27. apríl 2012Nr. 34
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Botnfrádráttur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 29. desember 2011, verður í § 4, stk. 1 “bortfrádráttin” broytt til: “botnfrádráttin í kommunuskattinum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 27. apríl 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 148/2011