19. mai 2008Nr. 31
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um manning av skipum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 5, stk. 4, 2. pkt. verður strikað.
2) § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð gjald fyri útgávu og endurnýggjan av vinnubrøvum og viðurkenningarprógvum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 19. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Tórbjørn Jacobsen (sign.)
Lm. nr. 143/2007