Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. februar 1993Nr. 29
Løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 23. mai 2005
§ 1. Bert persónar, góðkendir av landsstýrinum, kunnu halda almenna uppboðssølu av fiski.
Stk. 2. 1) 2) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta treytir, ið skulu lúkast fyri at fáa góðkenning, og fyri virkseminum hjá uppboðssøluhaldarum, fevndir av hesi lóg, umframt keyps- og sølutreytir á uppboðssøluni.
Stk. 3. Um uppboðssøluhaldarin ikki heldur reglur gjørdar við heimild í hesi lóg ella treytirnar í góðkenningini, kann landsstýrið taka góðkenningina aftur.
§ 2. Á uppboðssøluni kunnu øll fiskasløg, fiskaúrdráttir og onnur sjódýr seljast.
Stk. 2. 2) (Strikað).
§ 3. Uttan so er, at strangari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður sektaður hann, ið ikki heldur § 1, stk. 1, § 2, stk. 2 ella treytirnar í góðkenningini, jvb. § 1.
Stk. 2. Í forskriftum, sum eru gjørdar við heimild í hesi lóg, kunnu gerast reglur um sekting fyri brot á hesar forskriftir.
Stk. 3. Fyri brot á hesa lóg, ið verða gjørd av partafeløgum, lutafeløgum og líknandi, kann bótaábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum.
§ 4. Henda lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.