Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. mars 2020Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling
(Váttan av faðirskapi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lov nr. 200 frá 18. mai 1960 om børns retsstilling, sum sett í gildi fyri Føroyar við anordning nr. 367 frá 29. november 1962, og broytt við anordning nr. 13 frá 18. januar 1982, § 3 í lov nr. 92 frá 23. februar 1988, anordning nr. 398 af 20. april 2010 og løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 11, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Faðirskapurin verður staðfestur, um fráboðaði pápin í eini skrivligari váttan til Familjufyrisitingina viðurkennir at vera pápi at barninum. Áðrenn viðurkenningina verður hann kunnaður um rættarvirknaðin av at vátta faðirskapin, umframt at hann kann krevja, at málið verður avgjørt í rættinum. Er fráboðaði pápin aldursómyndugur, er neyðugt við samtykki frá verjanum fyri at vátta faðirskapin. Ásetingin í § 303, stk. 1, 2. pkt. í lov for Færøerne om rettens pleje er somuleiðis galdandi.”
2. Í § 11 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Faðirskapurin sambært stk. 1 kann somuleiðis verða staðfestur, um fráboðaði pápin við elektroniskari undirskrift viðurkennir at vera pápi at barninum.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fram til 1. januar 2021 er tilvísingin í § 1, nr. 1 til rættargangslógina § 257, stk. 1, 2. pkt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 2 kemur í gildi.
Í Tinganesi, 12. mars 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 60/2019