Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2021Nr. 29
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
(Skattlig javnseting av persónum, sum fáa fólkapensjón, og áseting um persónar, sum eru 67 ár ella eldri, sum ikki fáa fólkapensjón, og sum áður hava fingið ein landsskattafrádrátt)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 163 frá 10. desember 2020 um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti verður § 3 orðað soleiðis:
Ҥ 3
Broytingin í § 1, nr. 2 er ikki galdandi fyri persónar, sum eru 67 ár ella eldri, sum ikki fáa fólkapensjón, og sum áður hava fingið ein landsskattafrádrátt eftir teimum reglum, sum vóru galdandi fyri persónar, sum vóru 67 ár ella eldri, fram til 31. desember 2020. Hesir persónar hava framhaldandi rætt til henda frádrátt undir somu treytum, sum vóru galdandi fram til 31. desember 2020.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 26. mars 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 91/2020