3. januar 1950Nr. 3
Løgtingslóg um vraking av føroyskum ullvørum til útflutnings, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020
§ 1. Ull, tógv, bundnir og vovnir lutir og skinn skulu fyri at kunna seljast út av landinum vera vrakaðir.
§ 2. Landsstýrið skipar nærri reglur fyri vrakingini. Tær útreiðslur, ið standast av hesi lóg, verða at rinda úr landskassanum.
§ 3. Hann, ið brýtur hesa lóg, verður at bøta til ríkiskassan.
§ 4. Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 1950.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 186 frá 7. juni 1958.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”