19. mai 2008Nr. 30
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum verður gjørd henda broyting:
Í § 49 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Málini verða viðgjørd sum politimál. Rættartiltøkini í rættargangslógini kapitli 72 (um at leggja hald á) og kapitli 73 (um rannsókn) eru tó galdandi í sama mun sum í málum, sum verða viðgjørd av statsadvokatinum.“
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Løgtingslógin fær virknað fyri mál, har tað ikki er reist ákæra við Føroya rætt, áðrenn lógin kom í gildi.
Tórshavn, 19. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Tórbjørn Jacobsen (sign.)
Lm. nr. 157/2007