Nr. 33 15. apríl 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin)
(Broyting av vørunumrum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í skjali 1 til løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir verða hesar broytingar gjørdar:
Sí broytingarnar í hjálagda skjali 1 til hesa løgtingslóg.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. februar 2016.
Í Tinganesi, 15. apríl 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 70/2015
Skjal 1
1) Broytingarnar í Toll- og vøruskránni verða ikki lagdar út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo.