Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2013Nr. 34
Løgtingslóg um Búnaðargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 20. november 2020
Kapittul 1
Stovnsetan grunsins og endamál
§ 1. 1) Stovnaður verður grunnur, nevndur Búnaðargrunnurin, við tí endamáli at veita fígging til menning av føroyskum landbúnaði og fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina.
§ 2. 1) Grunnurin kann veita lán til menning av vinnumøguleikum í føroyskum landbúnaði.
Kapittul 2
Fæ grunsins
§ 3. Sum stovnsfæ yvirtekur Búnaðargrunnurin allar ognir hjá Jarðargrunninum, sum er stovnaður við heimild í lóg nr. 174 frá 24. mai 1937 om Jorbrugets Fremme. Somuleiðis yvirtekur Búnaðargrunnurin allar ognir hjá Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu, sum er stovnaður við løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um Grunn fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu. Peningur á festikontu og felags festipulju er partur av fæi grunsins.
Stk. 2. Almenna landsjørðin er ikki ogn hjá Jarðargrunninum og eigur at verða skrásett og tinglisin sum ogn hjá Føroya Landsstýri.
§ 4. Búnaðargrunnurin yvirtekur øll rættindi og allar skyldur hjá Jarðargrunninum og Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu.
§ 5. Tá føst ogn hjá landinum, sum hoyrir til eitt festi, verður seld, skal ágóðin av søluni flytast Búnaðargrunninum og verða bókað á kontu hjá avvarðandi festi.
Stk. 2. Helvtin av upphæddum, ið verða goldnar inn á eina festikontu, verður flutt við eins stórum upphæddum við ársenda tað árið, upphæddin er inngoldin, og 9 næstkomandi ár á eina felags festipulju.
Stk. 3. Helvtin av teirri upphædd, ið stendur á hvørjari einstakari festikontu, tá lógin kemur í gildi, verður flutt við eins stórum upphæddum, tá lógin kemur í gildi, og 9 næstkomandi árini á tað í stk. 2 nevndu felags festipulju.
Stk. 4. Verður tann í stk. 2 og 3 nevnda upphædd broytt vegna útgjald, verður árliga upphæddin, ið verður flutt á felags festipulju, lækkað samsvarandi restina av tíðarskeiðinum.
Stk. 5. Upphæddin, ið stendur á festikontu hjá Royndarstøðini (Búnaðarstovan) í Kollafirði, er ikki fevnd av stk. 2 og 3.
Stk. 6. Helvtin av upphæddini á festikontuni hjá Royndarstøðini í Hoyvík skal bókast inn á eina felags festipulju, sum verður fevnd av reglunum sbrt. stk. 2 og 3.
§ 6. Stýrið hevur skyldu til at tryggja ognir grunsins best møguligt, umframt at syrgja fyri, at tær geva frægast møguligan vinning.
Serstudningur 2)
§ 6 a. 2) Av innistandandi upphædd tann 1. januar 2013, markað til Royndarstøðina í Hoyvík, verða tilsamans kr. 24.719.375,- nýttar til studning til egið framleitt stráfóður soleiðis, at Búnaðargrunnurin komandi 6 árini flytur kr. 4.119.896,- árliga til Búnaðarstovuna at nýta til studning til egið framleitt stráfóður, tó so, at í 2013 verður, í síni heild ella lutvíst, flutt fyri egið framleitt stráfóður í 2012 og 2013.
Stk. 2. Studningurin, sbrt. stk. 1, verður umsitin av Búnaðarstovuni eftir reglunum í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul og § 5 í kunngerð nr. 99 frá 4. november 2010 um stuðul til landbúnaðin.
§ 6 b. 2) Innistandandi upphædd tann 1. januar 2013, markað til Royndarstøðina (Búnaðarstovuna) í Kollafirði, kr. 5.147.766,- er ogn landskassans, sum verður nýtt til ábøtur á bygningarnar hjá Búnaðarstovuni í Kollafirði. Upphæddin verður flutt, í síni heild ella lutvíst, eftir umbøn frá Búnaðarstovuni.
§ 6 c. 2) 3) 4) Av innistandandi upphædd 1. januar 2013, markað til Royndarstøðina í Hoyvík, verða kr. 5,0 mió. nýttar til antikvariska serskipan í Koltri soleiðis, at í árunum 2014 til 2025 flytur Búnaðargrunnurin landskassanum upphæddina, í síni heild ella lutvíst, eftir umbøn frá Søvnum landsins fyri staðfesta nýtslu.
Stk. 2. Av innistandandi upphædd 1. januar 2013, markað til Royndarstøðina í Hoyvík, verða kr. 1,0 mió. nýttar til ætlanir um serføroysk húsdjór soleiðis, at í árunum 2014 til 2020 flytur Búnaðargrunnurin landskassanum upphæddina, í síni heild ella lutvíst, eftir umbøn frá Búnaðarstovuni fyri staðfesta nýtslu.
Stk. 3. Avvarðandi landsstýrismaður kann innan egið málsøki áseta treytir um nýtslu av serstudninginum sbrt. stk. 1 og 2.
