26. mars 2021Nr. 32
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Talgildu Føroyar
(Heimild at hækka útreiðslur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 77 frá 29. mai 2017 um Talgildu Føroyar verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2 verður “145 mió. kr.” broytt til: “153 mió. kr.”.
2. Í § 1, stk. 3 verður “85 mió. kr.” broytt til: “93 mió. kr.”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 26. mars 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 85/2020