Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mars 1998Nr. 31
Løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
Kapittul 1
Almennar reglur
§ 1. Lógin er galdandi fyri forkanningar o.a.m., leiting eftir, framleiðslu og flutning av kolvetnum gjøgnum rørleiðing á føroyskum land-, sjó- og landgrunsøki. Lógin er eisini galdandi fyri havstøðir, smb. § 2, litra b.
Stk. 2. Lógin miðar móti varisligari og skynsamari leiting eftir og gagnnýting av kolvetnistilfeinginum til gagns fyri føroyskan búskap og arbeiðsvinnu í Føroyum. Virksemið skal vera soleiðis skipað, at neyðug fyrivarni eru tikin fyri fiskiskapi, sigling, umhvørvis- og náttúruáhugamálum umframt øðrum samfelagsligum áhugamálum.
§ 2. Í hesi lóg skilst við:
a) Kolvetni: jarðolja, dropagass, jarðgass og onnur kolvetni, sum náttúrliga eru í undirgrundini, og sum kunnu framleiðast flótandi ella í luftlíki.
b) Havstøðir:
(i) Fastur útbúnaður sum pallar, rørleiðingar og onnur virki og innrættingar á sjóøkinum og landgrunninum, ið verða nýtt til virksemi, nevnt í § 1.
(ii) Flytandi eindir sum boriskip, -rigg, framleiðslu-, goymslu-, íbúðar- og tílík før, meðan tey eru støðuføst og verða nýtt til virksemi, nevnt í § 1.
§ 3. Kolvetni, nevnd eru í § 1, hoyra Føroya landi til. Forkanning, leiting ella framleiðsla kann einans setast í verk av øðrum við loyvi, fingnum sambært reglunum í hesi lóg.
Stk. 2. Føroyskur rættur annars er galdandi fyri havstøðir á landgrunninum og trygdarøki rundanum, er ikki annað ásett í aðrari lóggávu ella í reglum ásettum av landsstýrinum.
Kapittul 2
Forkanningar o.a.m.
§ 4. Landsstýrið kann veita loyvi til forkanningar við atliti at leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum í undirgrundini og til vísindaligar kanningar av undirgrundini, sum hava týdning fyri hetta virksemið.
Stk. 2. Verður ikki stytri tíðarfreist ásett í einum loyvi, er tað galdandi í 3 ár. Í loyvinum skal verða tilskilað, hvørji øki, tað fevnir um.
Stk. 3. Loyvi til forkanningar gevur rættindi til jarðfrøðiligar, jarðalisfrøðiligar, jarðevna-frøðiligar og jarðtøkniligar kanningar. Loyvið gevur ikki rætt at bora eftir ella at framleiða kolvetni, heldur ikki forrætt til seinni leitingar- og framleiðsluloyvi.
§ 5. Landsstýrið kann áseta treytir fyri einum forkanningarloyvi ella einum loyvi til vísindaligar kanningar, herundir um rindan av avgjaldi og ágávu og frágreiðing um gongdina í kanningunum og um úrslitini, og um trúnað.
Stk. 2. Landsstýrið kann áseta reglur um avgjøld og ágávu fyri at veita loyvi.
Kapittul 3
Leiting og framleiðsla
A. Loyvi og treytir.
§ 6. Landsstýrið kann veita loyvi við einkarrætti til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á neyvt ásettum økjum við gjølla ásettum treytum. Loyvi kann bert veitast umsøkjarum, sum ætlandi hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku. Tá avgjørt verður at veita loyvi, skal landsstýrið leggja dent á, í hvønn mun tað almenna fær innlit í og gagn av loyvda virkseminum.
Stk. 2. Í loyvi eftir stk. 1 skulu vera reglur um tey viðurskifti, nevnd eru í §§ 8-13, og harafturat kann landsstýrið áseta treytir, ið hildnar vera neyðugar.
Stk. 3. 1) Loyvishavarar við loyvi eftir stk. 1 skulu skráseta deild ella felag í Føroyum í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at loyvi er latið, ella eftir at teir eru góðkendir sum loyvishavarar eftir hesi lóg og skulu hava umboð búsitandi í Føroyum.
§ 7. Loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum verður veitt eftir, at alment er lýst eftir umsóknum.
