Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2021Nr. 31
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn
(At taka eftirnavn ella millumnavn við giftu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 30. apríl 2007, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2, 1. pkt., verður “, sbr. tó § 2, stk. 4” strikað.
2. Í § 13 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Vilja hjúnafelagar hava sama millumnavn, kann annar teirra, við samtykki frá hinum, boða vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur millumnavnið hjá hinum, tó ikki um navnið er fingið við giftu.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
3. § 13, stk. 2, sum verður stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Hjúnafelagi, ið hevur fingið millumnavn ella eftirnavn sítt við giftu, kann boða vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur millumnavnið ella eftirnavnið aftur, sum hann bar undan vígsluni, ella tað millumnavnið ella eftirnavnið, sum hann seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu.”
4. Í § 21, stk. 3, verður aftan á “landsstýrismannin” sett: “í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 26. mars 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 88/2020