30. apríl 2007Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 4 verður 2. pkt. strikað.
2) Í § 2 verða sum stk. 5, 6 og 7 sett:
”Stk. 5. Tá ið mett verður, um undantak kann verða givið til uppkalling, skal dentur verða lagdur á, at navnið í høvuðsheitum líkist navninum á tí, ið kallað verður upp eftir. Í hesum sambandi skal atlit havast at:
1) navnafrøðiliga upprunanum,
2) stavsetingini og
3) framburðinum av navninum, ið søkt verður um.
Stk. 6. Uppkalling í ættini verður avmarkað til, at tann, ið kallað verður upp eftir, er:
1) systkin hjá barninum,
2) foreldur, omma ella abbi, langomma ella langabbi,
3) systkin hjá foreldrum,
4) systkinabarn, ella
5) ommu- ella abbasystir, ommu- ella abbabeiggi.
Stk. 7. Fyri hvørt navnið, ið givið verður, kann bara verða kallað upp eftir einum navni.”
3) § 3, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 1 og 2, verða § 1 og § 2, stk. 1-4 nýtt samsvarandi. Í tí føri, sum nevnt er í stk. 3, 1. pkt., verða §§ 1 og 2 nýttar samsvarandi.”
4) Í § 11, stk. 3 verður sum 2. pkt. sett:
“Tað er tó ein treyt, at umsøkjarin sjálvur, foreldur, omma ella abbi umsøkjarans búgva ella hava búð á bústaðnum ella í húsunum.”
5) § 21, stk. 4 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 30. apríl 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jacob Vestergaard (sign.)
Lm. nr. 67/2006