Stk. 2. Áðrenn lýst verður eftir umsóknum, verður ásett í løgtingslóg, hvørji øki verða bjóðað út, og almennu treytirnar, ið setast skulu. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið skal metast um, hvørjar avleiðingar kolvetnisvirksemið kann hava fyri sigling, fiskiskap og aðrar vinnur, náttúru-, umhvørvis-, og onnur samfelagsáhugamál. Eisini verður mett um, hvat íkast virksemið fer at geva búskapi og arbeiðsvinnu.
Stk. 3. 2) Um umsókn er komin um at veita loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sbr. § 6, stk. 1, uttan at alment er lýst eftir umsóknum sbrt. stk. 1, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, kann landsstýrismaðurin hóast stk. 1-2 taka eina slíka umsókn til viðgerðar. Loyvi kann bert verða givið, aftaná at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og hvat øki søkt verður um. Onnur áhugað kunnu søkja um loyvi til sama øki ella partar av hesum við eini freist upp á í minsta lagi 90 dagar frá tí, at lýst varð.
Stk. 4. 2) Loyvi eftir mannagongdini í stk. 3 kann bert verða givið til øki, sum eru ásett sbrt. stk. 2 í løgtingslógunum um fyrsta, annað og triðja útbjóðingarumfar.”
Stk. 5. 2) Landsstýrið kann lata vera við at geva teimum loyvi, ið søkt hava.
Stk. 6. 2) Landsstýrið kann áseta krøv um gjald av ágávu fyri viðgerð av umsóknum og veiting av loyvum eftir § 6.
§ 8. 3) Loyvi eftir § 6 til leiting verður veitt fyri tíðarskeið, ikki longri enn 12 ár, ið kunnu verða longd við upp til 4 ár í senn. Leitingarskeiðið alt kann tó ikki fara upp um 16 ár.
Stk. 2. Hevur loyvishavari lokið tær í loyvinum ásettu treytirnar fyri leinging av loyvinum, hevur hann krav um, at loyvið verður longt við atliti at framleiðslu fyri eitt skeið, ið ásett verður í loyvinum, og sum ikki kann fara upp um 30 ár. Leingingin av loyvinum skal í minsta lagi galda fyri teir partar av økinum, ið fata um rakstrarverdar fundir, ið loyvishavari ætlar at framleiða. Landsstýrið kann sum treyt fyri at leingja loyvið krevja, at umsókn um góðkenning av leiðbyggiætlan sambært § 15, stk. 2, verður innsend innan nærri ásetta rímiliga freist.
§ 9. Ásett verður í loyvi eftir § 6 hvørjar arbeiðsskyldur loyvishavari skal lúka í leitingarskeiðinum sambært § 8, stk. 1, og hvørji avgjøld loyvishavari skal rinda tí almenna. Eitt nú kann ásetast, at rindast skal leypandi avgjald, roknað eftir víddini av loyvisøkinum (víddargjald) og avgjald, roknað eftir nøgd ella virði av framleiddum kolvetnum (framleiðslugjald).
§ 10. Í loyvum eftir § 6 verða reglur ásettar um brúk av føroyskari arbeiðsmegi, veitingar og tænastur frá føroyskum fyritøkum, um útbúgvingar v.m., umframt hvaðan loyvishavari rekur virksemi sítt, herundir m.a. við útgerðarstøðum.
§ 11. Í loyvum eftir § 6, skal verða ásett, at allur flutningur av útgerð og fólki til og frá føroyskum øki skal fara um føroyskan bryggjukant ella føroyskan flogvøll.
Stk. 2. Landsstýrið kann í serligum førum, gera undantak frá ásetingini í stk. 1.
§ 12. Í loyvum eftir § 6 ella í fyriskipanum, ásettum av landsstýrinum sambært § 30, verða gjøllari reglur ásettar um, at loyvishavari skal lata inn fíggjarligar og roknskaparligar upplýsingar eins væl og upplýsingar um leitingar- og framleiðsluvirksemi sítt, umframt stakroyndir og aðrar upplýsingar um undirgrundina, hann hevur savnað í virksemi sínum.
Stk. 2. Í loyvum eftir § 6 kunnu ásetast reglur um trúnað viðvíkjandi teimum frágreiðingum og upplýsingum, nevndar eru í stk. 1.
§ 13. Í loyvum eftir § 6 verður ásett við fyrivarni fyri reglunum í §§ 21 og 22, í hvønn mun skyldur loyvishavarans standa við, eftir at loyvisskeiðið er runnið, loyvið latið innaftur ella tikið aftur. Harafturat kann verða ásett, at landsstýrið, um arbeiðsskylda ella aðrar skyldur ikki eru loknar, kann krevja, at loyvishavari fult ella fyri ein part rindar ta upphædd, sum tað hevði kostað at lokið skyldurnar.
