Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 34 15. apríl 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Fylgibroytingar og tekniskar broytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 15. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 29, nr. 13 verður orðað soleiðis:
“13)
a) Avlamisviðbót eftir § 2, grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, avlamisveiting eftir § 8 a, barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almennar pensjónir o.a.
b) Veitingar eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
c) Veitingar eftir § 9, stk. 4 og 5, § 15, § 15a, § 16, § 17, stk. 1, § 18b, § 18c, § 18d, § 18e og persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg.
d) Veitingar eftir § 7, § 12, stk. 3, 4 og 9 og § 19 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
e) Barnagjald, hækkað barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna uttan mun til, um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a.
f) Veitingar eftir løgtingslóg um familjuískoyti.”
2. § 33, nr. 13 verður orðað soleiðis:
“13) 30% av skattskyldugari inntøku, sum er fevnd av § 25b, stk. 1, tó í mesta lagi kr. 120.000.”
3. Í § 47, stk. 1 verður 3. pkt. orðað soleiðis:
“Bygdaráðið ásetur líkningarprosentið fyri kommunuskatt, sum er galdandi fyri álmanakkaárið eftir, í seinasta lagi 1. desember.”
4. Í § 102, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Sjálvuppgáva, sum er innlatin umvegis eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS, verður javnsett við eina vanliga sjálvuppgávu eisini við atliti at undirskrift.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 15. apríl 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 71/2015