Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mars 2023Nr. 31
Løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í sambandi við dagføring av konkurslógini fyri Føroyar
(Gjaldsteðgur og neyðskuldarsemja verða broytt til endurskipan, reglur um trotabúsbann verða settar inn í grannskoðaralógina)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Fíggjarmálaráðið
§ 1
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 25. mai 2009, verður § 2, stk. 2, 2. pkt. orðað soleiðis:
“Er fyritøkan undir endurskipanarviðgerð, er dagurin, tá skiftirætturin fekk áheitanina um endurskipanarviðgerð, freistdagur, um fyritøkan vegna insolvens er hildin uppat áðrenn 3 vikur aftaná, at endurskipanin hevur mist gildi eftir konkurslógini.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verður § 10, nr. 1, litra d orðað soleiðis:
“d) er undir endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð.”
§ 3
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 173 frá 21. desember 2021, verður í § 7, stk. 1 “neyðskuldarsemju” broytt til: “endurskipan”.
Løgmálaráðið
§ 4
Í Lov nr. 102 af 6. april 1906 om Køb, sum broytt við lov nr. 409 af 30. november 1965, anordning nr. 549 af 13. oktober 1982, anordning nr. 588 af 4. november 1982, anordning nr. 184 af 15. marts 1989 og løgtingslóg nr. 40 frá 6. mai 2015, verður í § 39, stk. 1, 1. pkt. “eller aabnes der Forhandling om Tvangsakkord for ham” broytt til: “eller rekonstruktionsbehandling”.
§ 5
Í Lov nr. 243 af 8. maj 1917 om Kommission, Handelsagentur og Handelsrejsende, verður í § 37, stk. 1, 2. pkt. “Tvangsakkord” broytt til: “rekonstruktion”.
§ 6
Í Lov nr. 146 af 13. april 1938 om Gældsbreve, sum broytt við anordning nr. 371 af 20. december 1961, anordning nr. 588 af 4. november 1982, anordning nr. 150 af 21. marts 1988, anordning nr. 184 af 15. marts 1989 og anordning nr. 398 af 20. april 2010, verður í § 17 “Tvangsakkord” broytt til: “rekonstruktion”.
§ 7
Í Lov nr. 68 af 23. Marts 1932: Veksellov, sum broytt við lov nr. 411 af 30. november 1965 og løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 43, stk. 2, nr. 2 og 3 verður “Konkurs, eller der er aabnet Forhandling om Tvangsakkord for ham” broytt til: “rekonstruktionsbehandling eller konkurs”.
2. Í § 44, stk. 6, 1. pkt. verður “Konkurs, eller er der aabnet Forhandling om Tvangsakkord for ham” broytt til: “rekonstruktionsbehandling eller konkurs”, og “Akkordforhandlingen aabnes” broytt til: “rekonstruktionsbehandlingen indledes”.
3. Í § 44, stk. 6, 2. pkt. verður “Konkurs, eller der aabnes Forhandling om Tvangsakkord for ham” broytt til: “rekonstruktionsbehandling eller konkurs”.
§ 8
Í revsilógini, sambært lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. mai 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 283, stk. 1, nr. 2 verður “ella eftir at tingingar um neyðskuldarsemju uttan fyri húsagang eru byrjaðar” broytt til: “ella eftir at endurskipanarviðgerð er byrjað”.
2. Í § 283, stk. 2 verður “gjaldssteðgur” broytt til: “endurskipanarviðgerð”.
3. Í § 300, nr. 3 verður “neyðugar váttanir til at byrja tingingar um neyðskuldarsemju uttan fyri húsagang” broytt til: “váttanir, ið eru neyðugar undir endurskipanarviðgerð”
4. Í § 304, stk. 2 verður “tingingum um neyðskuldarsemju uttan fyri húsagang” broytt til: “endurskipanarviðgerð”.
Umhvørvismálaráðið
§ 9
Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður § 47 g orðað soleiðis:
“§ 47 g. Virkisveð, sbr. § 47 d, ella kravsveð, sbr. § 47 e, stovnað áðrenn avgerð um húsagang móti veðsetara er tikin, fevnir ikki um ogn, ið er útvegað eftir avgerðina.