Kapittul 3
Treytir fyri lánsveiting
§ 7. 1) Lán kann einans veitast eftir umsókn og í sambandi við íløgur, um umsøkjarin:
1) rekur ella ætlar at reka vinnuligan landbúnað,
2) er bókhaldsskyldugur sambært løgtingslóg um bókhaldsskyldu,
3) er meirvirðisgjaldsskrásettur sambært løgtingslóg um meirvirðisgjald, við seinni broytingum,
4) hevur fastan bústað í Føroyum,
5) hevur ræði á sínum búgvi,
6) hevur neyðugan verkligan og ástøðiligan førleika til at reka slíkan landbúnað, sum fígging verður søkt um,
7) veitir hóskandi trygd, og
8) kann vísa á, at virksemið kann bera fíggingina.
Stk. 2. 1) Undantak kann gerast til krøvini í stk. 1, nr. 1-3, tá talan er um lán til felagshagar.
Stk. 3. 1) Við umsóknini skal umsøkjarin lata allar viðkomandi upplýsingar.
Stk. 4. 1) Í teimum førum, har lántakarin eigur ognirnar, sum lán verður veitt til, skulu lán úr Búnaðargrunninum verða tryggjað við 1. veðrætti í fastogn ella leysafæ innan fyri 80% av virðinum, og grunnurin kann treyta sær, at ognin ikki er ella verður sett í veð fyri aðra skuld.
Stk. 5. 1) Grunnurin tryggjar sær, at lán verður brúkt samsvarandi játtanini, bæði tá lán verður útgoldið og seinni í lánitíðarskeiðnum.
Stk. 6. 1) Um grunnurin ikki tekur avgerð um annað, fellur tað, sum er eftir av veitta láninum, til gjaldingar, um tað, sum fíggingin varð veitt til, í síni heild ella lutvíst, verður nýtt til annað endamál, enn tað varð játtað til.
§ 8. Um lántakari ikki megnar at gjalda skuld til Búnaðargrunnin, hevur grunnurin heimild at gera avtalu við lántakaran um eitt lægri lánsgjald í eitt avmarkað tíðarskeið, tó so, at skuldin ikki veksur.
§ 9. 1) Um lántakari ikki megnar at gjalda skuld til Búnaðargrunnin, tí skuldin er størri enn virksemið kann bera, kann grunnurin, eftir neyvari meting av framtíðarinntøkumøguleikunum og fíggjarstøðuni hjá lántakaranum í síni heild, strika partar av skuldini. Er talan um festara, skal grunnurin í hesum sambandi boða jarðarumsitingini frá, og skal jarðarumsitingin taka støðu festarans til viðgerðar.
Stk. 2. 1) Skuld kann einans strikast, um mett verður, at lítlir og eingir møguleikar eru fyri, at grunnurin fær alla sína áogn aftur, og avsett er móti tapi frammanundan.
Stk. 3. 1) Nágreinilig meting skal gerast av gjaldsevnunum hjá lántakaranum, sum samanhildið við skuld hansara og trygdarvirðini hjá grunninum verður grundarlag fyri støðutakan til møguliga striking. Partur av hesum grundarlagnum er eisini meting av, um lántakari við forsvarligum og nøktandi rakstri átti at kunna røkt lánsskyldurnar.
Stk. 4. 1) Grunnurin skal uppbyggja fastar mannagongdir fyri umsóknir og viðgerð av málum um avskriving av skuld. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nágreiniligari treytir og reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 5. 1) Í sambandi við festiskifti kann grunnurin, í samráð við jarðarfyrisitingina, taka mál um avskriving av skuld til viðgerðar, um hetta er ein fortreyt fyri, at nýggjur festari kann taka við festinum. Viðgerðin av tílíkum málum fylgir somu reglum sum í øðrum málum um avskriving av skuld.
§ 10. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri lánsveiting, herundir rentu- og afturgjaldstreytir, og hvørjar treytir lántakari skal lúka.
Kapittul 3 a
Fígging av festikontu og felags festipulju
§ 10 a. 1) Búnaðargrunnurin kann játta festum stuðul av festikontu ella felags festipulju til ætlanir, sum hava til endamáls at skapa varandi virðisøking av festinum.
Stk. 2. 1) Stuðulin kann veitast til:
1) ábøtur, velting og nýdyrking av búnaðarjørð,
2) brunnar og køstar,
3) nýmótans fjós, seyðahús og rættir,
4) vegagerð til tær í nr. 1-3 nevndu íløgur.
Stk. 3. 1) Stuðulin eftir stk. 2, nr. 2-4 kann játtast upp til 50% av samlaða íløgukostnaðinum.
Stk. 4. 1) Stuðulin eftir stk. 1-3 kann veitast eftir umsókn, um umsøkjarin lýkur treytirnar í § 7, stk. 1, nr. 1-6, og stuðulin kann bøta um raksturin av festinum.
Stk. 5. 1) Grunnurin skal tryggja sær, at stuðulin verður nýttur samsvarandi játtanini.