B. Virksemið
§ 14. Leitingar- og framleiðsluvirksemið skal vera forsvarligt og skynsamiligt og samsvarandi viðurkendari góðari altjóða venju undir líkum umstøðum. Virksemið skal vera umhvørvisliga og trygdarliga forsvarligt, og soleiðis at tað slepst undan kolvetnisspilli. Hóskandi atgerðir skulu setast í verk so tað slepst undan at skaða dýra- og plantulív og at dálka umhvørvið. Virksemið skal ikki vera til óneyðugan vanda ella tarn fyri skipaferðslu, loftferðslu, fiskiskap ella annað virksemi ella elva skaða ella skaðavanda fyri rørleiðingar, kaðalar ella annan útbúnað.
Stk. 2. Viðgerðarstøðir, rørleiðingar og aðrar flutningsskipanir eiga at hava hóskandi stødd og leggjast soleiðis, at undirstøðukervið sum heild verður virkisført.
§ 15. Leiti- og aðrar boringar í undirgrundini mega ikki verða byrjaðar uttan so, at landsstýrið frammanundan hevur góðkent útgerð, arbeiðsætlan og mannagongd.
Stk. 2. Loyvishavari kann bert stovna havstøð ella virki og útbúnað á landi at brúka til kolvetnisframleiðslu og fara undir framleiðslu, um landsstýrið frammanundan hevur góðkent eina leiðbyggiætlan, sum nevnd er í stk. 3, herundir framleiðslufyrireikingar og -gongd og tann útbúnað, ið nýtast skal.
Stk. 3. Ger loyvishavari av at útbyggja og framleiða ein kolvetnisfund, skal hann gera eina ætlan (leiðbyggiætlan), ið skal sendast til góðkenningar eftir stk. 2. Í ætlanini skulu vera upplýsingar og metingar um kolvetnisfundin og útvinning av honum, umframt upplýsingar og metingar av tøkniligum, fíggjarligum, trygdarligum, umhvørvisligum slagi og um fiskivinnu og siglingarviðurskifti saman við einari frágreiðing um týdningin av byggi-ætlanini fyri búskap og arbeiðsvinnu. At enda skal vera greitt frá, hvussu virki og útbúnaður kunnu verða frágingin, tá virksemið verður niðurlagt. Verður bygt í tveimum ella fleiri umførum, eigur ætlanin, so langt til ber, at fata um alla byggingina.
Stk. 4. Góðkenning landsstýrisins av leiðbyggiætlanini, herundir seinni góðkenningar av serskildum byggistigum og støkum virkjum og virkislutum eftir reglum, givnar sambært § 25, skal vera fingin, áðrenn gingið verður í munandi sáttmálabundnar skyldur uttan so, at landsstýrið frammanundan gevur sítt samtykki.
Stk. 5. Talar fyrilit fyri forsvarligari og skynsamiligari framleiðslu fyri tí, ella er tað neyðugt orsakað av týdningarmiklum samfelagsáhugamálum, kann landsstýrið gera broytingar í góðkendum framleiðsluætlanum og laga framleiðsluna samsvarandi til.
Stk. 6. 4 vikur áðrenn avgjørt verður at góðkenna eina leiðbyggiætlan, leggur landsstýrið eina frágreiðing fyri løgtingið um, hvørjar almennar treytir landsstýrið setir fyri hesi góðkenning.
§ 16. Røkkur kolvetnisfundur um øki hjá fleiri loyvishavarum, skulu teir samskipa leiting og møguliga framleiðslu. Slíkar avtalur skulu góðkennast av landsstýrinum. Fæst ikki semja um samskipan innan rímiliga tíð, kann landsstýrið geva boð um samskipan og áseta treytirnar.
Stk. 2. Røkkur kolvetnisfundur inn á landgrunn ella yvirvaldsøki hjá øðrum landi, kann landsstýrið, verður avtala um samskipan av leiting og framleiðslu gjørd við hetta landið, geva honum, ið loyvi hevur til føroyska partin, boð um at taka lut í tílíkari samskipan og áseta treytirnar.
§ 17. Eiga tveir ella fleiri kolvetnisfundir at verða samtroyttir, av tí at fyrilit fyri tilfeingi, búskapi ella samfelagsáhugamálum tala fyri tí, kann landsstýrið, tá ið tað hevur ráðført seg við loyvishavararnar, geva boð um at hetta verður gjørt. Í hesum sambandi kann áleggjast loyvishavara móti gjaldi at lata viðgerðar- og flutningsbúnað til nýtslu í tílíkum samstarvi. Semjast loyvishavararnir ikki um gjaldið, verður tað ásett av landsstýrinum.
