Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mars 2023Nr. 32
Løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni
(Avtøka av kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Arbeiðsloysismál og barsilsmál
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 17. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 26, stk. 1, 1. pkt. verður “kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
2. § 26, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Avgerðir hjá Føroya Kærustovni kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu skjótast inn fyri Føroya Rætt innan 6 mánaðir eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.”
3. § 26, stk. 1, 3. pkt. verður strikað.
4. § 26, stk. 2-4 verða strikað.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 21. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 25 a, stk. 1, 1. pkt. verður “kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
2. § 25 a, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Avgerðir hjá Føroya Kærustovni kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu skjótast inn fyri Føroya Rætt innan 6 mánaðir eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.”
3. § 25 a, stk. 1, 3. pkt verður strikað.
4. § 25 a, stk. 2-5 verða strikað.
Høvuðsbarnaverndarmál
§ 3
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Yvirskriftin yvir § 11 verður orðað soleiðis:
“Mál, ið Føroya Kærustovnur tekur avgerð í”
2. Í § 11, stk. 1 verður “Landsstýrismaðurin setur eina Høvuðsbarnaverndarnevnd til at taka” broytt til: “Føroya Kærustovnur tekur”.
3. Í § 11, stk. 2, § 15 a, stk. 1 og 2, § 15 b, stk. 2, § 19, stk. 1, § 22, stk. 2 og 3, tvær staðni í stk. 4 og í stk. 5-7, § 23, stk. 1, § 24, tvær staðni í stk. 2 og tvær staðni í stk. 3, § 24 a, stk. 1-5, § 24 b, stk. 3, § 24 f, tvær staðni í stk. 1, § 35, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 37, stk. 1-3, § 55, stk. 1 og 2, § 56, § 57, stk. 3 og 5, § 63 a, stk. 5, § 71, stk. 1 og § 74, stk. 2 verður “Høvuðsbarnaverndarnevndin” broytt til: “Føroya Kærustovnur”.
4. Í § 11, stk. 3, § 17, stk. 3, § 18, stk. 3, § 20, stk. 3, § 24, stk. 1, 1. pkt., § 24 a, stk. 4, § 24 b, stk. 2, § 24 d, stk. 3, § 43, stk. 1, 2. pkt., § 52, stk. 1-6 og § 54, stk. 1 verður “Høvuðsbarnaverndarnevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
5. § 12 verður strikað.
6. Í § 24 a, stk. 1 og 2, § 24 b, stk. 1, § 24 d, stk. 1, § 35, stk. 1, 1. pkt. og stk. 3, § 52, stk. 4, § 64, stk. 1 og § 74, stk. 1 og 2 verður “Høvuðsbarnaverndarnevndini” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
7. Í § 24 b, stk. 3 verður “hesi nevnd” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
8. § 51, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Øll, sum útinna tænastu ella arbeiði fyri eina fyrisiting ella stovn eftir hesi løgtingslóg, fyri Føroya Kærustovn ella eru limir í eini barnaverndarnevnd, hava tagnarskyldu sambært kapitli 8 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg um tagnarskyldu v.m.”
9. Heitið á kapitli 8 verður orðað soleiðis:
“Málsviðgerðar reglur fyri mál, ið verða viðgjørd av Føroya Kærustovni”
10. § 52, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Føroya Kærustovnur ansar eftir, at málið er nóg væl upplýst.”
11. § 53 og yvirskriftin yvir § 53 verða strikaðar.
12. Í § 55, stk. 3 verður “Formaðurin í Høvuðsbarnaverndarnevndini” broytt til: “Føroya Kærustovnur”.
13. Í § 57, stk. 3 verður “nevndin” broytt til: “Føroya Kærustovnur”, og í stk. 5 verður “nevndini” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
14. Í § 69, stk. 1 verður “fyri stovnsetan og rakstur av Høvuðsbarnaverndarnevndini og” strikað.
§ 4
Í løgtingslóg nr. 42 frá 30. apríl 2018 um ættleiðing (Ættleiðingarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 og løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 10, stk. 2, 2. pkt. og § 11, 1. pkt. verður “Høvuðsbarnaverndarnevndini” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
2. Í § 13, 2. pkt. verður “Høvuðsbarnaverndarnevndin” broytt til: “Føroya Kærustovnur”.
Tvingsilsmál innan almannaøkið
§ 5
Í løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin) verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 3, § 8, stk. 2, 2. pkt., § 28, stk. 6 og § 30, stk. 1, 1. pkt. verður “tvingsilsnevndini” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
2. Yvirskriftin yvir § 4 verður orðað soleiðis:
“Góðkenning av inntrivi og málsviðgerðartíðir hjá Føroya Kærustovni o.a.”
3. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Føroya Kærustovnur tekur avgerð um góðkenning av inntrivi sambært hesi løgtingslóg og góðkenning sambært § 51, samanber § 50, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Avgerð um góðkenning verður framd við støði í tilmæli sambært § 24 í hesi løgtingslóg og § 51 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Harumframt tekur Føroya Kærustovnur avgerð í kærumáli sambært § 30. Eisini tekur Føroya Kærustovnur avgerð um gildistíð á inntrivi, samanber § 29.
Stk. 2. Í málum viðvíkjandi §§ 10, 13, 14 og 25 og kapitlunum 4 og 5 skal avgerðin hjá Føroya Kærustovni vera tikin skjótast gjørligt og í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tilmælið sambært § 24 er móttikið.
Stk. 3. Í øðrum málum skal avgerðin hjá Føroya Kærustovni vera tikin í seinasta lagi 30 dagar eftir, at tilmæli sambært § 24, kæra sambært § 24, stk. 4 ella tilmæli sambært § 51 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur er móttikið. Er avgerð ikki tikin innan nevndu freist, skal avgerðin verða tikin skjótast gjørligt, og orsøkin fráboðast myndugleikanum og avvarðandi pørtum.
Stk. 4. Føroya Kærustovnur førir yvirlit yvir avgerðir um góðkenning, móttiknar fráboðanir og frágreiðingar sambært hesi løgtingslóg og greinar og lýsir hesar árliga í ársfrágreiðing.”
4. Í § 8, stk. 1, § 9, stk. 1, §§ 10 og 11, § 12, stk. 1, § 13 stk. 1, 2 og 4, §§ 14-16, § 17 stk. 1 og 3, § 18, stk. 1 og 2, § 19, § 20, stk. 1 og 3, § 21, stk. 1, § 22, stk. 1, § 23, stk. 1, § 24, stk. 1-4, § 25, § 26, stk. 1 og 2 og § 30, stk. 2-4 verður “tvingsilsnevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
5. Í § 29, stk. 1, § 30, stk. 1, 2. pkt., tvær staðni í stk. 2, stk. 3, 2. pkt. og stk. 4, 2. pkt. verður “tvingsilsnevndin” broytt til: “Føroya Kærustovnur”.
6. Í § 30, stk. 1 verður “nevndin” broytt til: “Føroya Kærustovnur”.
§ 6
Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020, løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021 og løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2022, verður í § 50, stk. 1 og § 51, stk. 1 “tvingsilsnevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
§ 7
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 39, stk. 5 og § 64 a verður “tvingsilsnevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
2. Yvirskriftin yvir § 64 a verður orðað soleiðis:
“Tvingsilsmál”
Gildiskoma
§ 8
Stk. 1. §§ 1 og 2 í hesi løgtingslóg koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. §§ 3 og 4 í hesi løgtingslóg koma í gildi 1. juli 2023.
Stk. 3. §§ 5-7 í hesi løgtingslóg koma í gildi 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 9. mars 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 43/2022