Stk. 6. 1) Um grunnurin ikki tekur avgerð um annað, kann veitti stuðulin heilt ella partvíst krevjast afturgoldin, um stuðulin ella tað, sum stuðul varð veittur til, í síni heild ella lutvíst, verður nýtt til annað endamál, enn tað varð játtað til.
Stk. 7. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri at játta stuðul av festikontu ella felags festipulju.
§ 10 b. 1) Búnaðargrunnurin kann veita festarum og øðrum lán ella stuðul av felags festipulju til nýskapandi tiltøk og verkætlanir, sum stýrið metir kunnu vera við til at menna vinnumøguleikarnar innan landbúnaðin.
Stk. 2. 1) Grunnurin skal tryggja sær, at stuðulin verður nýttur samsvarandi játtanini.
Stk. 3. 1) Um grunnurin ikki tekur avgerð um annað, kann veitti stuðulin heilt ella partvíst krevjast afturgoldin, um stuðulin ella tað, sum stuðul varð veittur til, í síni heild ella lutvíst, verður nýtt til annað endamál, enn tað varð játtað til.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri at veita lán ella stuðul av felags festipulju.
Kapittul 4
Leiðsla grunsins
§ 11. Búnaðargrunnurin verður fyrisitin av einum stýri við 5 limum, umframt 5 tiltakslimum, harav landsstýrismaðurin velur 4 stýrislimir og 4 tiltakslimir, og teir 4 stýrislimirnir velja í felag ein 5. stýrislim og tiltakslim. 5. stýrislimurin skal hava løgfrøðiligt ella búskaparfrøðiligt embætisprógv og skal ikki vera starvsettur í fyrisiting landsstýrisins ella á stovni undir landsstýrinum. Av teimum 4 stýrislimunum og tiltakslimunum, sum landsstýrismaðurin velur, verða ein stýrislimur og ein tiltakslimur valdir eftir tilmæli frá Bóndafelagnum, og ein stýrislimur og ein tiltakslimur verða valdir eftir tilmæli frá Óðalsfelagnum. Stýrið skipar seg sjálvt, og setur stjóran fyri grunnin.
Stk. 2. Stýrið verður valt fyri 3 ár. Stýrislimir og tiltakslimir kunnu veljast aftur upp til tvær ferðir.
Stk. 3. Stýrislimirnir skulu hava innlit í løgfrøði, búskap, fyrisiting og landbúnaðarvinnu.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger viðtøkur fyri grunnin. Stýrið ger reglur um fyrisiting og virksemi grunsins.
Stk. 5. Avgerðir hjá Búnaðargrunninum sbrt. lógini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Kapittul 5
Eftirlit, fíggjarætlan, roknskapur og avtøka av grunninum
§ 12. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við grunninum, og undir hesum hvussu ognir grunsins verða settar sambært § 6.
§ 13. Inntøkur og útreiðslur hjá Búnaðargrunninum skulu ikki takast við í løgtingsfíggjarlóg.
§ 14. Roknskaparhaldið skal fylgja lógini um landsins almenna roknskaparhald v.m., tó soleiðis, at niðurskrivingar móti væntandi tapum upp á útlán roknskaparliga skulu viðgerast samsvarandi reglunum fyri peningastovnarnar.
Stk. 2. Roknskapirnir hjá Búnaðargrunninum verða grannskoðaðir av løggildum grannskoðara og skulu sendast landsstýrismanninum við frágreiðing um virksemið í farna árinum. Roknskapirnir verða lagdir fyri Løgtingið sambært ásetingunum í stýrisskipanarlógini.
§ 15. Búnaðargrunnurin rindar á hvørjum ári eina upphædd til landskassan svarandi til kostnaðin av at reka jarðarumsitingina.
§ 16. Grunnurin kann takast av við lóg. Verður grunnurin tikin av, yvirtekur landskassin ognir grunsins og rættindi og skyldur hjá grunninum.
Kapittul 5 a
Útlutan
§ 16 a. Búnaðargrunninum verður heimilað at rinda landskassanum part av úrslitinum eftir skatt.
Kapittul 6
Revsiásetingar
§ 17. 1) Tann, sum gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar givnar í sambandi við umsóknir o.a. eftir §§ 7, 8, 9, 10 a og 10 b verður revsaður við bót uttan so, at harðari revsing er áløgd eftir aðrari lóggávu.
Stk. 2. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini, kann revsing við bót ásetast.
Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persónum, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða revsaður sum slíkur við bót uttan so, at harðari revsing er áløgd eftir aðrari lóggávu.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 18. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. mai 2013.
Stk. 2. Hóast ásetingina í § 11, halda limirnir í stýrinum fyri Búnaðargrunnin, sum vórðu valdir sambært løgtingslóg nr. 21 frá 17. mai 2004 um Búnaðargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 122 frá 7. desember 2012, fram sum stýrislimir í Búnaðargrunninum tað, ið var eftir av starvstíðini sum limir í stýrinum, tá nevnda lóg fór úr gildi 1. mai 2013.
Tórshavn, 7. mai 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 152/2012