. Tá mett verður um, hvørt treytin í stk. 1, nr. 1) er lokin, skal dentur eisini leggjast á ognar – og inntøkuviðurskiftini hjá øllum húskinum.
Stk. 3. Tá mett verður um, hvørt treytin í stk. 1, nr. 2) er lokin, skal dentur serliga leggjast á, um skuldarin einans ella fyri ein stóran part hevur skuld til tað almenna, áhugan hjá skuldaranum í at fáa skuldina eftirgivna, hvussu gomul skuldin er, hvussu skuldin er íkomin og higartil afturgoldin, umframt skuldarans viðurskifti undir viðgerðini av eftirgevingarmálinum.
§ 4. Skuld sambært § 2 kann vera heilt ella lutvíst eftirgivin ella umskipað. Verður skuldin lutvíst eftirgivin ella umskipað, skal avtala gerast um gjaldskáa og/ella avdráttarskipan fyri tann partin av skuldini, sum ikki er eftirgivin. Í gjaldskáa- og avdráttartíðarskeiðinum verður skuldin ikki rentað.
§ 5. Kann skuldarin ikki prógva, at hann lýkur krøvini sambært § 3, stk. 1, nr. 1), kann gjaldskái veitast í staðin fyri eftirgeving. Í gjaldskáatíðarskeiðinum kann rentutilskrivingin verða steðgað.
§ 6. Ásetingarnar í § 3, stk. 1, nr. 2) og § 7 eru eisini galdandi, tá talan er um partvísa eftirgeving, ella tá ið gjaldskái er gjørdur eftir hesi lóg.
§ 7. Umskipanin ella eftirgevingin kann detta burtur, um:
1) skuldarin í sambandi við eftirgevingarmálið hevur gjørt seg sekan í svikaligum viðurskiftum, ella hevur tagt við upplýsingum, sum hava avgerandi týdning fyri viðgerðina, ella
2) skuldarin grovliga skúgvar til viks sínar skyldur sambært gjørdari avtalu um gjaldskáa- og avdráttarskipan.
§ 8. 1) Føroya Kærustovnur viðger og tekur avgerðir sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. 1) Føroya Kærustovnur hevur heimild at útvega sær neyðugar upplýsingar um fíggjarstøðuna hjá umsøkjara og annars upplýsingar, ið eru neyðugar fyri viðgerðina av málinum.
Stk. 3 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um beinleiðis atgongd til upplýsingarnar sambært stk. 2.
Stk. 4. 1) Avgerðir sambært hesi løgtingslóg kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.
Stk. 5. 1) (Strikað).
Stk. 6. 1) (Strikað).
Stk. 7. 1) (Strikað).
Stk. 8. 1) (Strikað).
§ 9. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um krøv til skjalprógv og annað til tess at útinna hesa lóg.
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis, sum henda løgtingslóg fær gildi, fara úr gildi § 156 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum og § 13 í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald við seinni broytingum.
Stk. 3. Mál um eftirgeving av skattaskuld v.m, ið ikki eru endað, áðrenn henda lóg kemur í gildi, skulu viðgerast eftir hesi lóg.
Tórshavn, 8. apríl 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 19/2004
1) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”