Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2021Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)
(Nágreiningar og konsekvensbroytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 9. mai 2005 um skatt av reiðarívirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 122 frá 9. desember 2016 og løgtingslóg nr. 83 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 4, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Skattskyldug inntøka í sambandi við vinnuligt reiðarívirksemi við at flyta ferðafólk og góðs millum ymisk støð verður gjørd upp eftir reglunum í §§ 6-12 fyri:
1) skip hjá reiðarínum, sbr. tó stk. 3,
2) skip sum verða leigað uttan manning, bareboat-charter, og
3) skip, sum verða leigað við manning, time-charter.
Stk. 2. Tað er ein treyt, at skipini eru 100 bruttotons, BT, ella størri, og at tey eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, FAS, ella Føroya Skipaskráseting. Hetta er tó ikki galdandi fyri stutttíðar time-charter í upp til 2 mánaðir.”
2. Í § 19, stk. 1 verður “§ 4, stk. 2, 2. pkt.” broytt til: “§ 4, stk. 3”.
3. Í § 19, stk. 2 verður tvær staðni “§ 4, stk. 2” broytt til: “§ 4, stk. 3”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá og við roknskaparárinum 2019.
Í Tinganesi, 26. mars 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 82/2020