6. mai 2013Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald
(Lækking av ferðagjaldinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1 verður “120 kr.” broytt til: “65 kr.”
2. Tvær ferðir í § 1, stk. 3 og tvær ferðir í § 4 a, stk. 2 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”
3. Í § 1, stk. 5 og § 4 a, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2013.
Tórshavn, 6. mai 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 112/2012