Stk. 2. Virkisveð, sbr. § 47 d, ella kravsveð, sbr. § 47 e, stovnað áðrenn skiftirætturin tekur avgerð um at fara undir endurskipanarviðgerð, fevnir ikki um ogn, ið er útvegað eftir avgerðina. Hetta er ikki galdandi, um skuldarumskipanarmál er byrjað, tá avgerð verður tikin um at fara undir endurskipanarviðgerðina.
Stk. 3. Virkisveð, sbr. § 47 d, ella kravsveð, sbr. § 47 e, stovnað áðrenn skiftirætturin tók avgerð um at fara undir skuldarumskipanarmál, fevnir ikki um ogn, ið er útvegað eftir avgerðina. Hetta er ikki galdandi, um búgv veðsetarans, tá avgerðin verður tikin, er undir trotabúsviðgerð, ella endurskipanarviðgerð er byrjað.”
§ 10
Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 20. november 2007, løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2012, løgtingslóg nr. 184 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður § 22 orðað soleiðis:
“§ 22. Loyvi eftir § 4 kann verða tikið aftur, um:
1) løgtingslógin, reglur ásettar sambært løgtingslógini, treytir og boð verða brotin við vilja ella av grovum ósketni,
2) tað í umsókn um loyvi eru givnar skeivar ella villleiðandi upplýsingar,
3) loyvishavarin fer undir endurskipanarviðgerð, letur inn umsókn um konkurs ella verður koyrdur konkurs.
Stk. 2. Um bøtt kann verða um eitt brot, sum nevnt í stk. 1, kann landsstýrismaðurin boða eigaranum frá, at hesin innan fyri eina nærri ásetta freist skal halda sínar skyldur eftir loyvinum.
Stk. 3. Verður loyvið tikið aftur eftir stk. 1 frá eini fyritøku við framleiðsluskyldu, kann landsstýrismaðurin fyribils halda fram við loyviskravda virkseminum hjá fyritøkuni. Fer ein fyritøka við framleiðsluskyldu undir endurskipanarviðgerð, ella verður fyritøkan koyrd konkurs, uttan at loyvi verður tikið aftur, kann landsstýrismaðurin fyribils halda fram við loyviskravda virkseminum hjá fyritøkuni, um so er, at endurskipari ella kurator annaðhvørt ikki ynskja at halda fram við loyviskravda virkseminum, ella framleiðsluskylduga fyritøkan ikki heldur fram við framleiðsluskylduga virkseminum á nøktandi hátt. Endurskipari ella kurator skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi eina viku eftir avgerð hjá skiftirættinum um endurskipanarviðgerð ella eftir konkursdekretið boða landsstýrismanninum frá, um framleiðsluskylduga virksemið heldur fram ella ikki.”
§ 11
Í løgtingslóg nr. 138 frá 6. oktober 2011 um lutaíbúðafeløg, verður § 5, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Áheitan um endurskipan má ikki vera latin inn av ella ímóti einum stovnara, og ein stovnari má ikki vera undir trotabúsviðgerð.”
§ 12
Í løgtingslóg nr. 22 frá 16. mars 2012 um el riknar hitapumpuskipanir, sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 29. mai 2017, verður § 9, stk. 1, nr. 1 orðað soleiðis:
“1) ikki vera undir endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð,”.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
§ 13
Í løgtingslóg nr. 129 frá 15. april 1930 um tryggingaravtalur, sum broytt við lov nr. 50 af 24. februar 1960, løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966, lov nr. 179 af 24. maj 1972, anordning nr. 460 af 9. september 1975, anordning nr. 150 af 21. marts 1988, anordning nr. 582 af 23. juni 2008 og løgtingslóg nr. 33 frá 31. mars 2017, verður í § 28, 1. pkt. “, eller aabnes der Forhandling om Tvangsakkord udenfor Konkurs i hans Bo” broytt til: “eller rekonstruktionsbehandling”.
§ 14
Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 21. mai 1993, løgtingslóg nr. 62 frá 3. juli 1998, løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001, løgtingslóg nr. 32 frá 28. apríl 2009, løgtingslóg nr. 124 frá 22. desember 2010, løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 133 frá 20. desember 2016, løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019 og løgtingslóg nr. 28 frá 11. mars 2022, verður § 10, stk. 4, nr. 4 orðað soleiðis:
“4) reiðarin er undir endurskipanarviðgerð, ella”.
§ 15
Í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 26. mai 2010, løgtingslóg nr. 50 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 67 frá 29. mai 2017 og løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verður § 40, stk. 1, litra c orðað soleiðis:
“c) fer loyvishavarin undir endurskipanarviðgerð, á húsagang, í likvidatión ella kemur í líka støðu.”
§ 16
Í anordning nr. 1355 af 9. december 2007 om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven (Ársroknskaparlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, løgtingslóg nr. 50 frá 12. mai 2015, løgtingslóg nr. 45 frá 6. mai 2016 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 140, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Skráseting Føroya kann hóast freistina í § 138, stk. 1, 2. pkt. loyva, at ársroknskapurin hjá einari fyritøku undir endurskipanarviðgerð verður at lata inn soleiðis, at Skráseting Føroya móttekur hann í seinasta lagi 1 mánað eftir, at endurskipanarviðgerðin er endað.”
2. § 140, stk. 3 verður strikað.
§ 17
Í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 53 frá 12. mai 2015, løgtingslóg nr. 65 frá 30. apríl 2018, løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 43 frá 22. apríl 2021 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 49, stk. 3, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) Nevndarlimur ella stjórnarlimur má ikki hava latið inn áheitan um ella vera undir endurskipanarviðgerð, konkurs ella skuldarumskipan.”
2. Yvirskriftin yvir § 145 og § 145 verða orðað soleiðis:
“Endurskipanarviðgerð
§ 145. Tryggingareftirlitið kann lata inn áheitan um endurskipanarviðgerð fyri tryggingarfeløg, tá fyrilit fyri áhugamálunum hjá íleggjarum ella tryggingartakarum tala fyri tí.
Stk. 2. Áheitan um endurskipanarviðgerð sambært stk. 1 verður fylgd av uppskoti Tryggingareftirlitsins um, hvør skal tilnevnast sum endurskipari og álitispersónur undir endurskipanarviðgerðini, umframt eina váttan frá teimum viðkomandi um, at hesi játta og lúka treytirnar í § 238 í konkurslógini.”
3. Yvirskriftin yvir § 146 verður strikað, og §§ 146 og 147 verða orðaðar soleiðis:
“§ 146. Reglurnar í konkurslógini um endurskipanarviðgerð verða við loyvi Tryggingareftirlitsins at nýta fyri tryggingarfeløg, tó ikki fyri lívstryggingarfeløg.
Stk. 2. Í sambandi við støðuyvirlitið, ið skal sendast saman við endurskipanaruppskotinum, sbr. § 13 b, stk. 1, nr. 2 í konkurslógini, kann skiftirætturin, tá tað snýr seg um endurskipan av endurtryggingarfeløgum, eftir ummæli Tryggingareftirlitsins tilnevna ein óheftan tryggingarfrøðing til at gera eina uppgerð yvir virðið av krøvunum, ið eru fráboðað.
§ 147. Reglurnar í hesi løgtingslóg um heimildir hjá landsstýrismanninum og Tryggingareftirlitinum og skyldur hjá tryggingarfeløgum mótvegis landsstýrismanninum og Tryggingareftirlitinum verða, við neyðugum tillagingum, at nýta fyri tær fyritøkur, ið eru undir endurskipanarviðgerð ella eru farnar í avtøku.”
§ 18
Í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2012, løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 51 frá 4. mai 2021 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“3) ikki er undir endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð,”.
2. Aftan á § 3, stk. 1, nr. 3 verður sum nýtt nr. sett:
“4) ikki er álagdur trotabúsbann ella innan fyri tvey tey seinastu árini hevur verið álagdur trotabúsbann,”.
Nr. 4-6 verða eftir hetta nr. 5-7.
3. Aftan á § 8 a, men áðrenn yvirskriftina yvir § 9, verður sett:
“Trotabúsbann sambært konkurslógini
§ 8 b. Grannskoðari, ið er álagdur trotabúsbann eftir konkurslógini, kann ikki geva grannskoðanarátekningar og váttanir eftir løgtingslógarinnar § 1, stk. 2 í 5 ár frá tí, at hann er álagdur trotabúsbann.”
4. Í § 13, stk. 6 verður “neyðskuldarsemju” broytt til: “endurskipanarviðgerð”.
§ 19
Í løgtingslóg nr. 74 frá 25. mai 2009 um elektroniska undirskrift verður § 19, stk. 6, nr. 3 orðað soleiðis:
“3) fer undir endurskipanarviðgerð ella á húsagang.”
§ 20
Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016, løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019, løgtingslóg nr. 57 frá 4. mai 2021 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 24, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Stovnari má ikki vera undir endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð.”
2. Í § 37, stk. 1, 2. pkt. verður “ella fólk, ið Domstolsstyrelsen hevur tilnevnt sum yrkisserkøn álitisfólk í sambandi við samráðingar um neyðskuldarsemju” strikað.
3. Í § 232, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Freistin upp á 3 mánaðir verður frestað, um felagið verður tikið undir endurskipanarviðgerð.”
4. Yvirskriftin yvir § 233 verður orðað soleiðis:
“Skifti til endurskipan ella trotabúsviðgerð”
5. Í § 233, stk. 1 og 2, tvær staðni í stk. 3, og í stk. 4 og 5 verður “trotabúarviðgerð” broytt til: “endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð”.
6. Í § 233 verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Í einum felagi, har endurskiparin hevur yvirtikið leiðsluna av felagnum, kunnu ikki fremjast skrásetingar viðvíkjandi felagnum, tó burtursæð frá broytingum viðvíkjandi møguligum grannskoðara, sum endurskipari hevur tilnevnt, ella broytingum, ið eru samtyktar av aðalfundinum, og sum endurskipari hevur givið samtykki til.”
7. § 234 verður orðað soleiðis:
“§ 234. Eitt felag, ið er undir trotabúsviðgerð, skal varðveita navn sítt við ískoytinum: undir trotabúsviðgerð. Aðramáta verður § 228, stk. 1 at nýta. Tá trotabúsviðgerð endar, verður tað skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya uttan so, at annað er ávíst í fráboðan skiftirættarins um hetta.
Stk. 2. Eitt felag, ið er undir endurskipanarviðgerð, skal varðveita navn sítt við ískoytinum: undir endurskipanarviðgerð.”
§ 21
Í løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 30. apríl 2018, verður § 25, stk. 2, nr. 3 orðað soleiðis:
“3) ikki er undir endurskipanarviðgerð,”.
§ 22
Í løgtingslóg nr. 53 frá 12. mai 2015 um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður § 5, stk. 3, nr. 2 orðað soleiðis:
“2) Nevndarlimur ella stjórnarlimur má ikki hava latið inn áheitan um endurskipanarviðgerð, umsókn um konkurs ella skuldarumskipan ella vera undir endurskipanarviðgerð, konkursviðgerð ella skuldarumskipan.”
§ 23
Í løgtingslóg nr. 190 frá 18. desember 2020 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður § 46, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Skráseting Føroya skal lata vera við at skráseta eftir stk. 1, um ein limur í evstu leiðsluni ella dagligu leiðsluni í eini fyritøku, ella persónurin, er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, ið hava við sær ein grundaðan váða fyri misnýtslu av starvinum ella uppgávuni, sambært § 78, stk. 2 í revsilógini, ella hevur latið inn áheitan um endurskipanarviðgerð, konkurs ella skuldarumskipan ella er undir endurskipanarviðgerð, konkursviðgerð ella skuldarumskipan.”
Gildiskoma
§ 24
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2023.
Í Tinganesi, 9. mars 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 44/2022