§ 18. Kolvetni, ið ikki eru brúkt í framleiðsluni, sprænd innaftur, brend ella farin fyri skeytið, skulu takast í land í Føroyum, uttan so at landsstýrið góðkennir annað. Landsstýrið kann áseta treytir fyri góðkenningini.
C. Rørleiðingarskipanir
§ 19. Loyvi landsstýrisins krevst til tess at leggja og reka rørleiðingarskipanir at brúka í virksemi, fevnt av hesi lóg.
Stk. 2. Í einum loyvi kunnu setast treytir um rørlegu, støddir, ognarviðurskifti, annara rætt at brúka rørleiðingina, gjald v.m.
Stk. 3. Stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri innanhýsis rørleiðingar í framleiðsluútbúnað á stakari leið.
Stk. 4. Røkkur rørleiðingin inn á landgrunn ella yvirvaldsøki hjá øðrum landi, kann landsstýrið, verður avtala gjørd við hetta landið um at leggja og reka rørleiðingina, geva honum, ið loyvi hevur til føroyska partin, boð um at taka lut í avrádda samstarvinum og áseta treytirnar.
§ 20. Loyvi landsstýrisins krevst til tess at leggja og reka undirsjóvar rørleiðingarskipanir til millumlandaflutning á føroyskum landgrunnsøki. Í góðkenningini skal tilskilast, hvar hesar rørleiðingar verða lagdar og treytir skulu setast um rímiligar atgerðir við atliti at leitingarvirksemi á landgrunninum, gagnnýting av náttúruríkidømi hansara og fyribyrging, avmarking og eftirliti við dálking frá rørleiðingum.
D. Avrigging av virkseminum
§ 21. Hildið kann einans verða endaliga uppat við rakstri og viðlíkahaldi av havstøð til framleiðslu, eftir at landsstýrið frammanundan hevur givið sína góðkenning. Loyvishavari skal við freist eftir stk. 3 leggja eina avriggingarætlan fyri landsstýrið við neyðugum upplýsingum og metingum um tøkni, trygd, umhvørvi, fiskiskap, sigling og búskap saman við uppskoti um hvussu havstøðin kann verða frágingin.
Stk. 2. Havstøðin skal samsvarandi altjóða reglum framhaldandi verða brúkt í kolvetnisvirksemi sambært hesi lóg, til annað endamál ella burturbeinast heilt ella partvís. Loyvishavari skal fremja avriggingarætlanina innanfyri ta freist og samsvarandi teimum treytum, landsstýrið hevur sett í góðkenning síni av ætlanini. Gongur freistin frá tí, at hildið verður uppat at brúka havstøðina, skal loyvishavari boða landsstýrinum frá, tá hildið verður uppat.
Stk. 3. Avriggingarætlanin skal sendast inn í seinasta lagi tvey ár, innan loyvishavari roknar við at hildið verður uppat at brúka havstøðina. Sama er galdandi, um loyvisskeið eftir §§ 6 og 19 í hesi lóg eru runnin, hendir tað áðrenn roknað er við at halda uppat. Landsstýrið kann krevja avriggingarætlanina fyrr, um umstøðurnar tala fyri tí. Somuleiðis kann landsstýrið til hvørja tíð geva loyvishavaranum boð um at prógva førleika sín at fíggja avriggingarætlanina ella veita neyðuga trygd, metir landsstýrið seg at hava grund til at halda, at loyvishavarin ikki fer at hava neyðuga peningin tøkan.
§ 22. Tá skeiðið í loyvi eftir §§ 6 ella 19 er runnið, loyvið latið innaftur ella tikið aftur, hevur tað almenna rætt til uttan viðurgjald at yvirtaka viðkomandi útbúnað. Sama er galdandi, tá hildið er endaliga uppat at brúka útbúnað, ið burturav er ætlaður til brúks á ávísa økinum.
Stk. 2. Rættur hins almenna eftir stk. 1 verður útintur av landsstýrinum. Avgerðin verður boðað loyvishavaranum í sambandi við, at landsstýrið tekur støðu til avriggingarætlan hansara eftir § 21 og hevur í seinasta lagi gildi, tá 6 mánaðir eru farnir frá tíðini eftir stk. 1.
