23. apríl 1999Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 96 frá 29. desember 1998, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 22, stk. 2, 2 pkt., verður “goldin” strikað og í staðin fyri verður sett: “roknað”.
2) Í § 22 verður sett sum stk. 3:
“Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 eru eisini galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”
3) § 32, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, skal 1,0% roknast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá 1. í tí mánaði, sum virkið skal gjalda upphæddina í.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 2 fær tó gildi 1. januar 1999 og fer úr gildi 31. desember 1999. § 1, nr. 3 fær tó ikki gildi fyrr enn 1. januar 2000 burtursæð frá, at rentusatsurin verður broyttur til 1,0% við gildi frá 1. januar 1999.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)