Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2011Nr. 34
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verður gjørd henda broyting:
Aftan á § 3 verður sett:
“§ 3 a. Felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera íløgur fyri meira enn kr. 1 mió., meirvirðisgjald ikki íroknað, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av samlaða íløgukostnaðinum.
Stk. 2. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið sambært stk. 1, skal:
1) talan verða um ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, har í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, meirvirðisgjald ikki íroknað, er fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði,
2) arbeiðið, sum meirvirðisgjald kann verða endurgoldið fyri, verða byrjað eftir 1. januar 2010 og endað í seinasta lagi 5 ár eftir, at umsókn er góðkend, og
3) umsókn um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald verða góðkend í seinasta lagi 31. desember 2012.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir í kunngerð nærri treytir og reglur um at fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald sambært stk. 1.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og galdandi fyri tíðarskeiðið frá 1. januar 2010 til 31. desember 2012.
Stk 2. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 50 frá 24. mai 1974 um studning til bygging av ungdómshúsum.
Tórshavn, 30 apríl 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 62/2010