Stk. 3. Loyvishavarin skal síggja til, at búnaðurin við útgerð og neyðugum tilhoyri og tilfari verður avhendur tí almenna í forsvarliga viðlíkahildnum standi og leysur av møguligum skuldbindingum og øllum triðjamansrættindum. Tílíkar skuldbindingar og tílík rættindi detta burtur mótvegis tí almenna.
Kapittul 4
Meting um fylgjur fyri umhvørvið
§ 23. Loyvi ella góðkenningar eftir §§ 15, 19, 20 ella 21 viðvíkjandi verkætlanum, ið ætlandi fara at ávirka umhvørvið munandi, kunnu bert verða veitt eftir, at mett er um umhvørvisligu avleiðingarnar, og eftir at avvarandi almenningur, myndugleikar og felagsskapir hava fingið høvi at siga sína hugsan.
Stk. 2. Landsstýrið kann veita undantak frá kravinum eftir stk. 1, tala umstøðurnar fyri tí.
Stk. 3. Landsstýrið kann áseta reglur um, at avvarðandi almenningur, myndugleikar og felagsskapir skulu fáa boð og verða hoyrdir.
Kapittul 5
Arbeiðsumhvørvi, trygd og tilbúgving v.m. á havstøðum.
§ 24. Loyvishavarin, fyristøðufelagið, stjórin á havstøðini, arbeiðstakarar, undirarbeiðstakarar og aðrir arbeiðsgevarar skulu hvør í sínum lagi síggja til, at arbeiðsumstøðurnar eru fult forsvarligar til trygd og heilsu, og at dygt eftirlit er við, at arbeiðið verður gjørt forsvarliga.
§ 25. Landsstýrið kann til tess at varða um trygdar-, heilsu- og umhvørvisatlit í sambandi við kolvetnisleiting, -framleiðslu og/ella -flutning áseta nærri reglur fyri havstøðir, herundir reglur um:
a) vanligar skyldur hjá arbeiðsgevarum, formonnum, arbeiðstakarum og útvegarum v.m.,
b) skjalfesting viðvíkjandi heilsu- og trygdarviðurskiftum, eftirlitsskipanir, ið kunnu vera innaneftirlits- ella aðrar líkar skipanir, próvskjalaskipanir, og trygdarbygnað annars,
c) gerð av virkjum og útgerð, góðkenning og loyvi til byggifyrireiking, bygging, innleggingar, brúk og burturbeining,
d) trygdar-, heilsu- og umhvørvisviðurskifti, arbeitt verður undir,
e) útbúgving og upplæring, hvíldartíð, frítíð, aldurskrøv og heilsukanningar.
§ 26. Á mannaðum havstøðum skal eigarin ella brúkarin tilnevna stjóra, ið hevur hægsta myndugleika á støðini í øllum lutum.
Stk. 2. Eigari ella brúkari av havstøð skal gera manningar- og verkskipan, ið sigur hvør stjórin er, hvørjir hava ábyrgdina av teimum ymisku høvuðssetningunum í rakstrartrygdini og ásetir leiðbeinandi reglur fyri samstarvi teirra, ið ábyrgdina hava.
Stk. 3. Landsstýrið kann til tess at vissa sær, at trygdin er í lagi, krevja at fáa ta í stk. 2 nevndu ætlan til góðkenningar og áseta gjøllari manningarreglur.
§ 27. Eigari ella brúkari av havstøð skal halda dygga tilbúgving til verju fyri vanlukku ella vanda, ið kunnu elva fólkaskaða ella deyða, umhvørvisdálking ella tingskaða. Eisini skal hann síggja til, at neyðug útgerð til eyðflytingar og bjargingar umframt ávaringar og fjarskifti er til taks. Hann skal í tílíkum førum skipa fyri neyðugum atgerðum at forða ella minka um fólkavanda og skaðafylgjur.
Stk. 2. Landsstýrið kann taka avgerð um ella áseta nærri reglur um tilbúgvingina, herundir um manning og útgerð, sum eigarin ella brúkarin skal hava til taks, hendir óhapp á støðini og um at fleiri loyvishavarar skulu samstarva um tilbúgving. Í vanlukku- ella vandastøðu kann landsstýrið taka avgerð um at seta í verk bjargingartiltøk ella atgerðir at vinna á vanlukkuni og um, at aðrir skulu koma við neyðugari tilbúgvingarútgerð fyri eigarans ella brúkarans rokning.
§ 28. Rundan um havstøðir, tó ikki rørleiðingar, skulu vera trygdarøki. Landsstýrið ásetir víddina samsvarandi galdandi altjóða reglum og kann gera fyriskipanir um sigling, fiskiskap og flúgving á økjunum, herundir banna óviðkomandi skipum og flogførum at koma inn á økini.
Stk. 2. Landsstýrið kann av trygdargrundum áseta reglur um avmarkingar av uppankring og fiskiskapi við undirsjóvar rørleiðingar.
§ 29. Er álvarslig vanlukka hend orsakað av virksemi, ið kemur undir hesa lóg, ella tilburður, ið kundi elvt slíka vanlukku, ella munandi tingskaða, ella sjódálking, kann landsstýrið seta skaðanevnd at kanna og meta um hendingina og skriva frágreiðing. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um virksemi nevndarinnar.
Stk. 2. Skaðanevndin hevur loyvi at kanna havstøðina ella leivdirnar av henni.
Stk. 3. Skaðanevndin kann krevja, at bøkur og onnur skjøl, ið hava týdning fyri kanningina, verða framløgd, og kann avhoyra eigaran ella brúkaran av havstøðini, starvsfólk og hvønn tann, ið verður hildin at kunna koma við upplýsingum, ið hava týdning fyri kanningina.
Stk. 4. Skaðanevndin kann krevja avhoyring í rættinum sambært reglunum í rættargangslógini.
Kapittul 6
Myndugleikaviðgerð og eftirlit v.m.
§ 30. Landsstýrið kann áseta gjøllari reglur um virksemi sambært loyvum eftir §§ 4, 6, 19, 20 og 21.
§ 31. Landsstýrið savnar allar tøkar upplýsingar um undirgrundina, ið fáast til vega í virksemi eftir hesi lóg.
§ 32. Landsstýrið hevur eftirlit við, at lógin og reglur og treytir settar sambært lógini, verða hildnar.
Stk. 2. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um eftirlit, góðkenning av stakroyndum og øðrum prógvum fyri, at reglur um trygd, heilsu og umhvørvi eru hildnar.
Stk. 3. Landsstýrið kann heimila lands- og øðrum almennum stovnum at umsita heimildir, ið lógin gevur landsstýrinum.
Stk. 4. Loyvishavararnir rinda útreiðslurnar av viðgerð myndugleikanna av málum um loyvi og góðkenning v.m. til virksemi eftir hesi lóg, og av eftirlitinum eftir stk. 1 sambært reglum, ásettum av landsstýrinum.
§ 33. Loyvishavarar, eigarar ella brúkarar av havstøðum skulu lata allar upplýsingar, landsstýrið heldur vera neyðugar til eftirlitið við virksemi teirra eftir hesi lóg.
Stk. 2. At fremja eftirlitið kann landsstýrið áleggja loyvishavara at lata inn stakroyndir, rátilfar, viðgerðarúrslit, tulkingar og metingar umframt tøkniligar og búskaparligar upplýsingar.
Stk. 3. Har tað er neyðugt til eftirlits, hava starvsfólk eftirlitsmyndugleikans til hvørja tíð, uttan dómsúrskurð móti neyðugum samleikaprógvi atgongd til allar partar av fyritøku, har virksemi er eftir hesi lóg.
Stk. 4. Tað liggur á eigara ella brúkara av havstøð eins og teimum, ið virka teirra vegna, at geva starvsfólki eftirlitsmyndugleikans alla neyðuga hjálp í kanningarvirksemi teirra.
Stk. 5. Umboð fyri eftirlitsmyndugleikan hava rætt at taka lut sum eygleiðarar á fundum í samstarvsnevndum hjá loyvishavarum, sum í felag hava fingið loyvi eftir § 6.
§ 34. Eftirlitsmyndugleikin kann geva boð um, at viðurskifti, ið eru ímóti lógini ella reglum og avgerðum sambært lógini, verða fingin í rættlag beinanvegin ella innan nærri ásetta freist.
Stk. 2. Metir eftirlitsmyndugleikin, at tað er neyðugt til tess at forða hóttandi stórvanda fyri starvsfólksins ella annara trygd ella heilsu ella fyri umhvørvisdálking, kann hann geva boð um, at beinanvegin skal verða gingið ímóti vandanum, herundir at arbeiðið verður steðgað.
Kapittul 7
Endurgjald og serligar reglur um skaðabøtur til fiskimenn
§ 35. Loyvishavarin skal endurgjalda tap, ið stendst av skaða, dálkingarskaði íroknaður, elvdur av virksemi sambært loyvinum, hóast skaðin stendst av tilvild.
Stk. 2. Hevur tann, ið varð fyri skaða, tilætlað ella av grovum ósketni, medvirkað til skaðan, kann endurgjaldið verða lækkað ella fella burtur.
Stk. 3. Endurgjald fyri dálkingarskaða kann verða lækkað ella fella burtur, verður tað prógvað, at náttúruhending, ið ikki slapst undan, krígs- ella yvirgangsatgerð ella líkar tvingandi umstøður (force majeure) munandi hava medvirkað til ella økt um skaðan undir umstøðum, ið ikki kundi roknast við fóru at henda, og sum loyvishavarin ikki hevði ræði á.
Stk. 4. Við dálkingarskaða skilst í hesi lóg skaði ella tap orsakað av dálking, elvdari av kolvetnisfloymi ella -leka úr virki, borihol íroknað, og útreiðslur til rímilig tiltøk at forða ella avmarka tílíkan skaða ella tap, umframt skaða ella tap, ið standast av tílíkum tiltøkum. Skaði ella tap, sum eigarar, reiðarar og manning á fiskiskipum hava verið fyri orsakað av skerdum fiskimøguleikum, verða eisini mett at vera dálkingarskaði.
§ 36. Verða føroyskir eigarar, reiðarar og manning á fiskiførum fyri tapi, ið má metast at stava frá kolvetnisvirksemi til havs sambært hesi lóg, og ikki gerst av, hvør skaðan voldi, smb. § 35, skulu loyvishavararnir við samábyrgd veita skaðabøtur fyri skaða á fiskireiðskap, -skip, og -før umframt veiðumiss og mista fiskitíð. Sama er galdandi fyri mista fiskitíð í sambandi við merking, upptøku og uppskiping av lutum, ið stava frá virkseminum. Loyvishavarar kunnu stovna skaðabótagrunn við tí endamáli at gjalda krøv eftir hesi reglu, áðrenn farast kann eftir loyvishavarunum.
§ 37. Loyvi ella góðkenning eftir §§ 15, 19, 20 ella 21 til fyritakssemi á sjóøkinum og landgrunninum, sum verður til hindurs ella ampa fyri fiskiskap, ið vanliga hevur verið rikin av føroyskum fiskiførum har á leiðini, verða ikki givin uttan so, at landsstýrið samstundis tekur avgerð um, at loyvishavarin veitir eigarum, reiðarum og manning, hvørs inntøkumøguleikar verða skerdir av fyritaksseminum, skaðabøtur, ella landsstýrið eftir § 38 hevur sent skaðabótanevndini málið til avgerðar.
§ 38. Ein skaðabótanevnd við 5 limum ger av, um tap er ella verður volt, og um skaðabøtur eiga at verða veittar eftir § 36 ella, tá landsstýrið hevur sent nevndini mál til viðgerðar, eftir § 37. Loyvishavararnir uppnevna í felag 2 limir, meðan felagsskapir umboðandi føroyskar skipaeigarar, reiðarar og manning á fiskiførum í felag uppnevna 2 limir. Partsumboðini í nevndini uppnevna í felag nevndarformannin, ið skal lúka treytirnar fyri at gerast landsdómari. Fæst ikki semja um formannin, verður hann uppnevndur av sorinskrivaranum.
Stk. 2. Loyvishavararnir rinda útreiðslurnar til skaðabøtur og rakstur av nevndini sambært reglum, ið landsstýrið ásetir. Landsstýrið kann gera av, at gjald skal rindast fyri viðgerð av málum í nevndini. Í aðrar mátar er gerðarrættarlógin galdandi. Landsstýrið kann harumframt áseta reglur um skaðabótagrunn, smb.§ 36.
Kapittul 8
Aðrar ásetingar
§ 39. Loyvi eftir hesi lóg eru undantikin rættarsókn og kunnu hvørki beinleiðis ella óbeinleðis avhendast uttan so, at landsstýrið gevur loyvi til tess og góðkennir treytirnar.
§ 40. Landsstýrið kann taka eitt loyvi aftur
a) verða lógin, reglur ásettar sambært lógini, treytir og boð brotin grovliga ella ferð eftir ferð,
b) verða í umsókn um loyvi givnar skeivar ella villeiðandi upplýsingar,
c) boðar loyvishavarin frá gjaldssteðgi, biður um samráðingar um neyðskuldarsemju, fer á húsagang ella í likvidatión ella kemur í líka støðu.
