Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mai 2008Nr. 34
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunngerð løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006, verður gjørd henda broyting:
§ 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:
Galdandi frá 1. januar 2009:
Er inntøkan minni enn kr. 30.000,- verður latið 0%.
| Er inntøkan | men minni enn | verður latið | av | og av restini |
| størri enn kr. | kr. | kr. | kr. | % |
| 30.000 | 70.000 | 0 | 30.000 | 7,0 |
| 70.000 | 140.000 | 2.800 | 70.000 | 8,0 |
| 140.000 | 250.000 | 15.400 | 140.000 | 21,0 |
| 250.000 |
| 38.500 | 250.000 | 33,0 |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 19. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Karsten Hansen (sign.)
Lm. nr 172/2007