Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2011Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 8, stk. 1, § 31, stk. 2, § 34, stk. 2 og § 35 verður “, hefti” strikað.
2) Aftaná § 27 verður sett:
“§ 27 a. Tollvaldið hevur eftirlit við, at tað ikki í sambandi við innflutning av vørum til føroyska tolløkið, útflutning ella transit av føroyska tolløkinum verða framd brot á forboð ímóti innflutningi, útflutningi ella transit, sum eru ásett av trygdar-, heilsu-, djóralæknafrøðiligum-, plantupatologiskum, gjaldoyra- ella øðrum orsøkum. Tollvaldið hevur herundir eftirlit við tøkum peningi, sum er í sendingum.
Stk. 2. Løgfrøðiligir ella likamligir persónar, sum senda tøkan pening samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, skulu boða tollvaldinum frá sendingini í seinasta lagi í sambandi við, at sendingin kemur til føroyska tolløkið ella fer úr føroyska tolløkinum. § 27 b um fyrisitingarligt eftirhald verður nýtt samsvarandi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann við kunngerð áseta reglur um elektroniska fráboðan av tøkum peningi.
§ 27 b. Tollvaldið kann eftirhalda tøkan pening, samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, sum tollvaldið kemur framá í sambandi við eftirlit. Tøkur peningur kann eftirhaldast, tá hildið verður, at hann kemur frá broti ella fer at verða nýttur til brot á revsilógina ella aðra lóggávu, sum er undir almennari lógsókn. Tá eftirhald verður sett í verk, verða reglurnar í kapittli 72 í rættargangslógini um inndrátt nýttar við teimum broytingum, sum fylgja av 1. og 2. pkt. Eftirhald kann harnæst gerast fyrisitingarliga í upp til 72 tímar við atliti at nærri kanning av, um tøki peningurin kann setast í samband við lógarbrot, sum umrødd eru í 2. pkt.”
3) Í § 30 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Eftirlit kann við samtykki frá tí ferðandi gerast við røntgen ella aðrari gjøgnumlýsing.”
4) Í § 31, stk. 1 verður sum nr. 7 sett:
“7. Ikki boðar tollvaldinum frá tøkum peningi, sbrt. § 27 a, stk. 2.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 30. apríl 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 98/2010