Stk. 2. Fær loyvishavarin bøtt fyri sær, tekst loyvið ikki aftur eftir stk. 1, litra a, fyrr enn landsstýrið hevur givið boð um, at viðurskiftini skulu verða rættað innan ávísa freist, og boðini eru ikki fylgd.
§ 41. Í loyvi kann ásetast, at ósemja millum landsstýrið og loyvishavaran um, hvørt reglur ella treytir sambært hesi lóg ella í reglum, ásettum sambært lógini ella í loyvi ella góðkenning, eru loknar, kann verða løgd fyri gerðarrætt til endaliga avgerð.
§ 42. Tá ræður um reglurnar í sjólógini um avmarking av ábyrgd fyri flytandi havstøðir, ið sjólógin fatar um, ábyrgist reiðarin, um ábyrgd er avmarkað, við upp til 20 milliónum SDR, sama hvussu stór havstøðin er. Ræður um fólkaskaða, verður hendan upphæddin hækkað við 12 milliónum SDR.
Stk. 2. Endurgjald fyri dálkingarskaðar av kolvetnisvirksemi hevur ikki sjóveð eftir reglunum í sjólógini.
Stk. 3. Hevur reiðarin loyvi eftir § 6 til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, galda reglurnar um avmarking av ábyrgd reiðarans ikki.
§ 43. Landsstýrið kann, sum neyðugt er, loyva, at føst ogn verður ognartikin til virksemi eftir hesi lóg.
Stk. 2. Kanningar, ið ikki taka langa tíð, og sum hava til endamáls at fremja fyritakssemi eftir hesi lóg, kann landsstýrið loyva á annansmans ogn, hóast tað kann hava við sær skaða ella ampa, ið fult endurgjald verður at veita fyri.
Stk. 3. Ognartøka eftir stk. 1 verður framd sambært reglunum í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 um skyldu at lata lendi til almennar vegir, havnir og lendingar umframt almennar skúlar í Føroyum. Sama er galdandi fyri avgerðir eftir stk. 2, fæst ikki semja um endurgjaldið.
§ 44. Landsstýrið skal í minsta lagi annað hvørt ár leggja fram fyri tingið frágreiðing, sum skal verða grundarlag fyri einum oljupolitiskum orðaskifti sambært ásetingunum í Tingskipan Føroya Løgtings, fyrstu ferð í 1999.
Kapittul 9
Revsing og gildiskoma
§ 45. 4) Við bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir verður hann revsaður, sum
a) rekur virksemi, nevnt í §§ 4, 6, 19 og 20, uttan loyvi landsstýrisins,
b) riggar virkið av uttan góðkenning landsstýrisins eftir § 21, stk. 1, ella letur ikki rættstundis inn nøktandi avriggingarætlan eftir § 21, stk. 3,
c) brýtur §§ 24, 26 ella 27, ella letur ikki inn stakroyndir og aðrar upplýsingar eftir § 12, ella forðar fyri kanning, nevndar í § 29, stk. 2,
d) aktar ikki boð, givin eftir hesi lóg, ella fyriskipanir, ásettar við heimild í lógini.
Stk. 2. Verður § 24 brotin, kann arbeiðsgevari bøta, sjálvt um brotið ikki er framt tillætlað ella av ósketni.
Stk. 3. 4) Í fyriskipanum, ásettum við heimild í lógini, kann ásetast revsing, sum bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir fyri brot av reglunum í fyriskipanunum. Eisini kann ásetast, at arbeiðsgevari, sum brýtur reglurnar, boð ella forboð, sum ásett, kann bøta, sjálvt um brotið ikki er framt tilætlað ella av ósketni. Umskiftisrevsing verður ikki ásett fyri bót.
Stk. 4. Verður brotið framt av partafelagi, smápartafelagi, lutafelagi ella tílíkum feløgum, kann bótin verða kravd av felagnum sjálvum.
§ 46. Avgjøld og ágávur sambært hesi lóg kunnu krevjast inn við panting
§ 47. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Løgtinglóg nr. 179 frá 21. oktober 1993 um forkanningar o.a.m. av undirgrund Føroya verður sett úr gildi.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 15. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kravið um, at loyvishavarar, skulu hava umboð búsitandi í Føroyum, sbrt. § 1, er ikki galdandi fyri verandi loyvishavarar í verandi loyvum, sum ikki hava umboðan í Føroyum, tá lógin fær gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 26 mai 2010.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 29. mai 2017.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.