Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. november 1953Nr. 29
Løgtingslóg um tekniskar innleggingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 209 frá 15. desember 2025
§ 1. 1) Arbeiði við verk til almennar veitingar av vatni, gassi, og við kloak og teir leidningar, sum hoyra til tær einstøku innleggingarnar (haruppií innanhýsis skittvatnsavlop) og eisini tól, sum eru ella ætlast sett føst í veitingina, mugu bert, tá avgerð er tikin av leiðsluni, gerast av persónum, sum hava heimild frá leiðsluni í viðkomandi verki, veitingarfelag o. l. og í kommunalum eftir avgerð kommunustýrisins.
§ 2. Avgerðir, sum tiknar eru eftir § 1 og tær heimildir, sum givnar eru eftir teim, hava gildi fyri alt viðkomandi verk, uttan mun til, um tað liggur í fleiri kommunum (smbr. tó § 3).
§ 3. Landsstýrið tekur endaliga avgerð í ivaspurningum, hvør leiðslan ella hvørt kommunustýri skal taka avgerð og veita heimild innanfyri eitt øki.
§ 4. Viðkomandi leiðsla ella kommunustýri kann eisini innanfyri galdandi lóggávu fyriseta gjølligari reglur í reglugerð um útinning av teim arbeiðum, sum koma undir heimildina.
Spurningur, um fyristílandi regla av røttum er tikin inn í reglugerðina, kann skjótast inn til landsstýrið, sum endaliga avger spurningin.
§ 5. Ein givin heimild til gerð av arbeiðum, sum koma undir hesa lóg, kann takast aftur av tí leiðslu ella tí kommunustýri, sum givið hevur heimildina, tá leiðsla ella kommunustýri heldur, at viðkomandi innleggjari er grovliga ella íðuliga órøkin í útinning av einum ella fleiri arbeiðum, sum gjørd eru eftir heimildini.
§ 6. Ein avgerð, sum leiðsla ella kommunustýri hevur tikið eftir § 1, at arbeiði eftir nevndu lógargrein bert kunnu gerast av persónum, sum hava heimild til tess, kann av kommunustýri í hvørjari kommunu, sum hon kemur inná, skjótast inn til landsstýrið, um so er, at avgerðin viðkemur arbeiðum í øðrum kommunum.
Eisini kunnu avgerðir um veiting ella sýting av heimild skjótast inn til landsstýrið bæði av kommunustýrum í teim kommunum, sum koma inn undir avgerðina og av einumhvørjum persóni sum heimild er sýtt, um so er at viðkomandi hevur tikið eina kommunala ella eina størri yrkisroynd.
Endiliga kann einhvør avgerð um frátøku av heimild skjótast inn til landsstýrið, annaðhvørt um heimildin er givin eftir hesari lóg ella eftir fyrr givnari lóg.
Kærufreistin er í øllum førum 8 vikur frá tí, viðkomandi kommunustýri ella persónur próvført hevur fingið frásøgn um avgerðina.
Stk. 5 1) (Strikað).
§ 7. 1) (Stk. 1. Strikað).
Viðvíkjandi hinum í § 1 nevndu arbeiðum kann landsstýrið, har viðurskiftini eru til tess, avgera, at tílík arbeiði eina mugu gerast av persónum, sum aðrastaðnis hava fingið heimild.
§ 8. Hann, sum uttan heimild eftir frammanfyri standandi reglum ger nakað arbeiði, sum eftir hesi lóg er tilskilað persónum, sum hava heimild til tess, kemur undir sekt, sum ikki fer undir kr. 50.-. Undir sekt, sum ikki fer undir kr. 25.-, kemur bæði hann sum fingið hevur heimild, men sum ikki heldur tær forskriftir, sum givnar eru eftir § 4 og hann sum letur persónar uttan heimild gera arbeiði, sum eftir hesi lóg eru tilskilaði persónum, sum hava heimild til tess.
2) 3) 4) Sektir sum standast av hesi lóg fara í landskassan.
§ 9. 1) (Strikað).
§ 10. Lóg nr. 9 frá 23. januar 1903, smbr. § 4 í kgl. fyriskipan nr. 234 frá 20. december 1929, fer úr gildi.
Heimildir, sum veittar eru og eftir forskriftir sum fyrisettar eru eftir nevndu lóg, hava framvegis gildi, til tær verða broyttar ella tiknar aftur eftir reglunum í hesi lóg.
Eisini § 5, stk. 1, 1. og 4. punktum, í lóg nr. 169 frá 11. mai 1935 um elektrisk sterkstreymsverk, smbr. kgl. fyriskipan nr. 63 frá 27. marts 1936 og bráðfengis kunngerð nr. 28 frá 12. november 1943 (undantaksloyvi frá elektricitetsnævnet viðvíkjandi § 5, 1. stk. 2. punktum í sterkstreymslógini), fara úr gildi.
§ 11. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.
1) Broytt og lutvíst tikin av við § 16, stk. 2 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993.
2) Broytt við lov nr. 186 frá 7. juni 1958.
3) Broytt við § 3 í løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023.
4) Broytt við § 11 í løgtingslóg nr. 209 frá 15. desember 2025, har § 20 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026.”