19. mai 2008Nr. 29
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 35 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Fiskifør og fiskaflutningsfør hava skyldu at hava umborð leytara til nýtslu, tá Fiskiveiðieftirlitið ynskir at koma umborð. Leytarin skal lúka somu treytir, sum regluverkið hjá Skipaeftirlitinum setur til loðsleytarar.”
Stk. 2-4 verða hereftir stk. 3-5.
2) Í § 40, stk. 1, nr. 3 verður aftaná “§ 24, stk. 2,” sett: “§ 35, stk. 2,”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 19. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Tórbjørn Jacobsen (sign.)
Lm. nr. 152/2007