Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 24-04-1957
Valmøguleikar
Tín lógalisti

24. apríl 1957Nr. 29

Løgtingslóg um Havnar Skansa

§ 1. Landsstýrinum verður heimilað landsins vegna at taka við ognarrættinum til matr. nr. 618, Tórshavnar bý, Havnar Skansa, at gera neyðturviligar fyriskipanir at rudda og bøta um økið og at fáa skansahúsini aftur í fornan stíl.

§ 2. Landsstýrinum verður heimilað landskassans vegna at taka neyðturvilig lán til tey í § 1 nevndu endamál.

§ 3. Í samráð við Tórshavnar kommunu verður Havnar Skansi at varðveita sum fornminni.

§ 4. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.