Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2021Nr. 34
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn
(Víðkan av stýri, heimild at útvega lutaíbúðir, økt lánsheimild til bústaðabygging, heimild at stovna partafelag o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn, sum broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 6. oktober 2011, løgtingslóg nr. 125 frá 7. desember 2012 og løgtingslóg nr. 81 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður “3 limum” broytt til: “5 limum”.
2. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir á 2. hvørjum ári ávikavist 3 og 2 stýrislimir.”
3. Í § 5 b, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Húsalánsgrunnurin kann á sama hátt útvega lutaíbúðir til lutaíbúðafeløg og reka lutaíbúðir.”
4. Aftan á § 8 b verður í kapittul 4 b sett:
“§ 8 c. Húsalánsgrunnurin kann harafturat, eftir teimum treytum, ið ásettar eru í § 8 b, stk. 1-5, fíggja bústaðabygging upp til 450 mió. kr.
Stk. 2. Av 450 mió. kr. skulu 250 mió. kr. fíggja bústaðabygging kring landið saman við øðrum íleggjarum, sbr. tó stk. 4. Harafturat skulu 200 mió. kr. fíggja bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar. Landsstýrismaðurin og Húsalánsgrunnurin gera avtalu um staðseting og málbólk til íbúðarverkætlanir til serligar málbólkar.
Stk. 3. Tá Húsalánsgrunnurin saman við íleggjarum fer undir verkætlanir á vanliga bústaðamarknaðinum, skal grunnurin virka undir somu treytum sum teir partar, ið luttaka í verkætlanini saman við Húsalánsgrunninum.
Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 2, 1. pkt., kann landsstýrismaðurin loyva Húsalánsgrunninum at fara undir verkætlanir einsamallur, um ongin áhugi er hjá íleggjarum at verða við í verkætlanini ella trupult er at fáa semju við íleggjarar.”
5. Aftan á § 8 c verður sum kapittul 4 c sett:
“Kapittul 4 c
Partafelag
§ 8 d. Húsalánsgrunnurin kann stovna partafeløg til virksemi fevnt av § 8 c, stk. 1 og 2, treytað av at verkætlanin hevur ein ella fleiri íleggjarar.
Stk. 2. Lánsheimildin sbrt. § 8 c, stk. 1 fevnir somuleiðis um partafelag, stovnað sbrt. stk. 1, við tí parti, sum Húsalánsgrunnurin eigur.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tá løgtingslógin kemur í gildi, tilnevnir landsstýrismaðurin alt stýrið fyri Húsalánsgrunnin av nýggjum.
Í Tinganesi, 26. mars 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 64/2020