30. apríl 2015Nr. 29
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
(Broyting av royndartíð)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 17 frá 20. apríl 2004, løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006 og løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður í § 38, stk. 2, 1. pkt. “3” broytt til: “6”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015 og hevur virknað fyri sáttmálar, ið verða góðkendir frá hesum degi.
Í Tinganesi, 30. apríl 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 111/2014