Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2024Nr. 30
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum
(Peningur til jarðfrøðiligar kanningar heldur enn umhvørvisárinsmetingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 28. mai 2008 um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sum broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 12. november 2008 og løgtingslóg nr. 41 frá 6. mai 2014, verður fylgiskjal B broytt sum ásett í skjali 1.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 68 frá 29. mai 2017 um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum verður skjal 2 broytt sum ásett í skjali 2.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 10. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 95/2023
Skjal 1
Í fylgiskjali B verður § 7, stk. 4, orðað soleiðis:
“Stk. 4. Av gjaldinum verða 250 kr. fyri hvønn ferkilometur at nýta til kanningar í undirgrundini í sambandi við grøna orkuskiftið. Jarðfeingi umsitur peningin og ger í samráð við aðrar viðkomandi myndugleikar og vinnuna av, hvussu peningurin verður nýttur.”
Skjal 2
Í skjali 2 verður § 7, stk. 4, orðað soleiðis:
“Stk. 4. Av gjaldinum verða 250 kr. fyri hvønn ferkilometur at nýta til kanningar í undirgrundini í sambandi við grøna orkuskiftið. Jarðfeingi umsitur peningin og ger í samráð við aðrar viðkomandi myndugleikar og vinnuna av, hvussu peningurin verður nýttur.”