Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2021Nr. 30
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
(Ferðaútreiðslur sum standast av samveru í sambandi við uppihald á stovni uttanlands)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020 verður § 22, stk. 8 orðað soleiðis:
“Stk. 8. Barnaverndartænastan ber, eftir umbøn, ferðaútreiðslurnar í sambandi við samveru innanlands. Landið ber ferðaútreiðslurnar sum standast av samveru í sambandi við uppihald á stovni uttanlands.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 14. desember 2020.
Í Tinganesi, 26. mars 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 89/2020