Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2007Nr. 32
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 13. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Í býarskipanarnevndini sita 5 limir, valdir soleiðis: Landsstýrismaðurin velur 3 limir í nevndina, harímillum formannin, sum skal vera løgfrøðingur. 2 limir skulu vera byggikønir, harav Føroya Kommunufelag velur 1 og Kommunusamskipan Føroya 1.”
2) Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann biðja býarskipanarnevndina um ummæli í sambandi við viðgerðina av uppskotum til býarskipanir og byggisamtyktir og broytingar í hesum. Landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri býarskipanarnevndina, har m.a. starvsøkið hjá nevndini verður nágreinað.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 30. apríl 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jacob Vestergaard (sign.)
Lm. nr. 83/2006