27. apríl 2012Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 172 frá 23. desember 2011, verður frammanfyri talvuna í § 6, stk. 3 sett:
“Stk. 3. Rentustuðulin sambært § 5 verður býttur millum land og kommunu, sum niðanfyri tilskilað:”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 27. apríl 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 150/2011