Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 1999Nr. 34
Løgtingslóg um ítróttarvedding v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 8 frá 30. mars 2004
Kapittul 1
Um Sp/f Ítróttarvedding
§ 1. Sp/f Ítróttarvedding er stovnsett av landsstýrinum, Ítróttarsambandi Føroya og Føroya Ungdómsráð og hevur til endamáls at fyriskipa veddingar og talspøl, serliga í samband við ítróttarrkappingar.
§ 2. Innskotspeningurin skal verða minst kr. 100.000,-. Av samlaða innskotspeninginum teknar landsstýrið 20%, Ítróttarsamband Føroya 50% og Føroya Ungdómsráð 30%.
§ 3. Reglurnar í smápartafelagslógini eru galdandi fyri smápartafelagið í øllum viðurskiftum felagsins við hesum undantøkum:
1) Felagið skal verða stjórnað av eini 5- ella 7-mannanevnd, ið skipar seg sjálv.
2) Samtykt felagsins ella broyting í samtykt felagsins skal verða góðkend av landsstýrinum áðrenn hon fær gildi.
3) Samsýningar til nevndarlimir og lønir til stjóra og starvsfólk skulu góðkennast av landsstýrinum.
4) Avlop felagsins skal býtast sbr. reglunum í § 9.
5) Landsstýrið hevur til eina og hvørja tíð heimild til at krevja allar upplýsingar og øll skjøl frá Sp/f Ítróttarvedding.
Kapittul 2
Um spøl felagsins
§ 4. Landsstýrinum verður heimilað at geva Sp/f Ítróttarvedding loyvi til at skipa fyri veddingum og talspølum.
Stk. 2. Loyvi verður veitt undir hesum treytum:
1) Av peninginum, sum spælt verður fyri, skulu 50% nýtast sum vinningur til vinnarar.
2) Loyvið er bert galdandi fyri í mesta lagi 5 ár frá loyvi sdegnum.
3) Í loyvinum skal neyvt verða tilskilað hvørji spøl loyvi verður veitt til.
Stk. 3. Landsstýrinum er harumframt heimilað at seta aðrar treytir fyri loyvinum.
§ 5. Sp/f Ítróttarvedding kann við góðkenning landsstýrisins áseta nærri treytir fyri tey í § 4 nevndu spøl, eitt nú um framleiðslu av úrslitum, ið eru neyðug vegna avlýsing ella útseting av kappingum.
§ 6. Sp/f Ítróttarvedding kann gera avtalu við veddingarfelag í einum av norðurlondunum um at spøl hjá hesum felagnum verða boðin út í Føroyum, undir hesum treytum:
1) Góðkenning landsstýrisins krevst til søluna.
2) Veddingarfelagið skal vera undir almennum eftirliti í viðkomandi norðurlandi.
3) Avtalan kann í mesta lagi verða galdandi fyri tað tíðarskeið loyvið hjá Sp/f Ítróttarvedding er galdandi sbr. § 4 stk. 2 2)
Stk. 2. Í slíkum førum eru reglurnar fyri hvussu stórur partur av peninginum, sum veddað verður fyri skal nýtast sum vinningur til vinnarar, og treytirnar annars sbr. § 4 og § 5 ikki galdandi, men fylgja teim vanligu reglunum í tí landi avtalan er gjørd við. Fyri tey spøl, sum sambært sáttmála millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste (DT), eru sett á stovn í Føroyum, verða reglurnar í ríkislóg “om visse spil, lotterier og væddemål” nýttar.
§ 7. Landsstýrið skipar fyri neyðugum eftirliti við virkseminum og roknskapinum hjá Sp/f Ítróttarvedding sbr. § 4 stk. 1.
Stk. 2. Í førum, har P/f Ítróttarvedding avhendar rættindi síni til veddingarfelag í einum av hinum norðurlondunum sbr. § 6, stk. 1, samstarvar eftirlitið við eftirlitini í hinum norðurlondunum.
Stk. 3. Eftirlitsmyndugleikin kann krevja tær upplýsingar, ið neyðgar eru til tess at kunna útinna eftirlitið.
§ 8. Verður brot framt á ásetingarnar í hesi lóg, ella á reglur ella treytir settar sambært lógini, kann eftirlitsmyndugleikin áleggja nevndini, stjóra ella grannskoðara at fáa viðurskiftini í samsvar við galdandi reglur og treytir.
Stk. 2. Um so er, at álvarslig brot, ella brot upp í saman, verða gjørd á hesa løgtingslóg, ella fyriskipanir ella treytir givnar sbr. lógini kann loyvi sbr. § 4 takast aftur av landsstýrinum.
Kapittul 3
Um avlop felagsins
§ 9. 1) Árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttarvedding verður, aftaná avsetingar til fyrisiting, innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok býtt soleiðis til hesi feløg og stovnar at nýta til almannagagnlig endamál:
60% verða nýtt til ítróttarendamál hjá ÍSF 20% til barna- og ungdómsendamál hjá F.U.R og 20% verður latin landsstýrismanninum í skúla- og mentamálum at stuðla ymiskum barna- og ungdómsarbeiði.
Stk. 2. Sp/f Ítróttarvedding kann draga frá í skattskyldugu inntøkuni tað, ið útbýtt verður sambært 1. stk.
§ 10. Landsgrannskoðarin, og ríkisgrannskoðarin hava eftirlit við, at tann í § 9 nevndi peningurin verður brúktur almannagagnliga, og hava teir í starvi sínum neyðuga lógaheimild at fáa hendur á øllum skjølum fyri at útinna hetta eftirlit.
Stk. 2. Um so er, at landsgrannskoðarin ella ríkisgrannskoðarin vísa á, at peningur sbr. stk. 1 ikki er nýttur til almanngagnlig endamál, hevur landsstýrismaðurin heimild til við kunngerð at áseta, at tann peningur, sum eftir § 9 skal býtast av Ítróttarsambandi Føroya og Føroya Ungdómsráð, í staðin verður útbýttur av landsstýrismanninum.
Kapittul 4
Ymsar fyriskipanir
§ 11. Peningurin, sum tilkemur heimastýrinum at býta til almannagagnlig endamál sbr. § 6 A og § 6 I í ríkislóg “ om visse spil, lotterier og væddemål” , verður latin Sp/f Ítróttarvedding.
§ 12. Fyriskipan av óheimilaðum spølum, sum fevnd eru av hesi lóg, og fyriskipan sum millummaður við løn fyri luttøku í útlendskum spølum, sum ikki hevur heimild í § 6, verður revsað við sekt, hefti ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Tann, ið tekur lut í ólógligum ella ólógliga fyriskipaðum spølum eftir stk. 1, verður sektaður.
§ 13. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1983 um ítróttarvedding, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 29. desember 1998.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður